Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 179 - 21. september 2009 Tíðindaskriv Aftur í ár fara tær fýra skótasanskipanirnar í Føroyum at skipa fyri Skótahjálpini, sum verður í døgunum 19. -26. septemb- er. Í býum og bygdum, har skótar eru, fara teir hesar dagarnar at ganga hús úr húsi at hjálpa fólki við einumhvørjum, sum teir fáa pening fyri, sum verður latin Skótahjálpini. Skótahjálpin stuðlar altíð tveimum verkætlanum – eina føroyskari og eina útlendskari. Í ár stúlar skótahjálpin krabbameinsfelagið –tiltøk fyri børn og ung og barnaskúli í Kambodja. Krabbameinsfelagið – tiltøk fyri børn og ung. Krabbamein rakar altíð meint. Men óttin og ráðaloysi taka veruliga kvørkratak, tað foreldur fáa boðini, at barn teirra hevur krabbamein. Ella tá eitt barn fær at vita, at mamma ella babba hevur fingið krabba. Tá hjálpir tað at hitta onnur, sum eru í somu støðu, at kunna tosa saman og leita sær hjálp og ráðgeving. Foreldrabólkurin er stuðulsbólkur fyri foreldur, hvørs barn hevur fingið staðfest krabbamein, og virkar fyri áhugamálunum hjá foreldrunum, eitt nú í mun til heilsuverk og myndugleikar. Foreldra- bólkurin skipar fyri ymiskum tiltøkum, har børnini kunnu gleðast og hugna sær saman, og foreldrini hittast til samveru og samstarv. Skipað hevur verið fyri uttanlandsferðum, utferðum, konsert og øðrum tiltøkum til frama fyri børnini. Í ár verður skipað fyri ferð til Íslands. Sorgar-/stuðulsbólkur fyri børn og ung er stovn- aður fyri at geva børnum og ungum eitt frístað, har tey kunnu tosa opið um truplar kenslur og ótta. Børn og ung, hvørs for- eldur eru lívshóttandi sjúk, eru ofta ógvuliga einsamøll við sínum tonkum og kensl- um. Gjarna verja tey síni sjúku foreldur, og fáa tí ikki heima sett orð á kenslur, eitt nú nívandi óttan fyri at missa og máttloysið barnið kennir, tá mamma ella pápi eru sjúk og gerandisdagurin broytist fullkomiliga. Í sorgar- og stuðulsbólkum hittast børn og ung í somu støðu, og her ber til at seta orð á torgreiddu kenslurnar saman við sálarfrøðingi, íð tekur hond um samskiftið. Stuðulin frá Skótahjálpini er við til, at tað gerst møguligt at halda fram við hesum arbeiði hjá Krabba- meinsfelagnum fyri børn og ung. Barnaskúli í Kambodja Kambodja er eitt land sum liggur í Asia.Tað er 4 ferðir størri enn Danmark til støddar og hevur eina langa søgu aftanfyri seg. Angkor, sum í dag er eitt sera spennandi ferðafólkamál, var høvuðsstaðurin fyri Asia í 1200- talinum. Her finnur tú tey mongu budd- histisku templini, sum vitna um teirra statsreligión. Men tað eru serliga hendingarnar frá 1974 til 1979, sum standa í minninum hjá fólki í dag. Hetta var eitt sera myrkt tíðarskeið í søgu heimsins, tí umleið 3 milliónir fólk vórðu myrd og beind av vegnum í Kambodja hesi ár. Tað var Pol Pot, sum stjórnaði landinum saman við Khmer Rouge herinum. Pol Pot megnaði hesi ár at drepa øll tey, sum høvdu útbúgvingar og vóru væl fyri í sam- felagnum. Eisini tey, íð vóru kristin, buddhistar ella dýrkaðu aðrar gudar, vórðu myrd. Pol Pot hevði sum mál at venda aftur til ár 0 og so byggja landið upp av nýggjum. Í dag 2009 kunnu vit vitja Killings Fields, har mannabein og klæðir enn liggja grivin í hópgrøvum og flóta upp í regntíðini, sum vitna um ræðuleikarnar, íð fóru fram undir Pol Pot og Khmer Rouge. Men ein nýggj tíð er fyri framman í Kambodja. Nýggjar møguleikar eru fyri okkum at hjálpa til at byggja landið uppaftur og geva fólkinum nýggja vón. Fólkið í Kambodja er sera ungt og hevur serliga tørv á lærdómi, skúlum og líknandi. Tí hevur Kirkjuliga Heimamissiónin valt at satsa uppá Kambodja sum sítt høvuðsøki. Kirkjuliga Heimamissiónin er farin inn í Kampot-økið at byggja ein stóran skúla, sum skal rúma forskúla, barnaskúla og framhaldsdeild. Sjálvt byggjaríið fer væntandi ígongd í 2010. Kirkjuliga Heimamissiónin hevur latið USD 45 000,- til grund- stykkið og er í løtuni í gongd við at byggja ein garð rundan um stykkið. Sjálv byggingin fer vænt- andi at kosta umleið USD 150 000,-. Tí er stórur tørv- ur at savna hesar pengar inn, fyri at tað kann eydnast at geva børnum í Kambodja eina framtíðar vón, at vinna sær førleikar til komandi avbjóingar í landinum. Peningaligur stuðul til Skótahjálpina 2009 kann verða settur in á konto Eik 495.687.9 , Føroya Banki 465.521.6, Suðuroyar Spari- kassi 405.019.4 og Norðoya Sparikassi 495.280.9. Skótahjálpin Skótahjálpin 2009 Nú er júst løtan, at gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin verður sett niður á hægst 30 krónur fyri túrin líka mikið hvørj- um akfari tú koyrir í. Last- bilar, trailarar persónbilar, ja øll fyri sama prís. Tí tað er nú, vit skulu liva. Hóast gjaldið bleiv sett niður, so kundi hent, at tað kom eins nógvur peningur inn, tí tað hevur ein sæð aðrastaðni. Dugi ikki at síggja fyri- munin fyri samfelagið her norðuri, at vit skulu skunda okkum at gjalda Norðoya- tunnilin niður upp á fá ár, samstundis sum ferðavinna og vinnan sum heild verður rakt av hesum gjaldi, tí tað kostar alt ov nógv at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin. Hví skulu vit skunda okkum at niðurgjalda Norð- oyatunnilin uppá fá ár, sam- stundis, sum vit júst nú hava kanska allar mesta brúk fyri, at tað er ókeypis ella so lætt at koyra sum til ber. Haldi tað er rættari at leingja afturgjaldstíðina upp til møguliga 50 ár, so- leiðis at eisini okkara núliv- andi borgarar skulu hava møguleika at koyra ígjøgn- um tunnilin, uttan at tað í fleiri førum skal følast sum ein byrða. Og er tað nakað sum vit ikki hava brúk fyri í krepputíðum, so er tað óneyðugar byrðar. Um prísurin fyri gjaldið í Norðoyatunnilinum verður settur so langt niður, at ein ikki nýtist at hugsa um, at ein skal ígjøgnum tunnilin, vil hettar hava sera góða ávirkan á okkara handilslív í Klaksvík, sum er tiltikið fjølbroytt og gott. Okkara hart rakta vinnu- lív vil eisini fáa fyrimunir av hesum, bæði tá stórir bilar, trailarar og onnur amboð skulu ígjøgnum fyri at fara aðrastaðni at ar- beiða. Hetta hevði so gjørt, at norðoyingar og vágafólk blivu meira kappingarførir á jøvnum føti við økini, sum ikki tørva undirsjóvar- tunlar at koyra ígjøgnum. Tað er somuleiðis ein stórur fyrimunur fyri ferða- vinnuna, um gjaldið verður sett niður, soleiðis at túr- operatørarnir ikki skulu taka atlit fyri undirsjóvargjaldi- num fyri bussarnar hjá teimum. Tað komu uml. 50 útlendsk ferðamannaskip á Havnina í summar, og haðani blivu so bussútferðir gjørdar runt ymsastaðni, men veit ikki um nakran bus, sum kom til Klaksvíkar. Her má og skal broyting koma í. Havi spurt meg fyri og fingið at vita, at gjaldið í Norðoyatunlinum er ein forðing fyri, at turistbussar koma hendanvegin. Tað hevði verið kærkomið hjá handlum í Klaksvík, um nøkur av hesum ferða- fólkum høvdu lagt nakað av peningi eftir seg í Klaksvík eisini og hevði hetta verið eitt gott fíggjarligt íkast. Her er eisini nakað hjá ferðavinnuni at tosa um. Tíðirnar broytast Veit væl, at ein av treytun- um fyri, at Norðoyatunnilin í heila tikið kom, var at vit skuldu rinda bummgjald, og tað skulu vit sjálvandi fyrihalda okkum til. Síðani undirsjóvartunnilin kom, eru tíðirnar nógv broyttar, og Klaksvík er í dag í eini serstøðu, og nakað má og skal gerast fyri at bøta um støðuna. Undirsjóvargjaldið er eitt av fleiri tingum, sum kann gerast okkurt við fyri at bøta um korini hjá okk- ara borgarum og vinnulívi. Hettar hevði m. a. havt við sær, at handilslívið í Klaksvík bleiv broytt. Vit her norðuri hava avbera góðar og fjølbroytar handl- ar, og er tað av stórum týdn- ingi, at undirsjóvargjaldið ikki er ein forðan hjá fólki aðrastaðni frá at koma til Klakvíkar at handla. Endamálið við Norð- oyatunlinum má væl vera, at hann verður brúktur mest møguligt og gevur okkum øllum báðumegin tunnilin størsta gagn. At seta gjaldið niður til 30 kr. fyri øll akfør fer heilt víst at hjálpa, og tað er júst nú, at neyðugt er at seta gjaldið niður, tí um 20 ár er tað kanska ikki neyðugt. Eg vil til seinast heita á okkara løgtingsumboð um at tosa við nevndina í Norð- oyatunlinum um at seta gjaldið í tunlinum niður. Her mugu øll flokspolitisk mørk leggjast til síðis. Tunnilsgjaldið niður á 30 krónur ElsEbEth GunnlEyGs­ dóttur hansEn Fer hon at vinna tað inn aftur í 2010 sum mist varð í 2009? Tað eru fleiri ungfólk, sum spyrja eftir, hvussu tað verður við teimum útbúgv- ingunum á Søgu- og sam- felagsdeildini á Fróðskap- arsetrinum. Tað sum er spennandi er, um tað fer at eydnast lands- stýriskvinnuni í mentamál- um Helenu Dam á Neysta- bø at telva so væl, at hon fær tær 1,8 mió til Søgu- og samfelagsdeildina á fíggjarlógina fyri 2010, sum mistar vóru í 2009 gjørdi, og sum førdi til at eingi lesandi vórðu upp- tikin heystið 2009. Stýrið fyri Fróðskapar- setur Føroya hevur raðfest Søgu- og samfelagsdeild- ina í 2010, so at deildin kann fáa sett tey størvini aftur, sum gera tað møgu- ligt, at eini 50 ung fólk fáa møguleikan at lesa til bachelor í søgu ella stjórn- málafrøði her í Føroyum. Og at tey sum hava lokið bachelorútbúgvingina kunnu halda fram við masterútbúgving. Lesturin á Søgu og sam- felagsdeildini hevur verið millum tann best dámda á setrinum, og spurt verður hvønn dag, um útbúgving- arnar koma at verða ella ikki. Tíverri kann eingin á setrin- um svara teimum við vissu. Øll bíða vit eftir hvussu leikur fer fram í Mentamála- ráðnum. Spurningarnir verða helst fleiri á tiltakinum Markleys útbúgving, sum verður fyrsta dagin, men hvat skal setrið svara? Fer tað at eydnast Helenu Dam á Neystabø at vinna aftur tað sum á mist var í 2009, so tað kemur aftur á fíggjarlógaruppskotið, sum verður lagt fram fyrsta tinginum, so er hon eitt konubrot í føroyskum politikki. Fyrsta floks undir- vísingarhøli standa ótolin og bíða eftir studentum. Spenningur um Helenu Jóan Pauli JoEnsEn Bæði kringvarpsstjórin og heiðurligu fólkini, sum vóru í sjónvarpssending­ ini hóskvøldið, eiga, rós uppiborið fyri hesar kveikjandi 40 minuttirnar Millum kúlur og kríggj, sjálvmorðsbumbur, ein svøltandi heim og sjálv- rættvísi, sum vanliga er at síggja á skíggjanum og verður tikið inn frá CNN, BBC, DR, TV2 o.ø., má sigast, at hugaligt var at fáa sendingina á skíggjan, undir heitinum »Tá eldur kemur í gamalt hoyggj«. Fyri hesa sending eigur Kringvarpið og kring- varpsstjórin, Annika Mittún Jacobsen, stóran heiður uppibornan. Hvussu sendingin var sum professionel filmati- sering, fari eg ikki at geva meg í kast við, tí tað havi eg ikki skil fyri, men fyri okkum vanligu hyggjarar var sendingin bæði upp- byggjandi, lívsjáttandi og moralsk kveikjandi. Tað sást, at her var væl av arbeiði lagt í. Ofta eru atfinningar framdar móti okkara loft- miðlum, stundum av røtt- um, hesir miðlar eru so stórur partur av okkara gerandisdegi – sjálvur havi eg av og á eisini ligið framvið. Hóast sendingarnar eru ymiskar og góðskan, so eru ikki so fáar góðar sending- ar, men tað átti eisini at verið ein sjálvfylgja. Men, sendingina hós- kvøldið, eiga bæði kring- varpstjórin rós uppiborna fyri og tað sama eiga hesi heiðurligu fólk, sum vóru í hesi frákíku sending. Takk fyri hesa áhuga- verdu og lívsjáttandi sending. Áhugaverd og lívsjáttandi sending JóGvan við KEldu viðmerkingar