Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 21. september 2009 – Nr. 179 Hóast VB/Sumba setti stig til í Leirvík, er suður suðuroyska liðið framvegis stórfavorittur at vinna næstbestu deild­ ina. Hinvegin harðnar kappingin millum B71 og TB um, hvørt teirra skal fylgja VB/Sumba upp í Vodafonedeildina Enn er púra opið, hvørji tvey lið komandi ár flyta upp í Vodafone­ deildina, tí við trimum umførum eftir, eru trý um boðið. Tó er tað mest ein spurningur, hvør skal fylgja VB/Sumba upp, tí við fimm stig um niður til B71 og sjey stigum til TB, er VB/Sumba stórfavorittur at vinna deildina – og í øllum førum at flyta upp. Mesti spenningurin stendur sostatt millum B71 og TB, ið enntá mugu finna seg í at hava HB frammanfyri seg á stigatalvuni. Men HB sleppur ikki upp, so kanska annar uppflytarin í ár skal finnast niðri á triðja plássi, har B71 altso í løtuni hevur ein fyrimun, tí liðið er tvey stig framman fyri TB. Um hugt verður at írestandi dystarskránni hjá B71 og TB, talar tað mesta fyri, at B71 sleppur upp­ aftur í bestu mansdeildina, har liðið var í fjør og í fyrraárið, men við teimum svingandi úrslitunum, hetta kappingarárið hevur havt fyri øll feløgini í 1. deild, kann framvegis alt henda. Fýra sóu reytt Um vikuskiftið setti VB/Sumba stig til ímóti Víkingi í Leirvík, og her var tað enntá Víkingur, ið tvær ferðir kom á odda, men mátti síggja VB/ Sumba javna. Tað mesta av seinna hálvleiki spældu liðini við 10 monn­ um í part, tá reyða kortið tvær ferðir – heldur hart, kanska – hevði verið á lofti. Men javnleikurin mundi annars vera eitt sindur av einari striku í rokningini hjá gestunum. Bæði B71 og TB høvdu heimavøll og gjørdu sína skyldu. B71 vann 4­1 á Skála, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, tá veðrið batnaði, at øll fimm málini komu. Og á Sev­ mýri var TB við yvirlutan ímóti NSÍ og vann 3­1, eftir 1­1 í hálvleikinum. Eisini her fekk ein spælari á hvørj­ um liði reyða kortið miðskeiðis í dystinum. HB, sum eitt skifti í summar var oddalið, helt stílin ímóti grann un­ um úr FC Hoyvík, ið fingu pyntað um úrslitið við einum máli, tá HB longu var komið á odda 3­0. Og í Miðvági var eingin slingur í valsin­ um hjá B68, ið vann tryggan sigur á komandi niðurflytarunum úr MB. Upp og niður Hvør skal fylgja MB niður – um nakar – er enn ikki avgreitt. Men har er FC Hoyvík favorittur í løtuni, tí stígur er fullkomuliga komið í hjá »nýggja Fram«, ið eisini var á odda eina ferð tíðliga í summar. Skála liggur eisini tungt í sjónum, eins og bæði NSÍ og Víkingur mugu ansa sær. Nú bara eitt umfar er eftir, liggja bæði KÍ og 07 Vestur til at flyta upp úr 2. deild, men av tí at 07 Vestur flytur niður úr Vodafonedeildini og tekur eitt av plássunum í 1. deild næsta ár, kann 07 Vestur ikki eisini flyta upp úr 2. deild, har EB/Streym­ ur og AB eisini hava ein kjans, sum ávikavist nummar trý og fýra. Og av tí at enn er ógreitt, um KÍ eisini má ta tungu gongd niður úr Vodafonedeildini, ber heldur ikki til at siga í løtuni, hvussu puslispælið um uttastu plássini í 1. deild næsta ár skal ganga upp. NSÍ­piltar vunnu gull Leygardagin vunnu A­piltarnir hjá NSÍ fyrsta FM heitið fyri felagið í hesum kappingarárinum. Áðrenn seinasta umfarið í meistarabólkinum varð leikt í dag, var støðan í oddinum at NSÍ hevði 33 stig, EB/Streymur 31 stig og HB 26 stig. Tískil varð greitt at bert NSÍ og EB/S høvdu møguleikan at gerast Føroyameistarar í piltadeildini 2009. Seinsta leikumfarið var á Ovara Vølli í Gundadali og skuldu liðini leika tveir dystir í part. Fyrst leiktu piltarnir móti Víkingi og vunnu teir 2­1. Argasti kappingarneytin EB/Streymur spældi móti HB og taptu 2­1. Tá var greitt at NSÍ piltarnir vóru Føroyameistarar. Seinna dystin taptu NSÍ piltarnir 6­3 móti EB/Streymi. Niðanfyri prenta vit bestu SMS’ini úr 3. hálvleiki á Rás2. Besta SMS’ið er prentað ovast á listanum, og fær avsendarin av hesum eitt gávurkort frá Carello »Tapa mòti 10 vespum, tad stingur djupt« »Hb bjöðar til "gummi"bomm veitslu í Hb húsinun í kvøld:-)« »Vespur trivast ikki i Brimi Brima spældi sum eitt oløg« »Vonandi gerd HB ein EB/STREYMARA. Koyr a 559999EB/STREYMUR:-P« »Ikki nakad, reina skræpa, ikki raka, bara fræta. Koyr à HB« »Nu manglar bara at Kappingarradid blandar seg uppi Vodafone deildina« »Samal erik atlar at seta foroyskt met i silvurmerkjum:-« »Tad er bara heilt stuttligt at stinga frens:-P« »Sildabeinini vunnu á gummibeinunum!« »Kanska 66 lidid hja ki kann mota hb nesta sunnudag« »Eitt gummibein, eitt gummibein, tad là i Gundadali« »Skjottsøgd tídindi ur Sørvági: bei« »Húsavarðartænastan hevur broytt navn til Gummivarðartænastan.« »Watch out HB - it's pay back time« »Haribo er nyggi sponsorurin hja hb« »07 vestur fekk 'Hjalkrím' og legdist« »Komandi viku skulu HB-arnir venja við Gummidukkum !!!!!« »Hvat er lìkheitin millum ein dòmara og ein kanariufugl? Bàðir gera tað teir halda vera rætt,og flòjta à tað.;-)« Bestubitar úr 3. hálvleiki 1. deild menn B71 ella TB sleppur upp Víkingur-VB/Sumba 2-2 (1-0) 1-0: Kaj Leo í Bartalsstovu 1-1: Pól Thorsteinsson, br. 2-1: Kaj Leo í Bartalsstovu 2-2: Sonny Kjærbo FC Hoyvík-HB 1-3 (0-2) 0-1: Jákup Slættalíð 0-2: Ingvard Vang 0-3: Óli Restorff Hansen 1-3: John Eystberg B71-Skála 4-1 (0-0) 1-0: Tummas Pauli Olsen 2-0: Tummas Pauli Olsen 2-1: Bogi Gregersen, br. 3-1: Ikechuckwu Onyema 4-1: Símin Hansen TB-NSÍ 3-1 (1-1) 1-0: Gunleif Olsen 1-1: Árni Frederiksberg 2-1: Josef Bassene 3-1: Josef Bassene MB-B68 1-4 (0-2) 0-1: Kristian Anton Andreassen 0-2: Oddur Højgaard 0-3: Jonleif Højgaard 1-3: Niels Juul Eiriksson 1-4: Búi í Hjøllum Týskvøldið 15. september NSÍ-Víkingur 1-1 (0-0) 1-0: Sonni L. Petersen 1-1: Jan Poulsen Úrslitini einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen TB, ið kappast við B71 um at flyta upp í Vodafonedeildina saman við VB/Sumba, vann um vikuskiftið tryggan sigur á Sevmýri, tá teir næstbestu hjá NSÍ vóru á vitjan Mynd: Áki Bertholdsen