Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 179 - 21. september 2009 Geir góða samvitsku Fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin Geir H. Haarde heldur seg ikki hava ábyrgd av, at fleiri av landsins bankum fóru av knóranum. Í einari sending í norska og svenska sjónvarpinum um vikuskiftið segði Geir H. Haarde seg hava reina samvitsku. Hann viðgekk, at hann og stjórnin kundu havt avmarkað rásarúmið hjá bankunum, men vardi seg við, at stjórnin helt seg til tað, sum hon fekk at vita frá fíggjareftirlitinum, og harafturat var bankakreppan í Íslandi ikki nakað seríslendskt fyribrigdi, men heldur partur av altjóða fíggjarkreppuni. Nú hvørva bjarnirnar Hvørt summar plaga millum 10 og 11 milliónir laksar at fara niðan í Fraser-ánna í kanadiska landspartinum British Columbia at gýta, men í ár komu bara umleið ein millión laksar niðan í ánna. Tað hevur fingið sera álvarssamar avleiðingar, tí laksaveiði er ein týðandi partur av tilverugrundarlagnum hjá fólkinum fram við ánni. Men tað verður helst verri enn, tí tað vísir seg nú, at tað eru munandi færri gráar og svartar bjarnir í økinum enn onnur ár. Ein bjørn etur einar 12-14 laksar um dagin, og tá eingin laksur er, noyðast bjarnirnar at leita sær aðra føði aðrastaðni, skrivar AP. Miðað var í móti at seta Ternuna inn á Nólsoyar leiðini og Rituna at sigla upp á Svín oy og Fugloy 1. oktob er, men tann æt lan in er seinkað STRANDFERÐSLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Undantaksloyvið hjá Mása- num gekk út í august mánað og varð ikki longt. Tískil er tað nú Sildberin, sum røkir siglingina út í Svínoy og Fugl oy. Men norðoyingar lata illa at Sildberanum, og vilja hava Rituna setta í sigling skjót ast gjørligt. Men teir mugu so bíða eina tíð aftrat. – Tað verður í hvussu er ikki til 1. oktober, at Ternan og Ritan verða settar inn í nýggju ruturnar. Umsóknin um eykajáttan at umvæla skipini fyri liggur í fíggjar- nevndini til viðgerðar, og áðrenn játtanin er samtykt í løg tinginum, eru pengar ikki tøkir til umvælingarnar, sigur Jóhan Dahl, lands- stýris maður í vinnumálum. Hann roknar við, at tað fara at ganga einir tveir mánað ir frá tí at eykajáttanin er samtykt, til skipini eru klár at seta inn á Nóls oyar- leiðina og á Fugloyar- og Svínoyarleiðirnar. – Soleiðis sum tað sær út í løtuni vænti eg neyvan, at Tern an og Ritan verða settar í nýggju ruturnar fyrr enn í desember ella januar, sigur Jóhan Dahl. Ferjulega Eitt anað mál, sum má loysast, áðrenn Ternan kan setast í sigling um Nóls- oyar fjørð, er spurningurin um atløgupláss í Nólsoy. Strandferðslan hevur verið í Nólsoy saman við Tórs havnar Havn at kanna viður skiftini, og sum skilst eru samráðingar í gongd mill um partarnar um, hvussu málið við ferjuleguni skal loysast. – Tórshavnar Havn hevur víst ein positivan vilja í máli num um ferjulegu, so eg vænti, at tann spurn ing- ur in verður loystur í sam- ráð ingum millum Tórs- havn ar Havn og Strand- ferðslu na, sigur Jóhan Dahl. Hvussu leingi tað er at seta eina ferjulegu upp ber illa til at siga, men sum skilst eigur landið eina ferju legu, sum ikki verður nýtt í løtuni, og tí rímiliga lætt liga kann takast niður og setast jupp aftur í Nóls- oy. Og tað verður neyðugt at fáa ferjulegu í Nólsoy, tí tað er langt frá haldbært at leggja reyvina at bryggjuni sum er. Tað gongur bara í bestu líkindum. Nýtt skip í pakkanum Nógv hevur verið tosað um nýtt skip á Nólsoyarleiðini, og Jóhan Dahl hevur áður út t ala seg um møguleikan fyri, at eitt nýtt skip verður bygt innan fyri rímiliga tíð. – Alt er sjálvandi tengt at játtan ini á fíggjarlógini, men eitt nýtt skip er við í samlaða pakkanum til fíggjar lóg fyri komandi ár, sigur landsstýrismaðurin. Tað er av serligu játtanini upp á 100 milliónir krónur til arbeiðsskapandi tiltøk, at nýggja Nólsoyarskipið skal fíggjast. Projekteringin av nýggj- um skipi er mest sum liðug, og tað er longu rúm tíð ging in, síðani Strand ferðsl- an presenteraði nýggja skip ið fyri nólsoyigum. Nýggja Ritan krevur eisini eina ferjulegu, so hon má koma undir øllum um støð- um. Alt er sum nevnt tengt at fígg ing ini, og áðrenn hon er komin upp á pláss mugu nól s oyingar brynja seg við toli. Ternuloysnin seinkað Tá Ritan í gjárkvøldið legði at úti í Nólsoy, gleið landgongin av skipinum, og ein mað ur mundi enda í havinum ÓHAPP Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað eru nú nakrir mánaðir síðani at nýggj landgongd varð sett upp úti í Nólsoy. Tað hevur leingi verið eitt ynski um nýggja landgongd, so at koyristólar kunnu koyra umborð og í land í Nóls oy. Men í gjárkvøldið mundi stað ist skaði av nýggju land gongdini. Landgongdin fer niður í eitt spor, men í gjár kvøldið hendi tað, at skip ið fór so langt út frá kei ini, at landgongdin fór úr sporinum og datt niður á fótin. Hetta hendi júst sum stýri maðurin, Dánjal Hús- garð, var farin út á land- gongdina at loysa eina ketu, sum spent er tvørtur um land gongdina. So tá landgongdin skrambl aði niður, skrambl- aði Dánjal Húsgarð niður við, og umborð á Rituni siga teir, at vildi illa til, end aði Dánjal Húsgarð í havi num. Orsøkin til, at Ritan fór so langt út frá keiini er hon, at springið gerst so langt, at ilt er at fáa skipið at liggja trygt. Ein nýggjur pullartur er gjørdur at binda Rituna í, men hesin er farin, og enn er eingin nýggjur settur upp. Manningin á Rituni sigur seg fleiri ferðir hava gjørt vart við hendan trupul- leikan, men sum so ofta áð ur skal nærmast ein van- lukka til, áðrenn skaðin verð ur bøttur. Nú fara menn frá Tórs- havn ar Maskinverkstaði kort ini at bøta um land- gongd ina soleiðis, at báturin kann liggja væl longri úti frá keiini uttan at vandi skal verða fyri, at sama óhappið skal henda aftur. Dánjal Húsgarð mátti í morg un fara til lækna at kanna seg vegna snuddin hann fekk í gjárkvøldið. Mundi hent skaði Nýggja landgongdin gleið úr sporinum, og tað var um reppið, at Dánjal Húsgarð endaði á bláman Mynd: Álvur Haraldsen Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt stóra orku í at útvega nólsoyingum tíðarhóskandi skip. Hann hevur eisini ætlanir um at byggja nýtt skip til Nólsoyarleiðina