Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 21. september 2009 13 Ymiskt er, hvussu raðfest verður her á landi. Bæði innan politisku skipanina og í miðlum eru raðfest­ ingarnar tengdar at ein­ ari umbering um, at nú hava vit ikki ráð ella tíð til hetta og hatta, tí at vit mugu raðsfesta okkurt annað fyrst Almennar raðfestingar Í tí almennu politisku skip­ anini eru raðfestingarnar viðvíkjandi mentan og list syndarligar. Rygg á ryggi gáka politikarar um, at teir hava tosað um at hækka játtanina til list. Bæði Mentanargrunnur landsins, Tjóðpallur Føroya og aðrir lista­ og mentanarstovnar hava verið hóttir við, at nú fer okkurt munagott at henda, nú fer játtanin at hækka, tí at tað hevur verið tosað um slíkt í samgong­ uni. Onkur sigur seg enntá hava tosað við Mentamála­ ráðharran um at seta ein tónleikagrunn á stovn. Ja, gomorin! Hetta var tosið, tá ið pengar vóru at játta. Hetta er tosið, nú (tað sigst) ongir pengar eru at játta. Soleiðis hevur tað verið, og soleiðis fer altíð at vera. Tað er undrunar­ vert, at hvørja ferð talan er um hetta økið, so skulu øll mál tosast íhel, áðrenn okkurt hendir – tá er altíð kreppa. Sjálvt íslendarar, ið vit annars síggja nógv upp til, hava hækkað játtanina til mentan og list, tí at teir síggja, at hetta økið er sjálv sálin í sam­ felagnum og verður helst tað, sum fer at skapa virðing aftur fyri íslend­ ingum úti í heimi. Her hjá okkum er sálin antin at knokkroyta ella ignorera øll, sum vilja bera Føroyar framá. Heldur tú teg duga til okkurt, so skal tú helst halda turran kjaft við tí. Lat ongan vita, at tú dugir okkurt betur enn onnur. Um politikarar og embætisfólk gjørdu, sum teir so ofta hava lovað at gjørt, so arbeiddu teir fyri, at karmarnir hjá listafólk­ um at skapa og virka vórðu betraðir soleiðis, at lista­ fólk og tey, sum skulu njóta/dyrka listina møtast í einum felgsrúmi. Vit breggja okkum av, at vit eiga so óluksáliga nógv góð listafólk, men somu listafólk hava verri enn so somu karmar at virka í, sum tey hava í londunum kring okkum. Nógv vilja nú siga, at vit hava eitt Listasavn Føroya, Norður­ landahúsið, eitt Kringvarp Føroya og ein Tjóðpall Føroya. So er, men um vit hyggja nærri at hesum stovnum, eru teir antin merktir av manglandi fígging ella klandri. Í Lista­ savni Føroya hevur verið klandur í longri tíð, og tí koma ikki øll myndlista­ fólkini inn í tjóðarsavn okkara. Norðurlandahúsið er ein mentanarkoddi hjá landinum at liggja á. Hetta er ein norðurlendskur stovnur, sum mentamála­ ráðið brúkar sum eitt før­ oyskt konserthús, og tí er heldur ikki neyðugt at byggja eitt føroyskt fíggjað konserthús. Tjóðpallur Føroya livir av vælvild frá Tórshavnar kommunu. Segði Tórshavnar komm­ una sáttmálan upp við Tjóðpall Føroya, varð hesin stovnur heimleysur – eitt eiti á einum pappíri. Kringvarp Føroya má viðgerast fyri seg. Kringvarpið, ein deyðsiglari Í somu grøv sum almennu politikararnir er Kringvarp Føroya. Vit eru annars farin frá tíðini við deyðsiglarum, men summum dámar grúi­ liga væl at grópa í tí farna. Kringvarpið er eitt slíkt, ið grópar eftir endursending­ um, ið eru um tað farna og, sum viðgera evni, ið eru langt vekk frá øllum nútíð­ ar samanhangi. Bara fyri at koma við einum tanlaðum dømi. Endursendingin av morgunlesturin varð tikin av skránni, tí at skráin hevði onki “flow”. Nú er morgunlesturin aftur á skránni, og “flowið” er aftur horvið. Tey eru so deiliga bíbilsk í díkinum svarta: Høgra hond veit ikki, hvat vinstra ger. Nú ein dagin settu fólk­ ini í KVF aftur sjóneykuna á sítt egna virksemi. Ein heilan tíma tosaðu leiðarar haðani um vetrarskránna, og aftur her hoyrdust somu undanførslur, sum almennu politikararnir koma við. Mentanartilfar verður ikki sett á skránna enn, tí at ongir pengar eru, og ongin er at taka sær av hesum og hasum, tí at summarfrítíð er, og vit kunnu ikki bara soleiðis taka endursending­ arnar av aftur skránni, tí at onkur teirra verður send í 17 pørtum. Vánalig tilrætt­ arlegging og undanførslur alt samalt. Tað er ótrúligt, at ein stovnur ikki fær arbeitt, tí onkur er í summ­ arfrí. Hugsið tykkum, hvussu meiningsleyst tað hevði verið, um ein fyri­ tøka hevði ein telefonsvar­ ara frá alla summarfrítíð­ ina, og so tá ið starvsfólkið kom aftur til arbeiðis, so kundu tey ikki byrja at arbeiða, tí at telfonsvararin ikki var liðugur, og tí at tey ikki vóru klár enn. Tann fyritøkan hevði farið í gjaldstøðg við brestin. Tað er nú so, at KVF, og serliga Útvarpið, tí at tað er bíligast at reka, hevur eina skildu at senda ment­ anartilfar, ið skal røkka øllum – ikki teimum flestu, men øllum. Tá ið eg nevni hetta, er ikki talan um hasa tónleikablandimaskinuna, ið blandar tilvildarlig løg út í luftina. At røkka øllum er ein tung uppgáva, men tað vísir seg, at leiðslan í KVF ikki vil royna. Tey gera plattar undirhalds­ sendingar, ið beinleiðis herma eftir undirhaldssend­ ingum hjá Rás2. Tað er heldur margháttligt, at tey í útvarpinum onki annað hava at gera, enn at eftir­ líkna Rás2 og síðani endur­ senda somu eftirlíkningar, tá ið summarið kemur. Vit liva í einum heimi, har vit við fremstafingri kunnu klikkja okkum til allar møguligar mentanar­ sendingar bæði í Norður­ londum og eisini aðra­ staðni í verðini, ið bara hava eittans endamál: at seta list og mentan á bredd­ an. Vit eru fleiri og fleiri, sum heldur vilja hoyra annað útvarp enn tað, sum Útvarp Føroya kann geva okkum. Tí er sera týdning­ armikið og ein skylda, at leiðslan í KVF vísir seg sum ein mentanarberi, har føroyska málið, list, siða­ arvur, mentalsøga og annað, sum ger, at vit yvirhøvur hava okkurt í felag, verður sent út til fólkið. Tað eru tríggir mátar at gera mentanarsendingar. Antin kann ein sending gerast, ið lýsir eitt tiltak, sum fer at verða. Hetta sýnist at vera leisturin hjá Útvarpinum, nú teir ætla at hava eina sending, ið skal hita upp til vikuskiftið, altso okkurt slag av “upp­ hitingarprogrammi”, ið skal upplýsa um ymiskt, ið fer at henda um vikuskift­ ið. Eisini ber til at gera eina mentanarsending, har sent verður frá einum til­ taki, sum er. Slík sending kann sendast beinleiðis ella bandast og sendast seinni. Ella ber til at gera sending­ ar, ið mæla um tiltøk ella listalig avrik, ið hava verið. Tað besta hevði sjálvandi verið, um allir hesir møgu­ leikar vórðu troyttir, tí at tað vísir ein ávísan dugna­ skap og vilja til at lýsa tað, sum millum manna verður kallað mentanar­ og listalív. Bestu mentanarsending­ arnar í Útvarpinum hevur Suni Merkisstein gjørt. Tær standa allar sum væl laðaðir varðar í útvarps­ søguni. Hesar sendingar eru gjørdar, tá ið Suni ikki hevur verið noyddur at varpa onkran dyst bæði innanlands og í útlondum. Útvarp Føroya hevur brúk fyri at geva slíkum mentanarsendingum tíð á skránni. Tað kann ikki vera meiningin, at tað einasta, ið tosað kann verða um, er ein endursending á 7 minuttir. Um so er, er tað eitt stjørnuklárt tekin um avmakt – at tey eru ráða­ leys og vita yvirhøvur ikki, hvat tey skulu gera. Hvørjum kunnu so hesir mentanartarnaðu fólkini læra av? Jú, Tórshavnar kommunu!!! Tórshavnar kommuna er slóðbrótarin Politisku raðfestingarnar og raðfestingarnar í KVF venda sær altíð burtur frá list og mentan. Tann ein­ asti, sum veruliga hevur gjørt nakað fyri at raðfesta hesi øki, er Tórshavnar kommuna, nú hon alt árið 2009 hevur havt tiltøk í sambandi við, at 100 ár eru liðin síðani Tórshavnar kommunu gjørdist fólka­ vald kommuna. Eg vil hervið heita á Tórshavnar kommunu um at halda fram við hesum komandi nógvu árini. Hetta hevur havt ógvuliga stóran týdn­ ing fyri trivnaðin hjá borg­ arunum, og eisini hevur 100 ára haldið havt stóran týdning fyri tey listafólk, ið skapa sína list í høvuðs­ staðnum. Tit eru undan­ gongufólk á økinum, og tað er meir enn ein kann siga um tað almenna og tey, sum skulu fáa tykkara góðu tiltøk kring landið – nemliga Kringvarp Føroya. At tit hava sett hasar peng­ arnar av til borgararnar, er tað mest slóðbrótandi til­ takið á lista­ og mentanar­ økinum í nógv, nógv Harrans ár, og samstundis best brúktu pengar somu nógvu Harrans ár. Knapt 100 tiltøk av øllum ment­ anarligum slagi hava verið higartil í ár. Ein trivnaðarkanning varð gjørd á ólavsøku í fyrraár. Áhugavert hevði verið at gjørt eina líknandi kanning í ár. Úrslitið hevði uttan iva verið øgiliga positivt. Slíkt átak, sum Tórs­ havnar kommuna hevur gjørt, hevur sett bæði kommununa, listina og mentanina í hásætið. Tá ið ljós verður varpað á hetta økið, so verður eisini mælt og dømt um tey ymisku listarligu tiltøkini. Hetta er við til, at kjak birtast um list og mentan. Ljóskastar­ in verður vendur móti tí, sum fær fólk at koma saman, tí sum fær fólk at virka (saman), tí sum fær fólk at kultivera/dyrka Tórshavn. Tað er jú hetta, ið miðlafólk og politikarar eiga at gera. Teir eiga at geva lista­ og vanligum fólki møguleikan at kulti­ vera/dyrka tað samfelag, sum er so mikið serstakt, at ein ikki eigur at nýtast at leita sær til aðrar mentanir fyri at fáa líkinda upplýs­ ingar um, hvat rørir seg á listarliga heimspallinum. Eg vóni stórliga, at Tórs­ havnar kommuna heldur fram við sínum fyrimynd­ arliga arbeiði nógv, nógv Harrans ár fram í tíðina. Gerið sum Tórshavnar kommuna Formaður í Listafólka­ sambandi Føroya Oddfríður Marni rasMMussen Á fíggjarlógina fyri 2009 vórðu 15 mió. kr. settar av til at vala um og bjálva almennar bygningar kring landið. Nú árið er farið at halla eru, bert 818 t. kr. nýttar til umsiting og kanningar, og ikki eitt oyra til umvæling og bjálving. Allir vildu eiga barnið Hesar 15 mió kr. vóru stóra umtaluevnið í samband við fíggjarlógar­ viðgerðina. Samgongulimir settu sum treyt, at pening­ urin skuldi játtast, fyri at taka undir við fíggjarlóg­ ini. Aðrir fóru at klandrast alment um, hvør teirra var pápi at sokallaða “grøna vakstrarpakkanum”, sum segðist vera eitt gjøgnum­ brot av teimum stóru í føroyskum politikki. Frá quatroeffekt til status quo Endamálið var at væla um og bjálva almennar bygningar kring alt landið. Fyrsta árið fyri 15 mió. kr., og komandi árini fyri meira pening. Sagt varð eisini at ætlanin: • fór ikki at hava stór­ vegis umsiting við sær. • fór at skapa virksemi kring landið. • fór at minka um almennu oljunýtsluna. • fór at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Talan var sostatt um eina quatroeffektætlan (fýra­ falds ætlan) jaliga vegin frá Løgtinginum. Ætlanin hevur tó fingið eitt skot fyri bógvin og er helst vorðin ein status quo ætlan. Tí einki er hent í málinum síðan fíggjarlógin varð samtykt. Veturin stendur í durinum og einki oyra er nýtt til umvæling og bjálving. 818 t. kr. eru nýttar av játtanini, men tær eru farnar til umsiting og ráðgeving. Tað kom fram, tá Annika Olsen, lands­ stýriskvinna, svaraði einum munnligum fyrispurningi á Løgtingi. Umstøður at skifta vindeygu og tøk gerast verri í myrkri og ringum veðri á vetrardegi. Tí mugu vónirnar sigast at vera lítlar og ongar fyri, at gongd kemur á verk­ ætlanina í ár. Landsstýriskvinnan í samráð Trupulleikin er ikki bert galdandi í omanfyrinevnda dømi. Fleiri aðrar íløgujáttanir standa órørdar og farið er ikki undir verkætlnirnar, sum samtyktar eru. Ein minni góð kensla at sita á Løgtingi og samtykkja verkætlanir og játta pening, tá útinnandi valdið kortini ikki fremur tað í verki, tíansheldur nýtir játtaða peningin. Støðan er ikki haldbar. Vend má koma í. Fegnist tí um, at Fíggjar­ nevndin nú hevur tikið støðu til at kalla lands­ stýriskvinnuna í innlendis­ málum, Anniku Olsen, í samráð, at viðgera spurningin. »Urtapotturin«, ið ikki fór at næla løgtingsmaður Bjørn Kalsø viðmerkingar