Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 21. september 2009 5 60% av øllum sum líða av tinnitus uppliva ein veruligan bata við einum Life hoyritóli Hini 40% fáa hjálp við tinnitus- signalinum í sama Life hoyritóli. Øll fáa hjálp við siemens Life tóli. Liv lívið uttan tinnitus! N. Finsensgøta 51 FO-100 Tórshavn Tlf: 32 17 31 Fax: 32 17 34 hoyrnin@kallnet.fo www.hoyrnin.fo Tær nýtis ikki at liva við tinnitus. Fá lívið aftur við Life frá Siemens. Ring og bílegg tíð á tel. 32 17 31 23. og 24. september hava vit opið hús. Tá hevur tú møguleika at royna Life og møta serføðingum frá Siemens, sum kunna um møguleikarnar við Life. Heimskenda bókin um 50 ára gomlu Alice, sum fánar burtur av Alzheimer, er nú komin á donsk­ um Bók Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Altjóða Alzheimerdagur er í dag, og kring allan heim verður varpað ljós á evnið á ymsar mátar. Í USA er ein tann mest eftirspurdi fyri­ lestrahaldarin um døpru sjúkuna heilagranskarin Lisa Genova. Tað var nevni­ liga hon, sum í 2007 skriv­ aði heimskendu bókina Still Alice, sum líka síðani hevur ligið á amerikansku met­ sølulistunum. Minnið hvørvir Sermerkta bókin um, hvussu omma rithøvundan, Alice, fánaði burtur eftir bert tveimum árum, tá hon fekk Alzheimer, er nú kom­ in á donskum við heitinum Stadig Alice. Og eisini frá donskum ummælarum fær bókin nú bestu ummæli. Eitt nú metir ummælarin á Politiken, May Schack, Stadig Alice vera so sann­ førandi, at øll, ið hava Alz­ heimer sjúkuna tætt at sær, eiga at vísa bókini ans. Sum 50 ára gomul er høvuðspersónurin Alice á toppinum í síni karrieru sum professari í sálarfrøði á Harvard Universitetinum. Ein dagin, hon skal halda fyrilestur, hevur hon gloymt, hvat evnið er, sjálvt um hon júst hevður lisið sínar notir ígjøgnum. Og fimm minuttir eftir, at hon hevur heilsað uppá ein mann á eini móttøku, hevur hon gloymt, at hon nakran­ tíð hevur sæð hann. Í fyrstuni ristir hon hend­ ingarnar av sær og heldur tað man vera strongd ella skiftisárini, sum gera hana so gloymska. Hon fer allíka væl til lækna, og í ein­ um sera upplýsandi kapitli fáa vit innlit í, hvussu slíkar kanningar ganga fyri seg. Diagnosan er presenil Alz­ heimer, men fyribils klárar Alice seg. Men hóast Alice annars er væl fyri mentalt og intellektuelt, streingja spurningarnar seg á: nær skal hon fortelja manninum, børnunum og arbeiðs pláss­ inum um sjúkuna? Skilur onki Styrkin í bókini er mátin, hon lýsir, hvussu tað kennist hjá tí dementa at liva í eini støðu, har tú ikki skilir, hví fólk rundan um teg reagera, sum tey gera. Sum tá Alice einaferð er á fakligum fundi á Harvard, har tey luttakandi vita um hennara sjúku. Eftir ein av fyrilestrunum kemur Alice við eini viðkomandi og skila góðari viðmerking, sum øll taka til eftirtektar. Fimm minuttir seinni kemur hon við somu viðmerking, og nú verða fólk illa við og hyggja niður, meðan tey skunda sær víðari við skránni. Eftir situr Alice spyrj andi og skilur ikki, starvs felagirnir bera seg so løgið at. Eisini støðan hjá teimum avvarðandi verður lýst óvan liga væl sambært um ­ mælaranum á Politiken. Eitt nú hvussu tað kennist hjá manninum at vera vitni til, hvussu sjúkan stjelur alt, sum kona hansara einaferð var og til endan skal ansast, sum var hon eitt lítið barn. Bara nú'ið eftir Alice missur allar sínar kogni tivu førleikar eftir teim um tveimum árunum, bókin fevnir um. Eftir tað livir hon í nú'inum. Hvat tað vil siga, hevur sanniliga fingið ein nýggjan týdning, eftir at tú hevur lisið hesa bókina, sum má hava áhuga hjá øll­ um, sum arbeiða við Alz­ heimers og dementum ella onkursvegna liva við sjúk­ uni í familjuni. Og hvør ger ikki tað, so gomul fólk blíva nú á døgum?, spyr um mæl­ arin. Bókin setur eisini spurn­ ingin, um nøkur lívsgóðska er eftir til Alice, tá hon ikki longur kennir síni nærmastu og sítt heimliga umhvørvi aftur. Svarið er eftir um ­ støð unum lutfalsliga lívs­ játt andi. Men tað slepst ikki und­ an, at Alice sjálv kennir seg burturkveistraða. Eftir henn ara tykki halda sjálvt tey mest vælmeinandi og best útbúnu frástøðu til tey mentalt sjúku. Tí hevur hon gjørt eina ætlan fyri, hvussu hon skal sleppa herfrá, áðr­ enn myrkrið søkkur saman um hana. Ætlanina hevur hon skrivað sum eitt bræv til sín sjálvs á telduni. Trupulleikin er bara, um hon til ta tíð er før fyri at skilja og fylgja sínum egnu vegleiðingum ... Alzheimer tók Alice Heilagranskarin Lisa Genova fór undir at skriva bókina, tá omma hennara fekk staðfest Alzheimer bert 50 ára gomul Bókin "Stadig Alice" lýsir óvanliga væl, hvussu tað kennist hjá tí dementa ikki at skilja, hví fólk reagera, sum tey gera