Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 21. september 2009 – Nr. 179 Hetta er avtalan, sum varð undir­ skrivað millum NSÍ, KÍ og FSF. Avtalan bindur FSF at gjalda 60.000 krónur til NSÍ, men bert 40.000 av hesum eru tryggjaðar sum gjald frá KÍ FSF-forsetin sigur seg virða, at Aganevndin hevur málsræði av málum sínum, men hann sigur samstundis, at tað er hansara ábyrgd at tryggja øllum pørtum - bæði feløgum, leikarum og Aganevnd - at mál, ið verða koyrd til Aganevndina, verða viðgjørd á einum fult upplýstum grundarlag, ið virðir rættindini hjá øllum Sum tað framgongur aðrastaðni á síðuni, so er tað í veruleikanum einki, sum heimilar FSF-forsetanum at leggja seg út í eina málsviðgerð hjá Aganevndini. Tað var tó júst tað, sum Høgni í Stórustovu gjørdi, tá hann fráboð- aði Aganevndini, at hann vegna FSF tók málið um leikbannið hjá Ahmed Keita og eitt annað mál aftur, fyri at fáa tey nøktandi upplýst, og í sama viðfangi boðaði frá, at B68 kundi brúka spælaran sunnudagin. Sjálvur sigur Høgni í Stórustovu, at hann væl veit, at hann í hesum málið gongur eina knívsegg. − Eg má bæði virða og verja tær mannaongdir, sum eru fyri eitt nú Aganevndina. Og eg havi heldur ikki beinleiðis lagt meg út í nakra málsviðgerð. − Hinvegin er tað mín uppgáva sum ovasti leiðari fyri føroyskan fótbólt, at tryggja tær mannagongdir, sum eiga at vera fyri mál av ymsum slag. Í hesum førinum bendir tað kanska á, við tað at málsupplýsingin ikki hevur verið nøktandi frá okkara síðu, at felag og leikari tí ikki fáa tey rættindi, sum tey annars altíð eiga at hava, og tað er ikki nóg gott. Tí havi eg tosað við forkvinnuna í Aganevndini, og boðað henna frá hví eg havi handlað, sum eg havi gjørt. Tað merkir hinvegin ikki, at eg ikki virði at tey hava málsræði á hesum máli, og ynski á ongan hátt at leggja meg út í avgerðir hjá nevndini. Men eg má tryggja mær og føroyskum fótbólti, at máls upp- lýsingin og manna gongdirnar í øllum málum fer fram á einum fullgóðum grundarlag. - Eisini eri eg harmur at koma bæði felag, leikara og Aganevnd í hesa støðu, men eg havi mett, at tað var neyðugt at blanda meg uppí út frá einum rættartrygdar- sjónarmiði, sigur Høgni í Stórustovu. Semjan, sum KÍ, NSÍ og FSF gjørdu um flytingina av Hjalgrími Elttør, kann kosta Fótbóltssambandinum 20.000 krónur Tá semja varð á náttartíð í málinum um spæliloyvið hjá Hjalgrími Elttør, varð ongan tíð sagt, hvussu semjan varð skrúvað saman. Norðlýsið fekk fríggjadagin hend ur á avriti av avtaluni, og sambært hesi hevur FSF sagt ja til at flyta NSÍ 60.000 krónur fyri spæliloyvið. KÍ hevur í sínum lagi játtað at gjalda 40.000 krónur, men hevur samstundis bundið seg til at fylgja løgfrøðisligum úrskurði, sum verður gjørdur um málið. Ein úrskurður, sí. um sambært avtaluni kann enda við, at FSF fær alla upphæddina, sum sambandið hevur lovað NSÍ. Men sum eisini kann enda við, at FSF rindar NSÍ 60.000 krónur, men bara fær 40.000 krónur aftur frá KÍ. Enn eru tó eingir pengar fluttir til NSÍ. Hvørki frá FSF ella KÍ. Tað er forsetin í FSF, Høgni í Stórus tovu, sum hevur undirskrivað avtaluna, men í skrivandi løtu ynskir hann ikki at gera nakra viðmerking til málið. − Grundleggjandi er talan um mál, sum ikki er avsluttað. Christian Andreasen kemur við sínum úrskurði, soleiðis at málið kann enda. Meðan málið koyrir, eri eg ikki sinnaður at gera nakrar viðmerk- ingar um hetta. Og fyrst og fremst verður tað nakað, sum vit tá koma at viðgera í starvsnevndini, áðrenn nøkur almenn útmelding kemur, sigur Høgni í Stórustovu. Ronaldo skoraði tvey Cristiano Ronaldo var í góða lagnum, tá Real Madrid í gjárkvøldið vann heili 5-0 á Xerex í sponsku landskappingini. Ronaldo skoraði í fyrsta minutti, og í seinna hálvleiki legði hann Madrid á odda 2-0. Eftir hetta skoraði Real Madrid tríggjar ferðir afturat. Álopsspælarin Ruud van Nistelrooy gjørdi comeback fyri Real Madrid og skoraði seinasta málið í dystinum. Adebayor manglar klassa Fyrrverandi Arsenal-framherjin Thierry Henry heldur lítið um framferðina hjá Adebayor, sum eftir at hann skoraði mál fyri nýggja felag sítt ímóti Arsenal, rann yvir til Arsenal-áskoðarar at feiðra málið.- Hann kundi vunnið nógva virðing við at latið verða við at feiðra málið ímóti Arsenal. Tað hevði verið eitt úttryk fyri ein vissan klassa, og eg skilji ikki, at hann gjørdi hatta, sigur Thierry Henry. Ábyrgd fram um jura FSF í jóla hýri jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk FSF á glíðibreyt At síggja til er málið um flyt ing ina av Hjalgrími Elttør alt annað enn dámligt fyri føroyskan fótbólt Ítróttarklumman Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var tann 26. juli, at FSF- forseting og formaðurin í Kappingar nevnd ini kallaðu KÍ og NSÍ til seming í málin- um um spæliloyvið hjá Hjalgrími Elttør. Nú er avtalan, sum tá varð gjørd, komin fram í ljósmála, og tað er ikki dámligur lestur, kann heilsast og sigast. Fyrst og fremst man hetta vera fyrsta ferðin, at eitt fótbóltssamb hevur bundið seg til at betala fyri flytingina av einum spælara. Tí í veruleikanum er tað júst tað, sum er farið fram. Um væl vil til, so fær FSF peningin aftur frá KÍ, men tað man tó vera langt ífrá alt, sum bendir á, at KÍ eigur at betala nakað sum helst – tó at felagið hevur bundið seg til at betala 40.000 krónur. Talan var um sáttmálabundnan spælara, sum ikki fekk sína løn, og sum tí hevði allan rætt at siga sín sáttmála upp. At KÍ síðani hevur roynt at lopið undan avtaluni, hevur minni at siga í so máta. Bæði móðurfelagið og smápartafelagið hava vegna KÍ skrivað undir avtaluni, og so er lítil nytta í at standa aftaná og siga, at hetta ikki var tað, sum avtalað varð. Tá hevði tað verið munandi skilabetri at sagt nei til at skriva undir. Verður niðurstøðan, at spælarin hevði rætt at slíta sáttmálan og tí var fríur fuglur á marknaðinum, er væl púra náttúrligt hjá KÍ og hinum feløgunum landinum at krevja sín egna gávukekk á kr. 20.000 frá FSF. Tí skal nakað høpi vera í, má tað væl vera líka fyri øll – og ikki meiri líka fyri nøkur. Samstundis er veruleikin eisini, at slapp málið at vera umsitingarligt – sum tað alt annað líka skuldi verið – so var málið longu avgreitt, at spæliloyvið varð sent KÍ av fyrstan tíð. Tað hevði gjørt NSÍ 60.000 krónur fátækari, men tað hevði samstundis verið ein lærupeningi um, at gjørdir sáttmálar eiga at virðast. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk