Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 21. september 2009 27 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Prógv Alberta Mc. Leod Jacobsen, Klaksvík, hevur 20. august fingið prógv sum kanditat í Psykologi á Aalborg Universitet. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara elskaða mamma, vermamma, omma og systir Lotta Vest Joensen Vágur doyði og varð jarðað. Tøkk til starvsfólkini á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi og á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tøkk fyri peningagávur til Vágs Kirkju. Tøkk til tey mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Julius, Durita & Jóna Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá okkara kæra móðir, vermóðir, omma og langomma Poulina Ravnsfjall Miðvágur doyði og varð jarðað. Tøkk til starvsfólkið á Sýnini, prest, kirkjutænarar og sangarar, og til øll tykkum, ið hjálptu til og fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Børnini við familju Dagurin 21. september. Ápostulin og evangelisturin Matteus. Halgisøgan veit at siga, at tá ið ápostlarnir skiltust, fór Matteus til Etiopia og boðaði evangeliið har. Er helst ein av teimum, sum á kirkjubøstólunum er avmyndað­ ur við bók í hendi. Kongurin í Etiopia læt hann taka av døgum. Bíbilska navnið merkir Guds gáva. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Nú heystsólin bliknar kom sorgin í garð lívskøvandi kalda hondin teg nam í ævisvøvnin svann hin seinasti neisti Meg minnist teg, lívsglaðan unglinga ágrýtin, trúfastur og treystur avhildin, knappur og kvikur á leikvølli framsøkin, men tó lítillátin og spakførur jaligur fram um alt Tú setti hjálpsemi og arbeiðssemi høgt var við til úr náttúrunnar tilfeingi at skapa fjálg og dygdargóð heim kring alt landið ein siðbundin og nútímans virkin maður Tín kærleiki og umsorgan títt blídni og mildni fyri tínum kæru, tínum dýrgripum ansin fyri smálutum barnanna fatan av teirra leiki og lyndi alskin til náttúruna setti tú fram um alt Ein góðan vin, eina holla fyrimynd ein pápa og mann og frænda vit minnast við størsta takksemi og størstu virðing og vit drýpa høvur í samkenslu Tøkk, at eg átti teg sum vin Harrin signi minni um Andrias Vinur tín Johan Góða Hanna, Jón Eli og Annika og øll tykkara orð eru so fátæk, men má hin Almáttugi styrkja tykkum í stóru sorg tykkara. Undir tínum veingjabreiði eg í hjartatempli eigi kærleika á lívsins leið, trúgv og reinleika og megi, at eg hvíla kann við gleði, tá ið runnið er mítt skeið. Minningarorð Andrias Eliesar Nolsøe ★. 5. sept. 1950 – ✞. 11. sept. 2009 Hósdagin 24. september fyllir Lenemi 60 ár. Lenemi býr Norðuri í Sundum í Kollafirði og er uppvaksin í Klaksvík. Hon er dóttir Emly og Julian Poulsen. Lenemi er elst av sjey systrum, hevur altíð verið sín egin, góð og holl í ráðum, og hava vit mangan notið gott av tí. Lenemi er gift við Arna Danielsen, ættaður uttan úr Grøv í Klaksvík. Tey eiga trý børn og tríggjar ommudøtur. Lenemi hevur arbeitt á skrivstovuni hjá Kemilux síðan 1986 og varð fyrr í ár sett sum fíggjarleiðari. Føðingardagurin verður hildin heima við hús hóskvøldið, og vóna vit, at hon far ein góðan dag. Heilsan Mamma og systrar Lena Maria Danielsen 60 ár Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaði pápi, verpápi og abbi Erland Stenberg Vágur doyði og varð jarðaður. Tøkk til prest, dekn, sangarar, berarar, gravarar og klokkara. Tøkk til Jonhild fyri tann vakra sang í kirkjuni. Tøkk til starvsfólkið í Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum vóru so góð við hann og vóru um hann. Tøkk øll tit, sum hjálptu til og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað Hjartans tøkk øll somul. Jónfríð