Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. september 2009 – Nr. 179 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17 Bellamy sló áskoðara Walisiski álopsspælarin Craig Bellamy skoraði tvey mál fyri Manchester City í dystinum ímóti Manchester United í gjár. Og eftir dystin kom Bellamy í klammarí við ein áskoðarar, sum var runnin inn á vøllin. Vaktir høvdu fingið fatur á áskoðaranum, men Bellamy sló áskoðaran í andlitið. Nú skal enska fótbóltssambandið kanna tilburðin, og tosað verður eisini um, at løgreglan skal kanna málið. Totti lættur at lesa Venjarin hjá italska felagnum Roma spælir av álvara við eld í hesum døgum. Hann finnist at stóru stjørnuni í Roma, Francesco Totti. - Hann er alt ov lættur at lesa. Sjálvt ein steinur dugir at síggja, hvussu hann spælir. Tí má hann royna at broyta seg og royna nakað nýtt, sigur Claudio Ranieri við Calsiomercato. - Eg sigi hetta ikki fyri at irritera Totti. Eg havi sera stóra virðing fyri honum og tí, sum hann hevur avrikað, sigur Ranieri. Aganevndin hevur sínar egnu heimildir, og tí kann FSF-forsetin ikki av sínum eintingum strikað leikbann, sum Aganevndin sambært lógunum hevur evstu heimild at áseta Tað var ein skelkaður B68-venjari, sum fríggjadagin fekk boð um, at hann ikki slapp at brúka topp skjútt- an hjá sær í knalldystinum í Gøtu móti Víkingi. Alla vikuna hevði B68 annars fyrireikað seg út frá kendu fortreyt- unum, men uttan at nakar í felag- num visti av tí, hevði Aganevndin viðgjørt eina hending, sum fór fram tann 5. august, tá B68 eisini spældi móti Víkingi. Úrslitið av viðgerðini varð, at Ahmed Keita fekk leikbann í ein dyst, og tað í sjálvum sær var merkisvert. Ikki minst, tí eygleiðarin, sum fekk hendingina við í sínum viðmerkingum, staðfestir, at hevði dómarin sæð tað, sum fór fram, hevði talan verið um gult kort. Og verður hugt at video-myndunum, er nok meira ivasamt, um kort skuldi verið givið til Keita ella til onkran av gøtumonnunum, sum royndu at tackla áleyparan aftanífrá. Slapp ikki at verja seg Men tað, sum er meira merkisvert, er, at Aganevndin als ikki fylgdu fyriskrivaðu reglunum, tá leik- bannið varð givið. Hvørki Keita sjálvur ella B68 fingu nevnliga møguleika at verja seg, og tað er als ikki í samsvar við reglur- nar, sum fyriskrivað partshoyring. Hetta gjørdi B68 vart við alt fyri eitt, og í telduposti til B68 skrivar Ísak Mikladal, aðalskrivari, at Agan- evndin viðgongur, at eitt mistak er framt. Telduposturin varð sendur leygardagin stutt fyri døgurða, men í sama posti verður sagt, at B68 hevur hoyringsfreist til klokkan 17 leygardagin. Við øðrum orðum brýtur Aganevndin tá av nýggjum við fyriskrivaðu reglurnar, har tað altíð hevur verið so, at felagið, sum skal hoyrast, fær tríggjar dagar til at koma við sínum svarskrivi. Øll Aganevndin ógegnug Christian Andreasen, sum er sakførari hjá B68 í málinum, svarar leygardagin sera hvassliga til FSF. - Fyri tað fyrsta hevur felagið krav uppá at síggja øll skjøl í málinum. Tað er fullkomuliga vónleyst at krevja eina frágreiðing frá felag- num innan kl. 17.00 í dag, tí hettar er ikki møguligt. − Eisini hevur felagið krav uppá munnliga viðgerð, og tí er eisini hesin parturin av avgerðini hjá Aganevndini í stríð við agareglugerðina. − Fari við hesum at biðja um eina grundgeving fyri, hví aganevndin hevur tikið hesar avgerðir. – Fyri mær virkar tað sum, at avgerðin er tikin uppá forhond. Nú skal ”formaliteturin” viðvíkjandi hoyring bara fáast frá hondini í ein fart, so aganevndin kann taka somu avgerð umaftur. – Soleiðis sum gongdin hevur verið í málinum skal eg við hesum gera galdandi, at verandi limir í aganevndini nú eru ógegnigir at taka støðu til málið yvirhøvur. Manglanndi hoyringin, og ólóligi framferðarhátturin hjá nevndini í dag bera greið boð um, at tað sum nú skal henda í málinum er, at formalia skal avgreiðast uppá hvamsvís, samstundis sum rættar- støðan hjá klienti mínum er givin uppá forhond, skrivar Christian Andreasen millum annað í teldubrævinum. Forsetin ógyldaði viðgerðina Í fyrstu atløgu broytti skrivið ikki minsta pettið, men fekk B68 leygar- kvøldið boð um, at úrskurðurin stóð við. Seinasta vendin í málinum kemur tó sunnudagin klokkan hálvgum tvey. Meðan Bill McLoud Jacobsen, venjari, og spælarar hansara fyrireika seg til dystin móti Víkingi, eru boðini brádliga, at Keita nú kortini kann spæla. Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, hevur tá sjálvur verið í málinum og biðið Aganevndina um at viðgerða málið av nýggjum. – Vit mugu bara ásanna, at í hesum førinum er ikki rætt fram, og ymsu sjónarmiðini í málinum eru ikki komin so væl fram, sum tey annars burdu komið, segði forsetin við sportalin, tá avgerðin var tikin. Hetta merkti, at Ahmed Keita hóast alt kundi spæla við í dystinum í Gøtu sunnudagin, men samstundis reisti tað eina rúgvu av spurningum um rættartrygdina innan FSF. Í fyrsta lagi leggur tað eina eyka ábyrgd á FSF, Aganevndina og fyri tað eisini Yvirkærunevndina, tá rættarskipanin í føroyskum fótbólti er mest sum yvirtikið málsøki. Tað setir í fyrsta lagi treytaleyst krav um, at ymsu dómsinstansirnir hjá FSF virða tær reglur, sum arbeiðast skal eftir. Tí kærumøgu- leikarnir eru avmarkaðir, og tí má avgerðin venda rætt longu í fyrstu viðgerðini. Og hóast mong helst vilja rósa forsetanum fyri at hava blandað seg upp í málið, so er tað als ikki í samsvari við reglurnar, at forsetin blandar seg í eina viðgerð hjá Aganevndini. Rættarskipanin innan fótbóltin er nevnliga skrúvað soleiðis saman, at ymsu instansirnir skulu arbeiða leyst av hvørjum øðrum. Og tá eigur uppíblanding av hesum slag ikki at fara fram. Heldur ikki, hóast allar møguligar góðar orsøkir eru til tess. Spældi ólógliga Seinasta staðfestingin í øllum er helst, at B68 í veruleikanum brúkti ólógligan spælara í dystinum móti Víkingi. Við tað at tað at Starvs- og Aganevnd virka púra óheftar av hvørjum øðrum, hava starvs- nevndar limir onga heimild at ógylda tað, sum sagt verður av Aganevndini. Heldur ikki forsetin hevur slíka heimild. Soleiðis er einki í reglunum, sum á nakran hátt heimilar forsetanum at ógylda eitt leikbann. Seinasta útmeldingin frá Aganevndini er, at spælarin er leikbannaður, og verður tann avgerðin broytt av nøkrum sum helst øðrum enn Aganevndini sjálvari, er tað eisini ein spurningur, hvør nytta yvir høvur er í slíkari nevnd. Keita spældi ólógliga jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Uttan at vita av tí, fekk Ahmed Keita tilskrivað leikbann fríggjadagin. Hálvan annan tíma undan dystarbyrjan komu tó kontraboð úr FSF