mánadagur 21. september 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 179 - 21. september 2009
nøvn
Ovari salur í Ebenezer var full
settur longu áðrenn klokkan var
sjey mikukvøldið, 16. september.
Svenning av Lofti hevði bjóðað
til sjeyti ára føðingardag og hevði
heitt á fólk um at møta stundisliga.
Gestirnir fingu sanniliga nakað
fyri “pengarnar.”
Ein skrá var gjørd, sum fylti eina
tættskrivaða A4 síðu. Á skránni
stóð, at veitslan skuldi enda kl.
22.30 Hetta lat seg heilt klárt ikki
gera, og ikki fyrrenn kl.23.30
endaði føðingardagshaldið. Hetta
sýntist ikki at nerva gestirnar, tí
fólkið sæt við stórum áhuga og
eygleiddi skránna, sum meistarliga
varð umsitin av Páll á Lakjuni, ein
av nærmastu samverkamonnunum
hjá Svenningi ígjøgnum nógv ár.
Meðni fólkið heilsaði upp á
Svenning og fann sær sitipláss,
sang Ebenezerkórið eitt breitt
úrvæl av kendum sangum, sum
var við til at seta góða stemningin
í gongd longu frá byrjanini av.
Sonur Svenning, Marner, sum
bæði syngur, yrkir og skrivar løg,
sang tann væl kenda sangin “Nú
er løtan.” Svenning hevði ynskt,
at sonur hansara framførdi sangin
longu í byrjanini, tí hendan løtan,
sum Svenning sjálvur tók til, sam
an við stórum skara av familju,
vinum og kenningum, er løtan, tá
ein veruliga skal liva og gleðast.
Osmund Justinussen, sum eisini
er ein av vinmonnum Svennings
ígjøgnum mong ár, bjóðaði gest
unum vælkomnum.
Nú er løtan
Tað sást greitt á Svenningi, undir
øllum kvøldinum, at hann hevði
skilt at nú var løtan. Hetta var eisini
ein stór løta fyri hann, har hann
veruliga gleddist og frøddist. Hann
hevði eisini stóra orsøk til tað, tí
hann fekk nógv gott og nógv rós at
hoyra, sum var ein sonn viður
kenning av tí breiða arbeiði, sum
hann, saman við konu síni, Birgit,
hevur gjørt í mong ár, bæði á tí
andaliga og tí borgarliga økinum.
Í hesum sambandi kann vera vert
at nevna tað, sum William Heinesen
segði, tá hann bar fram eina kvøðu
til Christian Matras, tá hesin fylti
fimti: “Eitt tað sakasleysasta, ein
maður kann gera, er at halda føð
ingardag. Hevur tú einki gott at
siga um hann, so sig heldur einki, í
staðin fyri at órógva hann í sínum
veitsluhaldi, meðan hann situr og
frøir seg yvir, at nú er fjørðurin
rógvin so langt. Men hevur tú eitt
hvørt lystiligt at siga, so sig tað og
ver við til at styðja upp undir
hansara æru og vælferð.”
Gestirnir tiknir á bóli
Tvær ferðir undir haldinum vórðu
gestirnir tiknir á bóli. Tá ein tími
var farin, hoyrdist inn frá gongini
ein heldur sjáldsamur sangur.
Hurðin fór upp, og inn eftir mið
gongini kom eitt syngjandi kingo
kór. Tey gingu upp til pallin og
har sungu tey so aftur ein kingo
sálm. Kórið kemur úr Tjørnuvík.
Hetta var eitt serligt ynski hjá
Svenningi, sum ígjøgnum mamm
una hevur ættarrøtur í Tjørnuvík,
har hann eisini eigur nógv rík
barnaminnir.
Løtu seinni, undraðust gestirnir
yvir at hoyra honblástur úti í gong
ini. Uml. 30 fólk úr Frelsunarher
inum, øll í eyðkenda búnanum,
komu við trummu og hornblástri í
skrúgongu upp á pallin. Tey
spældu lagið “Framá Kristi stríðs
menn.” Hetta var ynski frá Svenn
ingi, hvørs størsta ynski er, at allir
trúgvandi føroyingar gerast slíkir
Kristi stríðsmenn, sum hyggja
fram eftir. Tá tey vóru komin upp
á pallin leiddu tey felagssangin
“Eg eri á veg til Landið.” Hesin
sangurin gekk rættuliga í løttum
og glaðum Frelsunarherstíli.
Hesi tvey innsløgini settu sítt
serliga fingramerkið á kvøldið.
Skemtiliga
føðingardagsbarnið
Hjørleif Vang tók sær av tí skemti
ligu síðuni av Svenningi, sum
hann lýsti væl við at taka ymiskt
fram, sum Svenning annaðhvørt
hevur sagt ella gjørt ígjøgnum
árini, ikki minst undir hansara
mongu møtiferðum bæði heima og
burturi. At Svenning hevur humor
er eingin í iva um, sum kennir
mannin. Hjørleif tók nakað soleiðis
til: “Um ein ikki klárar at flenna
eftir eini søgu hjá Svenningi, so
gerð man tað kortini, tí Svenning
flennur so hjartaliga sjálvur...
hann dugir at síggja tað skemtiliga
við sær sjálvum...Svenning hevur
ein smittandi látur.”
Hjørleif segði frá eini vitjan hjá
Svenningi úti í Nólsoy fyri nógv
um árum síðani: “Hann gekk í
húsini við traktatum. Svenning
bankar uppá og út kemur ein mað
ur. Hann tekur í hondina á mann
inum og sigur “góðan dag, hetta
er Svenning av Lofti,” tá svarar
maðurin aftur, “ja góðan dagin,
hetta er Niels á Botni.”
Hjørleif dugdi meistarliga væl
at lýsa føðingardagsbarnið frá tí
skemtiligu síðuni, tí láturin rung
aði um allan salin, at allarhelst
hevur onkur av teimum gomlu
brøðrunum í Ebenezer vent sær í
grøvini. Hjørleif skuldi havt fing
ið nógv meiri tíð til sítt innslag.
Lívið í myndum
Eisini sóu vit lívið hjá Svenningi í
myndum, sum vórðu vístar á stór
skýggja. Hanna Andreassen á Eiði
hevði meistarliga skipað eina
power point framsýning av mynd
unum. Myndir frá barnaárunumn
á Eiði, ungdómsárunum í Havn,
og myndir av góðum løtum upp
ígjøgnum manndómsárini til dag
in í dag. Eisini sóu vit myndir av
foreldrunum, og í tí sambandinum
greiddi Svenning frá, at mamma
hansara kom til persónliga trúgv á
Jesus, meðni hon lá á song við
Svenningi sum nýføddum í føvn
inginum.
Svenning
segði,
at
mamma hansara segði honum
hetta, tá hann var vorðin 40 ára
gamal, og at hetta tá gjørdi eitt
stórt persónligt ynntrykk á hann.
Steðgurin
Tá ein góður tími var farin vórðu
gestirnir bodnir niður í salin í
neðra. Har vóru tvey sjálvtøkuborð
sett upp við fleiri sløgum av tví
flísum, sum gagnaðist sera væl.
Eisini var ein stór føðingardags
kaka á borðinum, sum var yvitrekt
við marcipani, har ymiskar mynd
ir av Svenningi vóru feldar niður í
marcipanyvitrekkið. Onkur helt,
at teir næstu dagarnar fara fólk at
ganga við myndum av Svenningi
í búkinum.
Gestirnir sótu ikki við borð und
ir steðginum, men tað var lagt
upp til, at fólk fekk høvið at heilsa
upp á hvønn annan, og gestirnir
sýntust at stórtrívast, tí prátið
gekk ómetaliga væl. Tað má sig
ast, at tað er so nógv lættari at
hondtera eina tvíflís, tá tú ikki
skal sita, enn at standa og práta
við fullum tallerki av viðskera og
einum koppi í hinari hondini.
Sangløta
Svenning ynskti ikki, at orðið
skuldi vera frítt, men heldur at
brúka løtuna til eina serliga sang
løtu við bæði felagssangi, kór
sangi, solo og bólkasangi. Løtan
var eisini meiri at líkna við eina
serdeilis góða sangløtu heldur
enn eitt vanligt føðingardagshald.
Svenning ynskti eisini, at navn
Guds skuldi verða lyft høgt hetta
kvøldið, og tað varð tað eisini við
tí breiða sangúrvali, sum gestirnir
fingu at hoyra.
Hóast Svenning er gamal prent
ari, so valdi hann ikki at prenta
eitt sanghefti til løtuna, sum ann
ars er ógvuliga vanligt, eina hátíð
arløtu sum hesa. Allir felagssang
irnir vórðu vístir á tí ógvuliga
stóra stórsskýggjanum, sum fyllir
nærum alt vindeygapartíið, har
sangkórið situr. Ístaðin fyri at sita
og bula niður í eitt sanghefti, so
kundu gestirnir rætta seg upp og
syngja við á stórskýggjanum, og
geva sanginum alla tað luft sum
var í lungunum; og felagssangurin
gekk eisini ómetaliga væl. Ein
sonn frøi fyri sangglaðar sálir.
Fjøldbroytt sangluttøka
Ebenezerkórið, dupultkvartettin
og sangbólkurin “4” við Marner
av Lofti, Jákup Zachariassen,
Gunnar Justinussen og Petur
Jacobsen, og Jóannes á váli við
klaverið og Kári Holm Jacobsen
við guitarinum, góvu sanginum
veingir hesa løtuna í Ebenezer, og
ikki at gloyma trummusláarin,
sum alt kvøldið sæt “innibyrgdur”
í einum “glasbúri,” meðni hann
meistarliga pískaði til sínar trumm
ur, sum vissuliga tryggjaði felags
sanginum løttu rytmuna.
Maria Hentze (Maria í Ullvøru
húsinm) hevði eina solo.
Svein Petersen úr Hvalba, sum
hevur ferðast sum sangari við
Svenningi hesi seinastu árini, heils
aði føðingardagsbarninum við eini
solo.
Oddmar Marsten úr Klaksvík
sang ein sang, sum hann og Svenn
ing týttu til føroyskt í 1960, tá teir
vóru ungdómsvinir í Keypmanna
havn. Sangurin eitur: ”Í mínum
hjarta er gleði.”
Mirjam Carlsen sang eina solo
við Ebenezerkórinum í bakgrund
ini.
Gunnar Justinussen sang um
Vallaran.
Heini Lútzen og Leigh Hjaltalin
sungu hvør sína solo, sum hevði
eitt trivaligt íslett av Ísraelskum
tónum; ikki so løgið, tí Ísrael er
bæði eitt hjartamál og eitt ferða
mál hjá føðingardagsbarninum.
John Færø úr Klaksvík sang
eina solo. Hann hevði úttrykt ynski
um at fáa loyvi at syngja sangin,
“Vaktur av nýggjum.” John skriv
aði hendan sangin fyri 16 árum
síðani, aftaná eina óvæntaða vitjan
av Svenningi, sum leiddi til eina
endurnýggan í hansara persónliga
lívi.
Marner av Lofti, sonur Svenn
ing, sang sangin “Halleluja,” sum
Svenning hevur skrivað orðini til
og Marner hevur gjørt lagið.
Svenning greiddi frá, at íblástin
til sangin fekk hann undir fíggjar
kreppuni í 1991 meðni hann sæt
og hugdi eftir einum sjónvarpsmøti
í BBC. Sjey ár seinni, tá Marner
kom heim at ferðast, sum var ein
av teimum, ið var farin av landin
um orsaka av fíggjarkreppuni,
skrivaði hann lagið til sangin.
Birgit av Lofti hevði ein solo
sang, sum hon sjálv hevði skrivað.
Birgit hevur gjørt nógv við at
syngja, og hon er ímillum veteran
arnar í Ebenezerkórinum. Tí var
tað eisini náttúrligt fyri hana, at
hon bar eina syngjandi heilsu til
mann sín á hansara sjeyti ára degi.
Talarar
Sum allareiða nevnt, so var orðið
ikki frítt. Svenning var kanska
ræddur fyri eini flóðaldu av orð
um um so hevði verið. Tað vóru
kortini nøkur, sum fingu avmark
aða tíð á skránni at bera fram eina
persónliga heilsan til føðingar
dagsbarnið:
Heðin Mortensen, borgarstjóri,
takkaði Svenningi fyri hansara
trúgvu tænastu i skúlaráðnum,
Soffi Egholm, forkvinna í Sinnis
bata, lýsti Svenning sum ein av
lyklapersónunuum í felagnum og
takkaði Svenningi fyri trúgva
tænastu ígjøgnum mong ár.
Tordur Niclassen bar fram eina
heilsu, har hann takkaði Svenningi
og Birgit fyri, at tey mangan
høvdu verið góð í ráðum.
Poul Færø nevndi m.a. at Svenn
ing var ein persónur, sum var eyð
kendur av at lurta eftir innskotum
frá Heilaga Andanum, og at hetta
hevði mangan borið signing við
sær.
John Færø bar eina hjartanem
andi tøkk til Svenning, samstundis
sum hann sang eina solo.
Øssur Berghamar, ein av kenn
ingum og vinum Svennings heilt
frá fimti árunum, nevndi, at hann
og Svenning settu sær fyri sum
ungir menn at biðja fyri Guds
leiðslu í lívinum hjá hvørjum øðr
um. Úrslitið varð, at Harrin leiddi
teir báðar út í trúboðaravirki, Øss
ur til Danmarkar og Svenning á
heimavølli. Eisini nevndi Øssur,
at Svenning í yngri árum hevði
verið málmaður í B36, men at
hann gavst við hesum, og kanska
var tað tí, at Svenning hevði eitt
betri mál at verja.
Tá Øssur hevði talað, setti hann
seg við klaverið, meðni Ebenezer
kórið sang sangin “Rópa av frøi,”
sum Svenning hevur gjørt orðini
til og Øssur hevur skrivað lagið.
Tey, sum kenna til tann eyðkenda
Ísraelska
fólkasangin,
kundu
hoyra, at Øssur hevur megnað
meistarliga at geva lagnum eitt
Ísraelskt íslett, til stóra gleði fyri
teir mongu Ísraelsvinirnar, sum
vóru komnir at heilsa upp á Ísraels
vinin. Svenning skrivaði sangin
fyrst í sekstiárunum, og hann er
skrivaður yvir Sálm.100.
Eisini undirritaði fekk høvið til
at bera fram eina heilsu, og nýtti
høvið at takka Svenningi fyri eitt
tiltakandi vinarband ígjøgnum 44
ár.
Endi
Tá klokkan var komin út ímóti
23.30 steig Svenning fram á pall
in, har hann kvitteraði, saman við
konuni, hvussu glaður og takk
samur hann var fyri kvøldið.
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo
Svenning av Lofti 70
- stórt føðingardagshald í Ebenezer - yvir 600 gestir
Svenning talar á útifundi í Tjørnuvík á sumri 2009