mánadagur 21. september 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 21. september 2009 – Nr. 179
Einasta staðfestingin á
triðja seinsta leikdegnum
varð niðurflytingin hjá 07
Vesturi. HB snávaði aftur
hesaferð, og nú byrjar so
smátt at lukta av gummi
í norðara endanum av
Gundadali
Við bara tveimum umførum eftir at
spæla, er Vodane-deildin meira
spennandi, enn hon hevur verið
tær nógvu seinastu vikurnar. Bæði í
toppi og botni.
Í oddinum hevur tað í fleiri vikur
verið spurningurin, nær HB vissaði
sær gullið, og kanska er tað eisini
hugburðurin, sum spælararnir
sjálvir hava havt.
Í øllum førum er úrtøkan hjá HB
seinastu seks dystirnar als ikki tann,
sum líkist einum meistaraliði, og dyggi
lúsingurin í Fuglafirði ber við sær, at
HB framvegis »bert« er fimm stig
framman fyri EB/Streym, sum greiddi
torføran setning á útivølli til UG.
Hóast avgerðin framvegis liggur
fult og heilt hjá HB, so er ikki sørt, at
støðan minnir um hana, sum var
fyri tveimum árum síðani, tá EB/
Streymur í seinastu minuttunum av
seinasta dystinum misti FM-heitið,
sum annars leingi lá so púrasta
trygt til felagið.
Á pappírinum er talan tó um
yvirkomuligar uppgávur hjá HB
seinastu umførini, tá teir spæla
móti teimum báðum, sum eru
niðast á talvuni. Men eingin ivi er
um, at KÍ kann geva oddaliðnum og
arvafíggindunum ein skarpan gang
í Gundadali, og hendir tað, kann
væl vera, at alt stendur og fellur við
seinasta dystinum hjá HB, tá teir á
útivølli skulu spæla móti nú
niðurflutta 07 Vestur.
Kapprenning í botninum
Sigurin hjá ÍF á HB staðfesti
samstundis, at Vodafone-deildin í ár
skal siga farvæl við annað hvørt
B36 ella KÍ. Bæði liðini eru av álvara
farin í holt við kapprenning í
botninum, og enn hevur B36
munin í hesari kapping.
Kravið hjá KÍ er í minsta lagi fýra
stig í teimum báðum komandi
dystunum móti HB og EB/Streymi,
meðan B36 helst skal fáa okkurt fyri
sínar dystir móti Víkingi og B68.
Nú kann sjálvandi vera, at allir
spurningar í hesum verða svaraðir
longu sunnudagin, men undir
øllum umstøðum stendur púrasta
greitt, at talan verður um fullsett
áskoðaraskýli í Gundadali
sunnudagin. Og neyvan munnu
reyðu leyvurnar hjá HB fara at taka
á við KÍ hesaferð.
Europisku plássini
Hjá AB og ÍF kundu úrslitini
sunnudagin bent á, at kappingin
nú er av fyri teirra viðkomandi, men
enn stríðast Víkingur, EB/Streymur,
B68 og NSÍ um heiðursmerki og
europiskan fótbólt. Her er greitt, at
Víkingur longu hevur vissað sær sítt
pláss umvegis steypakappingina,
og so er bara spurningurin, hvørji
tvey lið skulu fylgja teimum í
hesum.
Terry vil venja Chelsea
Liðformaðurin hjá Chelsea, John Terry, hevur júst gjørt
nýggjan fimm ára sáttmála við Chelsea, og hann verður
roknaður sum hjartað á Chelsea-liðnum. John Terry avdúkar
nú, at hann saktans kundi hugsa sær at hildið fram í
felagnum, tá hann gevst at spæla. - Eg ætli mær at verða
venjari, tá eg gevist at spæla, og eg hevði elskað at verðið
venjari hjá Chelsea, sigur John Terry við Daily Express.
Jónas fekk avsmurning
Tað gongur einki hjá Frem í donsku 1. deild. Higartil hevur liðið
bert fingið eitt stig, og um vikuskiftið varð Frem hølvað av. AC
Horsens tók ímóti Frem, og tað endaði við heili 8-1 til teir úr
Horsens. Í hálvleikinum var støðran longu 4-0 til AC Horsens. Frem
minkaði um munin til 5-1, men seinasta korterið skoraði AC
Horsens trý mál afturat.
Trúgva upp á
møguleikan
Heðin Askham, venjari hjá EB/
Streymi, fegnast, at liðið
framvegis hevur møguleika at
røkka meistaraheitinum.
- Vit trúgva uppá tað, so
leingi tað er teoretiskur
møguleiki, men kiksa vit
einaferð, so er liðugt. Tí mugu
vit taka ein dyst á gangin, og
bara taka tað vit fáa, segði
Heðin Askham eftir sigurin í
gjár.
