Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. september 2009 – Nr. 179 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Darren Fletcher stóð til at fara vil øllum yvir­ skriftunum í gjár, tá tey bæði bestu liðini í Man­ chester hittust. Síðani yvir­ tók Craig Bellamy henda leik lut, tá hann javnaði í yvir tíð ini. Tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð, var eingin tó í iva um, at stóra hetjan æt Michael Owen Minsti maðurin á liðnum gjørdist størs ta hetjan. Hetta hóast hann ikki kom á vøllin fyrr enn tað restaðu 12 minuttir av vanligu leiktíðini. Tá stóð á jøvnum 2-2 og setningur hansara var greiður. Michael Owen skuldi skora mál. Michael Owen skuldi av gera dystin. Byrjaði hjá arvafíggindunum Í hesum leikluti hava vit sæð mannin so ofta áður. Ikki minst hjá arva fígg- inda num Liverpool, har Owen spæl- di og skoraði í sínum fyrsta dysti í Premier League í mai 1997. Árið eftir beyt hann seg veruliga fastan hjá Liverpool, skoraði 18 mál í 36 dystum í Premier League og býtti toppskjúttasessin saman við tveim- um øðrum. Hetta kappingarárið varð hann eisini kosin PFA Young Player Award, sam stundis sum hann eisini tá gjørd ist yngsti leikarin og mál skjútt- in á enska landsliðnum nakrantíð. Í heimsmeistarakappingini í Frankaríki hetta sama summarið tald ist ungi Owen millum heilt stóru upp livingarnar, har fantastiska málið móti Argentina var persónliga hæddar punkt hansara. Eftir heimsmeistarakappingina vóru vónirnar ikki lítlar til Owen, men lítli maðurin skoraði aftur 18 mál í deildini og gjørdist enn eina- ferð toppskjútti. Hetta hevði við sær, at BBC valdi hann til Sports Personality of the Year. 2001 gjørdist eisini eitt megnar ár hjá Owen. Hann skoraði 19 mál í deild ini og vann bæði Worthington Cup, UEFA Cup og FA Cup. Á landsliðnum hetta árið gjørdist millum annað talan um eitt hattrick í søguliga 5-1 sigrinum á Týsklandi. Alt hetta hevði við sær, at Owen varð kosin ársins leikari í Europa og fekk tiltikna Ballon d'Or heiðurin. Frá heimsstjørnum til botnlið Eftir 296 dystir og 158 mál í Liver- pool, skifti Owen í 2004 til Real Madr id, har hann taldist millum stjørn ur sum Figo, Zidane, Ronaldo, Raul og Beckham. Her var Owen einamest nýttur sum innskiftari. Kortini eydnaðist tað honum at skjóta 13 mál í deild- ini. Eftir eitt ár millum heims stjørnur- nar í Real Madrid gekk leiðin til New castle, sum saman við Owen flutti niður í fjør. Tíð hansara í New- castle var merkt av skaðum í ógvu- liga stóran mun, og lítlu hetjuna høvdu tey flestu gloymt. Tí kom tað heilt óvæntað, tá hann skrivaði undir sáttmála við Man- chester United í summar. Í fyri reik- ing unum til hetta kappingarárið gekk tað eisini væl, og maðurin kundi valla valt eitt betri tíðspunkt at skjóta sítt fyrsta mál fyri felagið, enn í yvirtíðini í móti grannunum og fíggindunum í Manchester City. Eitt hæddarpunkt Dysturin millum Manchester United og Manchester City hevði annars alt tað, ein slíkur dystur kann rúma. Rooney skoraði eftir bara tveir minutt ir, men eftir eitt korter var tað Tevez sum vann bóltin til Barry, sum javnaði. Í roynd og veru javnaði Man- chester City tríggjar ferðir í dystu- num – einaferð í yvirtíðini – men Man chester United legði seg á odda fýra ferðir og vann harvið dystin, har teir báðir Fletcher og Bellamy eisini gjørdu tvey mál í part. Michael Owen gjørdi hinvegin bara eitt. Hann spældi einans 18 minutt ir tilsamans og rann nógv minni enn teir flestu. Men hann skoraði og avgjørdi dystin. – Hetta er ein av teimum fáu løtu- num á yrkisleið mínari, ið eg kann síggja sum eitt av hæddar punkt u- num, segði Michael Owen, sum hev- ur vunnið eitt sindur av hvørjum. Hann hevur tó ikki vunnið Premier League – enn. 95 minuttir og 13 sekund vóru farin av dystinum, tá Michael Owen við sigursmálinum í grannauppgerðini á Old Trafford vann hjørtuni hjá Manchester Untied-fjepparum kring allan heim Mynd: Polfoto Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tann lítla hetjan KÍ­gentur vunnu FM­gullið Smágenturnar hjá KÍ endurvunnu í gjár føroyameistaraheitið í fótbólti. KÍ vann báðar dystirnar í seinastu kappingini, sum varð spæld í Havn. KÍ lá undan seinastu dystunum í meistarabólkinum tvey stig frammanfyri B36. KÍ vann sínar dystir ímóti B68 og B36, og harvið endaðu genturnar úr Klaksvík sjey stig frammanfyri B36, sum vann silvur. ÍF vann bronsu. KÍ fekk 39 stig, B36 32 stig og ÍF 24 stig. Hetta er annað árið á rað, at KÍ vinnur smágentudeildina, og fyrr í ár vann KÍ eisini steypakappingina hjá smágentum. Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Chelsea 6 6 - 0 - 0 15 3 12 18 2 Man Utd. 6 5 - 0 - 1 15 6 9 15 3 Liverpool 6 4 - 0 - 2 16 9 7 12 4 Man City 5 4 - 0 - 1 11 6 5 12 5 Aston Villa 5 4 - 0 - 1 8 3 5 12 6 Tottenham 6 4 - 0 - 2 12 10 2 12 7 Arsenal 5 3 - 0 - 2 17 8 9 9 8 Sunderland 6 3 - 0 - 3 9 9 0 9 9 Burnley 6 3 - 0 - 3 5 10 -5 9 10 Stoke 6 2 - 2 - 2 5 7 -2 8 11 Birmingham 6 2 - 1 - 3 3 4 -1 7 12 Wolves 6 2 - 1 - 3 5 8 -3 7 13 Everton 5 2 - 0 - 3 7 10 -3 6 14 Fulham 5 2 - 0 - 3 4 7 -3 6 15 Wigan 6 2 - 0 - 4 4 12 -8 6 16 West Ham 5 1 - 1 - 3 5 6 -1 4 17 Bolton 5 1 - 1 - 3 6 8 -2 4 18 Blackburn 5 1 - 1 - 3 4 8 -4 4 19 Hull 6 1 - 1 - 4 5 13 -8 4 20 Portsmouth 6 0 - 0 - 6 3 12 -9 0 Úrslitini í Premier League hetta umfarið: Chelsea - Tottenham 3-0 Everton - Blackburn 3-0 Wolverhampton - Fulham 2-1 Manchester United - Manchester City 4-3 West Ham - Liverpool 2-3 Arsenal - Wigan 4-0 Aston Villa - Portsmouth 2-0 Bolton - Stoke 1-1 Hull - Birmingham 0-1 Burnley - Sunderland 3-1