mánadagur 21. september 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 21. september 2009 – Nr. 179
VB/TB meistarar í dreingjadeildini
Við einum 8-1 sigri leygardagin móti AB á Eiðinum í Vági, hevur VB/TB
tryggjað sær føroyameistaraheitið, hóast tvey umfør enn eru eftir at leika.
Felags dreingjaliðið hjá VB/TB er nú føroyameistari. Hetta er greitt, hóast
tvey umfør eru eftir at leika í hesum kappingarárinum. VB/TB tryggjaði sær
meistaraheitið í við einum 8-1 sigri á AB, ið vitjaði á Eiðinum í Vági, og nú er
greitt, at ongin kann koma framum VB/TB. Hetta er triðja FM-heitið hjá
liðnum í fýra ár. Liðið hevur manning úr allari Suðuroynni.
Sjálvsálit og
hugflog
- Tá talan er um eitt botnstríð
kemur tú ikki langt við flottum
fótbólts spæli. Tá ræður tað um
blóð, sveitta og tár.
Soleiðis segði Stig Tøfting, fyrr-
veran di danskur landsliðsleikari, í
donsk um miðlum um vikuskiftið.
Men hansara útsøgn varð ikki
prógva í Gundadali seinnapartin í
gjár.
Tí fótbóltsspælið var – júst sum
alt kappingarári – fremst á bredda-
num hjá B36. Nógv ferð var á bólti-
num, einstaklingarnir høvdu hug-
flog og dirvið og tað var eingin ivi,
tá møguleikin var at fáa bóltin
fram við Meinhardti Joensen.
B36 spældi við sjálvsáliti og við
av r ikunum seinastu vikurnar í huga
er tað torført at hugsa sær, at liðið
ikki luttekur í Vodafonedeildini í
2010.
Runavíkingar komu sera illa frá
byrjan, og tað fekk sjálvsagt stóra
ávirk an á avrikið. Men teir eiga rós
fyri stríðshugan og spæligleðina.
Teir fingu einki gult kort, sum
prógv ar, at teir ikki vóru merktir av
álvar somum frustatiónum. Hóast
NSÍ var aftan fyri við fimm málum,
og Óli Hansen eftir einum tíma
sendi brotsspark framvið málinum,
royndu teir at spæla, og tað gav
úrs lit til seinast – men tvey mál
hjálp ti ikki tað stóra.
-uni
Nú restar lítið í
Hóast greiðu leiðsluna, vóru fleiri
ferð ir boð eftir Jóan Paula Dahl
Jakob sen í Gundadali í gjár. Hann
stóð seg eftir umstøðunum væl, og
var sjálvsagt fegin eftir dystin.
- Serliga í fyrra hálvleiki eru vit
omaná. Eftir hvíldina geva vit teim-
um meira tíð og pláss, men vit eru
væl nøgdir, sigur málverjin.
Fyri viku síðan vóru tit undir stór-
um trýsti í niðurflytingarstríðnum,
men vunnu á HB. Mikudagin taptu
tit stórt í Streymnesi, og fjarstøðan
niður til KÍ á stigatalvuni varð aftur
trý stig. Í dag vinna tit stórt móti
NSÍ. Skulu tit verða undir trýsti fyri
at fáa úrslit?
- Tað kanst tú siga. Men tað er í
øll um førum at gleðast um, at vit
fáa úrslit, tá vit eru undir trýsti. Men
tað er nógv, sum ikki hevur riggað
hjá okkum í ár, og í dag gera vit sera
fá mistøk, greiðir Jóan Pauli Dahl
Jakob sen frá.
Nær verður tað endaliga staðfest,
at tit spæla í Vodafonedeildini
koman di ár?
- Komandi vikuskifti, tá vit fáa trý
stig í Gøtu, sigur Jakobsen.
-uni
Brima Koroma vermdi øll
B36-hjørtuni í vindinum,
regni num og kuldanum í
gjár. Hann stóð fyri trimum
av teimum fimm málunum
hjá árstalsfelagnum, sum
vann sannførandi á NSÍ í
Gunda dali
Sum svenskur afrikani í brimbardu
Føroyum hevur Brima Koroma verið
undir stórum trýsti. Fyrst og fremst
bara sum útlendingur, sum fjeppar-
ar nir altíð – og skulu – krevja sær
nógv av. Og eftir eina dreymabyrjan
við einum máli og tveimum upp-
legg um á heimavølli móti AB, varð
nógv væntað av framherjanum.
Men hansara heildaravrik í hesum
kapp ingar árinum hava ikki verið
nøkt andi.
Men í gjár slóð hann til. Hann var
á rættað staðnum í røttu løtuni. Við
trim um málum var hann sum flestu
viðleikararnir
stórspælandi,
tá
runavíkingar vóru bukaðir av í
høvuðsstaðnum. Og í nógva vindi-
num og regninum vunnu Koroma
og B36 seg eitt fet nærri Voda fone-
fót bólti í 2010.
Frálík evni
Brima Koroma hevur fortreytirnar
fyri at standa seg væl í føroyskum
fót bólti. Hann er skjótur, kropssterkur,
áganga ndi og frálíkan bóltførleika.
Men hann hevur havt tað trupult.
Við gongdini hjá B36 í hesum
kapp ingarárinum í huga, hevur
hann ongantíð tikið ábyrgd. Hann
hev ur sjáldan átt avgerandi týdning
í teimum tøttu fótbóltsdystunum,
og sum málskjútti hevur hann ikki
roynst væl. Tað er serliga framman
fyri málinum, at hann hevur havt
trupul leikar. Framherjin velur oftast
at smekka til úr øllum støðum, har
hann ikki hugsar um, hvar á málið
bóltur in skal.
Men Ahmed Davy Sylla, Alex José
dos Santos og Ahmed Keita eru hin-
veg in dømi um útlendingar, sum
skuldu nýta eitt ár at venja seg við
før oyska veðurlagið og undirlagið.
Og tí er ikki óhugsandi, at Brima
Koro ma – um hann heldur fram – av
álvara fer at gera um seg í 2010.
Legði bragdliga fyri
Máltalvan í Gundadali vísti bara fýra
minuttir í gjár, tá Brima Koroma
skeyt sítt fimta mál fyri B36 í hesum
kapp ingar árinum. Og ávaringin var
eftir nógvum av døma ikki nóg
mikið.
Tí sum einsamallur framherji var
Koroma tvær ferðir á blettinum
aftur at í fyrra hálvleiki. Og tað vísti
væl hansara eginleikar. Í tveimum
før um fann hann sær pláss handan
verju leikararnar og var tryggur, tá
hann royndi seg. Og í seinna máli-
num rann hann nær um undan fleiri
mótstøðumonnum, áðrenn hann
økti til 3-0.
Og hóast veðrið í løtum av álvara
gjørdi seg inn á áskoðararnar,
vermdi hann í øllum førum øll B36-
hjørtu.
Landsliðsleikari
25 ára gamli Brima Koroma er
ættaður úr Sierre Leone. Sum yngri
varð hann skýrdur eina bjarta
fótbóltsframtíð. Hann flutti skjótt til
Svøríkis, har hann fekk sítt gjøgn-
um brot í 2001. Tá umboðaði hann
Ess inge IK. Seinni spældi hann við
En kop ings SK og Kalmar FF, millum
ann að í bestu svensku deildini.
Hansara støðugt frálíku avrik
góvu honum eisini pláss í lands liðs-
hópinum hjá Sierre Leone. Hann
hev ur umboðað heimlandið tólv
ferð ir og skotið trý mál. Hansara
seinas ti landsdystur var í 2006.
B36 var flúgvandi í dystinum móti NSÍ. Her er Odmar Færø í nærdysti við Jan Martin Mortensen
Mynd: Sofus D. Johannesen
B36-NSÍ 5-2 (3-0):
Brimgangur í Gundadali
Málini:
1-0: Verjan hjá runavíkingum er sera óansin, tá eingin eltir Brima
Koroma, sum rann bóltin upp. Framherjin smekkaði til fyrstu ferð, og
bólturin sat í handara málhorni. Sera flott mál av framherjanum.
2-0: Dennis Holmberg roynir seg við beinleiðis frísparki úr 20 metra
fjarstøðu. Meinhardt Joensen roynir at tveita seg upp í málhornið, men
ferðin á bólturin er ov nógv. Eitt sera flott mál av danska
miðvallaranum.
3-0: Brima Koroma rennur frá mótstøðumonnunum og sleppur til
baklinjuna í vinstru. Hann er fáar metrar frá málinum, tá hann brádliga
roynir seg og onkursvegna fer bólturin fram við málverjanum.
4-0: Uppspælið er líkt tí fyrsta. Jákup á Borg lyftir bóltin upp um
verjuna hjá gestunum, og Brima Koroma er tryggur, tá hann er
einsamallur við málverjan.
5-0: Bergur Midjord hevur bæði tíð og pláss, tá frástøðan millum
verjupartin og málverjan hjá runavíkingum er ov stór. Midjord verður
spældur einsamallur við Meinhardt Joensen, og hann er tryggur.
5-1: Innskifti Sjúrður Jacobsen verður málskjútti, tá bólturin brádliga er
í netinum handan Jóan Paula Dahl Jakobsen. Jacobsen sendi beinleiðis
hornaspark í netið.
5-2: Karoly Potemkin er tryggur, tá hann roynir seg úr ellivu metrum.
NSÍ
B36
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen