Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 21. september 2009 – Nr. 179 Holst søkti oddaliðið Silkeborg vann ein rættiliga óvæntaðan sigur ímóti oddaliðnum í superliguni, AaB, leygardagin. Dysturin í Aalborg endaði við 1-0 sigri til Silkeborg. Christian Lamahauge Holst sat á beinkinum, men eftir at hann og ein liðfelagi komu inn stutt eftir steðgin, kom rættiligt lív í Silkeborg. Holst hevði eitt skot á stongina, og lítla løtu seinni skoraði Rajko Lekic sigursmálið í dystinum. Claus Bech tapti Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin í fótbólti, Claus Bech Jørgensen, roynir seg nú í enska felagnum Fleetwood Town, sum spælir í fimtbestu deildini. Fyrsti dysturin í nýggja felagnum endaði við stórsigri fyri viku síðani, men hetta vikuskiftið máttu Claus og teir lúta fyri Hyde United. Trý mál vórðu skotin seinatu 12 minuttir av dystinum, og Hyde fekk tvey av teimum og vann tí dystin. Við knúsandi sigri á AB andar EB/Streymur nú HB í nakkan. AB kom ongantíð í gongd, meðan Arnbjørn Hansen – við tveimum mál­ um – og hinir EB/Streyms­ leikararnir vóru í hopla HB hevur gummibein, men stigini eru so nógv og dystirnir so fáir, so tað sýnist nærum ógjørligt at vinna inn á HB. Men við sigrinum í gjár, og ósigrinum hjá HB, andar EB/ Streymur teir reyðu og svørtu í nakkan. AB var nóg illa at síggja á vøll- inum, men ósigurin ger ikki stóran mun hjá uppflytarunum, sum gjøg- num árið væl og virðiliga hava víst, at teir eiga at vera í bestu deildini. Hetta vístu teir tó ikki í gjár. 2X Arnbjørn Kollfirðingurin, sum fyri kappingar- árið varð mettur at vera leikarin, sum við nóg nógvum málum kundi gera EB/Streym til eitt lið, sum kundi endurvinna meistaraheitið, hevur ikki verið so øgiliga eyðsýndur í ár. Men í gjár ætlaði hann sær okk- urt og gjørdi tvey mál. Eitt eftir deyðbólt og eitt eftir at vera settur í spæl. Hetta hevur við sær, at Arnbjørn Hansen nú er á næst- fremsta plássinum yvir toppskjúttar í deildini, og sær út til at vera aftur í gomlum formi. EB/Streymur í hopla Tað sást beinanvegin, at EB/ Streymur ætlaði sær okkurt í rímil- iga veðrinum á Argjum. Argjamenn vóru alla tíð eitt fet ov seinir, so tað kundi væl verið, at EB/Streymur var á odda, áðrenn felagsliðið fekk fyrsta málið. Tað sást væl, at Tehe Aristide ikki var millum leikararnir á vøllinum, tí EB/Streymur hevði gott pláss í verj- uni hjá AB, har Kenneth Jacob sen og Morten Overgaard royndu at halda skil á Arnbirni Hansen og restini. Men tað nyttaði lítið tí EB/ Streymur var í hopla og spældi skjótan og góðan fótbólt allan dystin. Vunnu miðjuna Hóast tað vóru álopsleikararnir hjá EB/Streymi, sum vóru mest eyð- sýndir, so var dysturin í veruleik- anum vunnin á miðjuni, har Pætur D. Jacobsen og Pauli G. Hansen vóru rættiliga eyðsýndir og forðaðu fyri, at AB fekk nógvar møguleikar. Tó so. Tróndur Sigurðsson bleiv einaferð leysur, men havnarmað- urin var onki serliga avgjørdur og fann ikki útav at skjóta. Áskoðararnir rýmdu Men tað sum eyðkendi alt kring dystin, var at AB ikki hevur nakað at spæla fyri. Teir eru tryggjaðir í deildini og kunnu ikki vænta nakað longur uppi. Hetta eru teir helst eisini nøgdir við. Tað sást eisini á áskoðarafjøldini, at tað ikki var so týdningarmikið, at liðið vann, tí so skjótt EB/Streymur kom upp á 0-3, rýmdi størsti part- urin av AB áskoðarunum undan regninum, so lítið mótspæl var til damurnar í EB/Streymi, sum veru- liga sungu í regninum. Alt í alt kann staðfestast, at úrslitið ongan týdning hevur fyri AB, og EB/Streymur er tryggari á øðrum plássi og hevur enn teoretiskan møguleika at hevna 2006. Trúgva upp á møguleikan Heðin Askham, venjari hjá EB/ Streymi, fegnast, at liðið framvegis hevur møguleika at røkka meistaraheitinum. - Vit trúgva uppá tað, so leingi tað er teoretiskur møguleiki, men kiksa vit einaferð, so er liðugt. Tí mugu vit taka ein dyst á gangin, og bara taka tað vit fáa, segði Heðin Askham eftir sigurin í gjár. Hann legði afturat, at hann er sera fegin um spælið hjá EB/ Streymi og at hann gleðist um, at leikararnir ongantíð bakkaðu. - Vit vóru púra klárir, tá dysturin byrjaði, og so blivu vit bara betri og betri, staðfesti Heðin Askham. -eij Torført at seta leikarar upp AB er tryggjað í deildini, og hetta metir John Petersen, annar av venjarunum hjá AB, hava við sær, at leikararnir taka ov lætt upp á tingini. - Tú kanst siga, at tað er torført at seta leikararnar upp. Vit høvdu ein stima, sum bjargaði okkum endaliga, og tí kann tað vera, at spælararnir slappa ov nógv av. Men spælararnir eru eisini greiðir yvir, at hetta ikki skal vera myndin av AB gjøgnum árið, segði John Petersen. Hann staðfestir eisini, at EB/ Streymur var nógv tað betra liðið í gjár. - Kvaliteturin í øllum vit gera er lægri enn hann eigur at vera. Men tað spælir eisini við, at Aristide ikki er við í dag, tí tað skapar eitt sindur av órógvi í miðverjuni. Men tað eigur ikki at gera munin til 3-0, staðfestir John Petersen. -eij 0-1: Hornaspark langt innfyri. Verjuleikarin svevur og Arnbjørn Hansen stútar bóltin inn. 0-2: EB/Streymur fer í kontraálop, men ferðin fer av álopinum. Pætur D. Jacobsen setir álopið í gongd aftur, og eftir fleiri statiónir og gott spæl trillar Levi Hanssen bóltin inn í málið úr umleið einum metri. 0-3: Sorin Anghel fer framvið mesta partinum av AB verjuni í vinstru síðu, áðrenn hann við vinstra beini leggur bóltin til Arnbjørn Hansen, sum trillar bóltin millum beinini á Tórði Thomsen. Málini AB­EB/Streymur 0­3 (0­2): Arnbjørn andar HB í nakkan EB/Streymur AB eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu Tehe Aristide var ikki við hjá AB, og tað kann vera ein orsøk til, at Arnbjørn Hansen er so leysur, tá hann skorar til 0-1 Mynd: Sofus D. Johannesen