Hann legði afturat, at hann er
sera fegin um spælið hjá EB/
Streymi og at hann gleðist um,
at leikararnir ongantíð bakkaðu.
- Vit vóru púra klárir, tá
dysturin byrjaði, og so blivu vit
bara betri og betri, staðfesti
Heðin Askham.
-eij
Torført at seta
leikarar upp
AB er tryggjað í deildini, og
hetta metir John Petersen,
annar av venjarunum hjá AB,
hava við sær, at leikararnir taka
ov lætt upp á tingini.
- Tú kanst siga, at tað er
torført at seta leikararnar upp.
Vit høvdu ein stima, sum
bjargaði okkum endaliga, og tí
kann tað vera, at spælararnir
slappa ov nógv av. Men spæl-
ararnir eru eisini greiðir yvir, at
hetta ikki skal vera myndin av
AB gjøgnum árið, segði John
Petersen.
Hann staðfestir eisini, at EB/
Streymur var nógv tað betra
liðið í gjár.
- Kvaliteturin í øllum vit gera
er lægri enn hann eigur at vera.
Men tað spælir eisini við, at
Aristide ikki er við í dag, tí tað
skapar eitt sindur av órógvi í
miðverjuni. Men tað eigur ikki
at gera munin til 3-0, staðfestir
John Petersen.
-eij
Umframt leikbannið til
Keita gav Aganevndin
eisini gult kort til Hanus
Thorleifsson hjá HB. Og
heldur ikki har vilja tey
góðtaka mannagongdina,
sum ikki innihelt parts
hoyring
Talan var um kontroversiella
hending, tá Hanus Thorleifsson í
heyst skoraði til 2-0 í útidystinum
hjá HB móti KÍ.
Sjónvarpsmyndirnar vístu greitt,
at Hanus nýtti hondina, tá hann
fekk bóltin fram við Jákupi
Mikkelsen, men dómarin sá ikki
hendingina, sum tí gav mál.
Aganevndin hevur nú viðgjørt
málið, og har eru tey samd um, at
hetta átti at kosta gult kort til spæl-
aran. Eitt kort, sum tó ikki fær stór-
vegis ávirkan, tí spælarin nú er farin
til Danmarkar í útbúgvingar ørindum.
Eins og við málinum um leik-
bannið til Ahmed Keita, so vantar
partshoyring í málsviðgerðini, og
tað vil leiðslan í HB ikki finna seg í.
- Eitt er, at ein avgerð verður tikin
um at sekta ein leikara fyri eitt brot,
ið skal vera framt fyri so langari tíð
síðani, talan er um einar 6 vikur.
Men annað er, at vit als ikki vóru
varug við, at hetta málið var á veg
ella varð viðgjørt. Og tað kenst
løgið at skula gera viðmerkingar til
eitt mál ella verða hoyrdir - eftir at
málið er avgjørt, skrivar Niels Juel
Arge, formaður í HB millum annað í
teldubrævi til FSF.
- Øll lið og allir venjarar vilja sera
fegnir vita, hvørjir leikarar eru tøkir,
men í hesum førinum hevur eingin
vita nakað, fyrr enn avgerðin brád-
liga verður almannakunngjørd - á tí
seinasta gerandisdegnum undan
einum avgerandi leikumfari, sum tey
seinastu leikumførini vanliga eru.
- Hetta kann ikki góðtakast, og tí
vilja vit heita á FSF um nú antin at
rudda upp í sínum reglum og
lógum - ella í minsta lagi umsita
hesar, so tær ikki eru til bága fyri
limirnar í FSF. Tað ger ikki støðuna
betur, at eisini onnur (iva)mál eru á
skránni fyri tíðina.
- Sum støðan er í løtuni, kenna
nógv feløg seg ikki serliga trygg,
hvat umsiting og tulking av reglum
FSF's viðvíkur, og tað er ikki nøkt-
andi. Úti í feløgunum verður løgd
stór, ólønt, orka í at fáa tingini at
hanga saman, og tí hava feløgini
ikki tørv á slíkari ógreiðu um lógir,
reglur og umsiting av hesum,
stendur at enda í teldubrævinum.
HB mótmælir eisini
Gummiroykur í Gundadali
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
HB var fyri stórum vónbroti í Fugla
firði. Enn er avgerðin um FMheitið
fult og heilt í hondunum hjá HB, men
somu hendir eru av álvara farnar at
ristast, nú bara tvey umfør resta av
kappingini
Seinastu umførini
26. umfar
27-Sep
HB
- KÍ
27-Sep
EB/Streymur
- ÍF
27-Sep
NSÍ
- AB
27-Sep
Víkingur
- B36
27-Sep
B68
- 07 Vestur
27. umfar
3-Oct
B36
- B68
3-Oct
AB
- Víkingur
3-Oct
ÍF
- NSÍ
3-Oct
KÍ
- EB/Streymur
3-Oct
07 Vestur
- HB
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk