Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. september 2009 – Nr. 179 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Løgreglan kannar Bellamy Tað stóð nógv á, tá Michael Owen í evstu løtu tryggjaði Manchester United sigurin í dramatisku grannauppgerðini á Old Trafford í gjár. Eftir dystin hevði ein fjeppari hjá Manchester United hug at niðurgera grannarnar, og tá hann kom inn á vøllin, fekk tað ilt í Craig Bellamy. Spælarin, sum hevði skorað tvær ferðir í dystinum, skumpaði fjepparan heldur harðliga í andlitið, og hóast málið ikki er meldað, so verður hetta í løtuni kannað av løgregluni í Manchester. Caroline í top5 Caroline Wosniacki heldur fram við at toga seg longur upp á aljtóða styrkislistanum hjá WTA. Danska tennis-drotningin er nú at finna sum nummar fimm á listanum, har russiska Dinara Safina framvegis er ovast, meðan Serena og Venus Williams eru á næstu plássunum. Nnummar fýra er russiska Elena Dementieva, meðan somuleiðis russiska Svetlana Kuznetsova, sum var nummar fimm í farnu viku, nú er dottin tvey pláss niður. Fegnir um Keita Hóast tað neyvan gjørdi upp- gávuna hjá Víkinga-verjuni lættari, at Ahmed Keita hóast alt fekk spælt sunnudagin, so segði Atli Gregersen eftir dystin, at hann var fegin um vendina, sum málið hevði tikið. - Eg varð kløkkur, tá eg fríggja kvøldið hoyrdi, at hann hevði fingið leikbann, og heilt erligt, so var eg glaður, tá eg sá navnið hjá honum á dómaraseðlinum. Bæði tí vit tá vistu, at talan var um sterkasta møguliga liðið hjá B68, men eisini tí tað ikki líkist nøkrum sum helst, at fyrireikingarnar til ein dyst verða oyðilagdar upp á handan mátan, segði Atli Gregersen. - Fyri steðgin helt eg ikki, at vindurin darvaði so nógv. Har vóru nógvir nærdystir, og í mun til dystin móti NSÍ, so vóru vit nógv meira avgjørdir. - Eftir steðgin vaks vindurin, og talan gjørdist um nógv gúpparí. Men tá Finnur potaði bóltin inn til 2-0, var eingin ivi um, hvønn vegin dysturin skuldi koppa, staðfesti Atli Gregersen. -mørk Mátti broyta talvuna Tá Bill McLoud Jacobsen hevði sagt sínum monnum, hvussu liðið skuldi síggja út til dystin móti Víkingi, fekk venjarin brádliga at vita, at Ahmed Keita kortini var tøkur. - Eg gjørdi eina broyting, so leiðis at Keita byrjaði á vøllin- um, men sjálvandi órógvaði hetta fyrireikingarnar hjá okk- um. Og eg haldi eisini, at málið hevur ávirkað Keita, sum er ein ungur og friðarligur ungur maður. Um dystin sjálvan segði Bill annars, at hann ikki fekk sagt nakað til sigurin hjá Víkingi. - Víkingur tacklaði dystin ótrúliga væl. Talan var um ein javnan dyst, men tá teir skora til 1-0, er kenslan hjá okkum, at vit kunnu svara aftur. Í seinna hálvleiki haldi eg, at vit eru í ferð við at fáa tak á dystinum, men málið til 2-0 steingir fyri sovítt okkara møguleika, og so var ikki so nógv at gera hjá okkum, segði B68-venjarin. -mørk B68 misti týðandi fet í heiðursmerkjastríðnum, tá tankarnir fyri tað nógva vóru uttan fyri heldur enn á vøllinum Málið um leikbannað hjá Ahmed Keita, sum kortini varð av ongum, er lýst aðrastaðni á hesum síðum. Málið endaði við, at B68 hóast alt slapp at fáa toppskjúttan við til dystin, men tað er eingin ivi um, at hetta var eitt órógvandi element í fyrireikingunum til dystin. Í øllum førum var ein staðfesting, at Víkingur var nógv betur fyri at spæla týðandi uppgerðina, tá Ransin N. Djurhuus blásti hesa ígongd klokkan 15. Nakað væl av vindi var í Sarpu- gerði, men hóast B68 hevði hendan undan fyrru trý korterini, so megn- aðu teir sjáldan at skapa nakað trýst móti mótstøðumálinum. Heldur var tað Víkingur, sum trýsti, og tað eydnaðist teimum eisini at skjóta seg á sigurskós beint undan steðginum, tá Hanus Jacob- sen sendi dundurskot í netið av brotsteigarmarkinum. Eftir steðgin hevði Víkingur vindin undan, og fyri tað allar mesta ferðaðist bólturin tá uppi á hálvuni hjá B68. Tað var ikki líkt til, at toftamenn skuldu gera nakran álvarsligan vørr ímóti vertunum, og tá Finnur Justinussen á tímanum styrkti um sína støðu ovast á føroysku máltindunum, var klárt hjá gøtumonnum at steingja og sløkkja. Halda um silvurvónina Sigurin ber við sær, at Víkingur framvegis heldur fast um trýstið á EB/Streymi, sum í løtuni er á silvurplássinum. Víkingur hevur komandi umfarið heimadyst móti B36, og gevur tann dysturin eisini trý stig, er lagt upp til eitt rimmar ár hjá Víkingi, sum longu hevur vissað sær steypasigurin í ár. Tað er tó eingin loyna, at júst steypasigurin gjørdist dýrur í landskappingini. Næstu umførini taptu víkingarnir móti ÍF, KÍ og 07 Vestur, og við at skeita at stiga- talvuni í dag, fæst sjón fyri søgn um, at talan her var um sera dýr stig, ið vórðu mist. Tað vóru tey í Gøtu hjá B68 eisini. Toftamenn søgdu undan kapp- ingar árinum, at málið fyrst og fremst var at stabilisera seg í deildini, og í so máta er málið væl og virðiliga rokkið. Men samstundis hava góðu úrslitini lagt upp til nakað nógv meira á Toftum. Og eftir at hava liðið á silvurpláss inum stóran part av kappingini, er eitt fjórða pláss helst ikki tað, sum toftamenn ætlaðu sær, tá fari varð undir endaspurtin. Enn sum áður heldur B68 tó fast um plássið, sum gevur europiska atgongd, og bara tað í sjálvum sær man eisini kennast sum ein stórur sigur hjá liðnum. Víkingur-B68 2-0 (1-0): Víkingur heldur fast um trýstið B68 Víkingur jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Súni Olsen og lið­ felagarnir høvdu fyri tað mesta fult tamarhald á B68, tá enn ein eysturoyaruppgerð stóð á skránni í Sarpugerði Mynd: Álvur Haraldsen