Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. september 2009 – Nr. 179 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19 Adebayor tók gaggurnar Emmauel Adebayor er ein ópopulerur maður í Arsenal, og í gjár skrivaði News of the World um eina orsøk til, at Adebayor er illa dámdur í Arsenal. Eftir seinasta dystin í fjør tók Adebayor allar gaggurnar, sum Arsenal-spælararnir høvdu spælt í. Vanliga verða hesar gaggur latnar til vinir ella vælgerandi endamál, men Adebayor fór avstað við øllum gaggunum, tá hann gavst í felagnum, og tað vóru spælararnir sera misnøgdir við. Julian vann stórt á Popczynski Um vikuskiftið spældu Svendborg og Aarhus Fremad í donsku 2. Deild vestur. Á liðnum hjá Svendborg spælir Julian Johnsson, og Krzysztof Popczynski er venjari hjá Aarhus Fremad. Tað vóru Julian og teir, sum vunnu hendan dystin – og tað við lít. Svendborg vann 6-2, eftir at støðan hevði verið 4-1 í hálvleikinum. Ein, sum eitur Hassan Bashir, skoraði heili fýra mál fyri Svendborg. Hvørja ferð HB nærkaðist ÍF-brotsteiginum, gjørdust beinini bleyt, og fult uppiborni sigurin hjá ÍF, ið saktans kundi verið størri, var í veruleikanum ongantíð hóttur Tað er næstan sum við klæðunum hjá keisaranum, at børnini settu orð á tað, sum øll sóu. Í øllum førum er tað eingin í HB, sum vil viðganga tað, øll onnur nú síggja sólarklárt: HB hevur gummibein! Dysturin í Fuglafirði í gjár var tann fjórði á rað, sum kundi metast við at hava bæði sett- og matsjbólt, men tá tað kom til stykkis, vóru beinini ov bleyt. Til síðst lýsti tað av HB-arunum inni á vøllinum, at teir slett ikki trúðu upp á tað, sum teir gjørdu – og tí komu teir heldur ikki úr stað. So spyrst, um tað veruliga skal verða í komandi dystinum ímóti KÍ, at HB langt um leingi fær tað burturúr, sum øll onnur høvdu væntað, at HB langt síðani skuldi fáa burturúr. Og so spyrst, um talan verður um »hevnd« fyri 2006, at tað í staðin verður EB/Streymur, ið stingur av við øllum… Tá alt hetta er sagt, skal so eisini leggjast aftrat, at ikki ein fingur kann setast á avrikið hjá ÍF, sum allan samlan dystin hevði fult tamarhald á tí, sum hendi. Fugl- firðingar skaptu eitt hav av kjans- um, ið gjørdu 3-0 sigurin fult uppibornan, meðan HB stórt sæð ikki skapti nakað sum helst. Knøpp byrjan Dysturin fekk annars eina nokk so knappa byrjan longu í øðrum minutti, tá bólturin brádliga kom í armin á Poul Thomas Dam, sum í egnum brotsteigi var í nærdysti við Nenad Saric. Brotssparkið setti Frank Poulsen kaldliga í málið til 1-0 minuttin eftir, og so var ÍF annars komið í gongd. Sekundvísarin var ikki komin eina ferð runt, so fekk Andrew av Fløtum sent eitt gott skot ímóti ÍF-málinum, men har var Andras Gango sum køtturin uppi og fekk beint bóltin út til horna. Hetta var í roynd og veru einasti veruligi stóri málkjansurin hjá HB í dystinum, og skal ein annar teljast við, var tað eitt gott skot frá innskifta Jóhan Ejvind Restorff Mouritsen ímóti endanum, sum Gango somuleiðis fekk beint uppum. Meira var ikki í oddaliðnum í gjár, og tí hevði liðið so sanniliga heldur ikki uppiborið betur, enn at tapa sannførandi fyri ÍF. Gamaní, hevði HB bóltin nógv og enntá nógv meira enn ÍF, men tað var altso til onga verðsins nyttu, tí HB-ararnir dugdu ikki at brúka tað til nakað. Serliga í fyrra hálvleiki hevði HB eitt hav av hornaspørkum, men ikki eitt tað einasta gjørdist vandamikið. Ólíka var í hinum endanum, tá ÍF fekk síni hornaspørk, tí tá spurdist næstan altíð ein ella onnur roynd á málið, og bæði Bartal Eliasen og Rógvi Jacobsen høvdu síni tilboð í teimum støðunum. Tvær málperlur Seinni hálvleikur helt fram á sama hátt, men framvegis kom púrt einki burturúr hjá HB-arunum, ið fingu bleyt bein, so skjótt teir nærkaðust brotsteiginum hjá fuglfirðingum. Hinvegin skal aftur sigast ÍF til rós, at verjan stríddist væl og fekk ferð eftir ferð tikið broddin av gest- unum, áðrenn tað nakrantíð kom til vandastøður. Og so var tað, at ÍF ímóti endanum gjørdi bart og lukkaði dystin fullkomuliga. Fyrst endaði ein av mongum túrum hjá Andy Olsen fram ígjøgnum vinstru síðu við, at hann sendi inn til Rógva Jacobsen, sum var púra fríur og hevði góðar stundir at bíða eftir nógv besta HB-aranum, Marcin Dawid, ið kom út ímóti, áðrenn hann hegnisliga lyfti bóltin upp um hann og í málið til 2-0. Hetta gjørdi enda á øllum spenningi, men ÍF var ikki liðugt fyri tað. Enn eina ferð var tað Andy, sum gjørdi um seg, tá hann í aðru atløgu fekk sent høgt og væl innfyri, har Dánjal á Lakjuni kom høgt upp at hanga, áðrenn hann í einum bleytum boga skallaði bóltin í HB-málið við dagsins detalju til 3-0! Tað gjørdust við øðrum orðum tvær sannar málperlur, ið rundaðu dystin í Fløtugerði av, áðrenn fuglfirðingar fóru fegnir til hús og havnarmenn heldur lotari máttu smoyggja sær avstað við sínum gjøgnumbloyttu rakettum og óopnaðu sjampanjufløskum… Vit trúðu upp á tað ÍF-framherjin, Rógvi Jacobsen, ið avgjørdi dystin ímóti HB, tá hann skoraði til 2-0 stutt fyri dystarenda, var sera vælnøgdur við sigurin, ið tryggjaði ÍF fram- haldandi tilveru í Vodafone- deildini. – At vit vunnu 3-0, var kanska meira, enn vit høvdu roknað við. Men vit trúðu uppá, at vit kundu taka teir í dag. Nú er mestsum sloppið hjá okkum, og tað er fantastiskt, segði hann. – Síðstu dystirnar hevur HB ikki skapt so nógv, so tí vóru vit ikki bilsnir av, at teir spældu, sum teir spældu. Tað, sum var mest vandamikið hjá teimum, vóru deyðbóltar, men tað er okkara styrki, so har komu teir ikki til so nógv. Eg haldi ikki, at teir høvdu nakran veruligan kjans í opnum spæli. Rógvi sigur, at tá ÍF beinan- vegin fekk eitt skjótt mál, so koyrdi bara hjá teimum: – Hatta var eitt tilvildarligt brotsspark, men bólturin kom í armin á manninum, og so er tað brotsspark. Ímóti endanum fingu vit so tvey góð mál aftrat, og eg haldi, at vit vunnu fult uppiborið. hil Ikki nóg gott Liðformaðurin hjá HB, Fróði Benjaminsen, mátti eftir dystin í Fuglafirði í gjár ásanna, at av rik ið hjá HB ikki hevði verið nóg gott. – Vit fóru til Fuglafjarðar fyri at vinna dystin, men taptu 3-0, og tað var ikki nóg gott. Vit koma ikki til nakrar serligar 100 prosents kjansir, og tað er kanska vansin hjá okkum, segði hann, men vildi kortini ikki hoyra taling um, at HB hevur fing ið tey tiltiknu gummi- beinini. – Nei, hetta er bara svartasta óhepni. Teir fáa eitt sera bíligt brotsspark og skora upp á tveir kontrabóltar, tá vit noyðast at fara fram. Teir vóru vandamiklir í mótálopunum, meðan vit ikki megnaðu at skapa nóg nógv. At næsti dystur er ímóti KÍ, sum stríðist fyri at yvirliva í Voda fonedeildini, heldur Fróði Benjaminsen ikki vera nakað, ið ger uppgávuna lættari: – Allir dystir eru sera truplir, so tað verður eisini ein sera trupul uppgáva hjá okkum. Men vit hava nú ætlað okkum at vunnið hvønn dyst, so tað verður tað sama, vit fara eftir ímóti KÍ. Hil einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen HB ÍF ÍF-HB 3-0 (1-0): Fuglfirðingar fastir á fótum Andy Olsen, Rógvi Jacobsen og Hans á Lag standa spentir og bíða, um tað verður Øssur Dalbúð ella Svend Fuglø Jacobsen, ið vinnur luftdystin beint uttan fyri HB-brotsteigin Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir