mánadagur 21. september 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 21. september 2009 – Nr. 179 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Øssur tekur eitt ár afturat
38 ára gamli veteranurin hjá B68 hevur sagt felagnum frá, at hann eisini
tekur eitt tørn í 2010. Øssur Hansen er um nakar Mr. B68 í verandi hópinum
hjá B68. Hóast hann sum spælari eisini hevur verið í GÍ, B36 og donsku
feløgunum, Vejle, Herning og B93, so er tað fyrst og fremst B68, sum hevur
verið hjartabarn hansara. Og tað verður tað eisini í 2009. Fyri einum ári
síðani vóru boðini annars, at hann var givin, men hann fann tó gaggurnar
fram aftur. Í ár hevur hann verið týðandi partur av góðu úrslitunum hjá
B68, og tað ætlar hann sær altso eisini at vera í 2010, veit heimasíðan hjá
B68 at siga. Øssur var eisini í fleiri ár fastur maður í føroyska
landsliðshópinum, har tað gjørdist til 51 landsdystir og tvey mál.
Maze vann EM
Danski Michael Maze vann í gjár EM-heitið í
borðtennis. 28 ára gamli danin spældi í finaluni
móti Serner Schlager úr Eysturríki, og hendan
dystin vann Maze 11-8, 11-8, 12-10, 6-11, 11-7.
Umframt at vinna gull í einmansleiki, var Maze
eisini høvuðsmaðurin danska silvurinum í
liðkappingini, og er talan um fyrstu ferðina
yvirhøvur, at Danmark vinnur meira enn eitt
heiðursmerki í EM í borðtennis.
KÍ vann botnfinaluni og
hevur tí framvegis vón
um at lívbjarga sær í
Vodafone-deildini. Hin-
vegin er tað nú ein veru-
leiki, at steðgurin hjá 07
Vest ur í fremstu deildini
bert gjørdist eitt ár hesa-
ferð
Regnið argaði allan dystin í Klaksvík,
og tað kendist nakað sigandi, at
slúsu rnar av álvara opnaðu seg
seinasta korterið av botnfinaluni.
Við úrslitinum, sum stóð á talvuni, tá
90 minuttir vóru farnir, skolaðu
seinas tu vónirnar hjá 07 Vesturi
burtur.
Uppiborið
Veruleikin er væl eisini, at talan var
um uppibornan sigur hjá KÍ, sum
støðugt var liðið, ið vildi meira á
vølli num, og sum eisini var liðið,
sum kom til so nógv teir mestu
møgu leikarnar.
Fyrra málið var tó kanska tann
minsti av hesum, tá Hjalgrím Elttør
úr truplum vinkli skeyt hálvforkølað
við vinstrabeininum. Men forkølað
ella ikki, so snýtti skotið fullkomuliga
Trygva Askham í gestamálinum.
07 Vestur hevði sum heild ser-
stak liga lítið at bjóða uppá fyri
steðg in, og Jákup Mikkelsen hevði
úr at gera við at halda seg heitan í
tráa ælaveðrinum, sum dagurin
beyð honum og hinum á vøllinum.
KÍ hevði kanska ikki so nógvar
aðrar møguleikar, men tað sást á øll-
um brøgdum, at teir á degnum vóru
grammara liðið.
Eftir steðgin mannaði 07 seg
nakað upp, og ta einu ferðina var
Tór- Ing ar Akselsen um reppið at
javna, tá hann gjørdist leysur, men
Jákup bjargaði tó frágera væl.
Í hinum endanum gjørdist alt
meira opið, so hvørt sum gestirnir
royndu at spenna álopsbogan. Men
hvørki Heðin á Lakjuni ella Steffan
Kalsø vóru nóg neyvir, tá teir høvdu
risa- møguleikar, men tað stillaði
nervar nar hjá heimaáskoðarunum,
sum Sørmund Kalsø stútaði horna-
spark í netið.
Sigurin kundi verið munandi
størri, men hóast tveir fríleyparar
afturat, so fekk KÍ ikki punkterað
spenn ingin. Og tað var um reppi at
kosta móti dystarenda.
Beint áðrenn teir 90 minuttirnir
vóru farnir, fekk Gunnar Haraldsen
stútað hornaspark í netið, eftir at KÍ í
tveim um umførum hevði bjargað
mest sum á strikuni. Og so flutti 07
Vest ur alt fram seinastu løtuna –
men til fánýtis skuldi tað vísa seg.
Toppurin bíðar
Við sigrinum heldur KÍ framvegis
fast um vónina um, at felagið eisini
er í fremstu røð í 2010. Men enn er
arbeiðið ikki liðugt – og tað langt
ífrá.
Seinastu tvey umførini skulu sum
mini mum geva fýra stig, um KÍ skal
liva víðari, og hesi stig skulu altso
fáast til vega móti HB í Gundadali
og EB/Streymi í Klaksvík.
Meira enn nakað man vónin hjá
KÍ nú vera, at HB veruliga hevur fing-
ið gummibein av slíkum slag, at teir
snáva einaferð afturat. Gera teir tað,
kann KÍ syrgja fyri, at FM- spenn ing-
ur in heldur sær til seinasta leikdag,
har KÍ so aftur kann gera sítt fyri at
taka spenningin úr hesum stríðnum
aftur.
Vestur og farin
Hjá 07 Vesturi var dysturin ein
staðfesting av, at bjargingarroyndin
hjá felagnum ikki rakk á mál. Tað
vóru annars tekin um ein bjarging,
tá dystirnir móti Víkingi og B36
vórðu vunnir, men tað eydnaðist
ikki liðnum at halda fast í momen t i-
num, sum tá varð skapt, og seinastu
um førini steðgaði meira ella minni
heilt upp hjá vágamonnum, sum
altso aftur spæla leygardagsfótbólt
koman di kappingarár.
Kunnu bara
gera okkara
Eftir næsta sigurin á rað, vóru smíl-
ini eitt sindur frammi í KÍ-hølunum,
tó at teir als ikki eru komnir á mál
við bjargingarroyndini.
- Vit mugu bara royna at gera
okkara, og tað gjørdu vit í dag, men
enn eru hini úrslitini ikki í parti við
okk um. Vit kunnu so bara gera tað,
at vit fara út at vinna tveir stuttligar
dyst ir afturat, segði Hjalgrím Elttør
eftir dystin sunnudagin.
Og tveir sigrar eru nóg mikið hjá
tykk um?
- Tað mugu vit vóna. Vit hava HB í
Havn, har teir vónandi hava fingið
eitt sindur av gummibeinum, og so
hava vit EB/Streym her norðuri. Tað
eru tveir truplir dystir, men vónandi
klára vit at vinna teir, segði Hjalgrím.
-mørk
Fingu ikki
armarnar niður
Jón Nielsen hjá 07 Vestur var vón-
brot in, men hann tóktist avkláraður
um støðuna, tá tað eftir dystin í
Klaks vík kundi staðfestast, at 07
Vest ur verður annar av niður flytar-
unum í ár.
- Vit høvdu ov lítið at bjóða uppá
í dag, og tað var nokk uppiborið, at
KÍ vann dystin.
Fyri einum trimum umførum
síða ni tóktist tað, sum vóru tit veru-
liga ígongd við eina bjarg ingar-
roynd. Kiksaði hon, tá tit mistu
sigur in móti ÍF seinast?
- Eg haldi, at hon steðgaði upp
und an hesum. Til dømis mistu vit
eisini sigurin, tá vit spældu móti
NSÍ. Eg haldi, at prátið, sum gekk
um, at vit nú vóru í ferð við at
bjarga okkum, fekk armarnar hjá
spælar unum upp, og vit hava ikki
fing ið armarnar niður aftur síðani.
Vit arbeiða ikki sum eitt lið, men
dúva upp á einmansavrik og langar
bólt ar, og tað er tað, sum oyði legg-
ur okkum í løtuni, segði Jón Nielsen.
Tit hava nú tveir dystir eftir at
spæla í ár. Hvussu er motivatiónin
til hesar dystirnar?
- Um hon er tann sama, sum hon
var í dag, so er hon øgiliga vánalig.
Her er ov lítil vinnaramentalitetur
og stríðsvilji í løtuni. Eg hopi bara
tað, at menn fara at spæla fyri at
vinna og fyri at hava tað stuttligt í
seinas tu dystunum, segði Jón Niel-
sen.
-mørk
KÍ-07 Vestur 2-1 (1-0):
Vestur og farin
Heðin á Lakjuni gav við
skjótleika sínum 07 Vestur-
verjuni stórar trupulleikar.
Her er hann í nærdysti við
Aco Pandurovic
Mynd: Álvur Haraldsen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
07 Vestur
KÍ