Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fyri fyrstu ferð síðani Russland fór upp í kríggið í Kekenia í 1999, eru part- arnir farnir at samráðast um frið. Samráðingar byrjaðu í Moskva sunnudagin, tá ein umboðsmaður hjá kek- enska uppreistrarleiðaran- um Aslan Maskadov hitti ein umboðsmann hjá Vladi- mir Putin, forseta. Enda- málið við fundinum er sambært tíðindastovuni Itar-Tass at fáa enda á bardøgunum, sum nú hava vart í 25 mánaðir uttan íhald. Hvørki stjórnin í Moskva ella kekenska uppreistrar- rørslan vildi vátta tíðindini um fundin millum kek- enska sendimannin Akhmed Sakajev og serliga sendimannin hjá Putin, Viktor Kasantsev. Vladimir Putin mælti longu í summar til samráð- ingar, og tá var ætlanin, at partarnar skuldu hittast tann 24. september, men yvirgangsatsóknirnar í USA gjørdu, at tann fyrsti fundurin varð útsettur. Russiskar hernaðarkeld- ur halda, at bardagarnir í Kekenia hava kostað næst- an 15.000 mannalív. Sum eina seinastu roynd at varðveita sessin lovar Poul Nyrup Rasmussen dønum skattalætta. Men nú er ov seint ÚTLAND: Meðan teir borgarligu floksformenninir undir val- stríðnum hava lovað skatta- steðg og skattalætta, hava formenninir í stjórnarflokk- unum hildið fast um ver- andi skatt. Men tá for- kvinnan hjá Radikala Vinstra, búskaparráðharrin Marianne Jelved, um viku- skiftið mælti til tað, hon kallaði skattaumskipan, kendi forsætisráðharrin seg noyddan at taka táttin upp. Í einum floksformans- orðaskifti í sjónvarpinum sunnukvøldið segði Poul Nyrup Rasmussen, at sosi- aldemokratarnir eru sinn- aðir at hyggja at skattatrýst- inum, fáa teir myndugleika til tess eftir valið. Hann vildi tó ikki lovað skatta- lætta beinanvegin, men helt, at heldur verandi bú- skapargongd fram, eigur spurningurin at verða um- hugsaður seint í næsta val- skeiði. Hetta fekk alt fyri eitt mótstøðumann hansara, Vinstraformannin Anders Fogh Rasmussen, at vísa á, at sambært stjórnarupp- skotinum til fíggjarlóg fyri 2002 skulu danir rinda tvær mia. krónur afturat í skatti næsta ár. Hóast hann tvær reisur spurdi forsætisráð- harran, hvør skuldi rinda hendan eyka skattin, fekk hann ikki svar. Orðaskiftið, sum var tað seinasta upp undir valið, snúði seg annars fyri tað mesta um sjúkrahúsverkið, viðurskiftini hjá teimum eldru og innflytararnar. Greiður borgarligur meiriluti Tær seinastu veljarakann- ingarnar vísa eins og frammanundan, at teir borgarligu flokkarnir fara at vinna greiðan meiriluta í dag, og at Anders Fogh Rasmussen skal taka við eftir Poul Nyrup Rasmuss- en. Ein samandráttur av teimum seinastu kanning- unum gevur Vinstra, Kon- servativa Fólkaflokkinum og Danska Fólkaflokkinum 93 tinglimir, meðan stjórnarflokkarnir og teirra stuðulsflokkar fáa 77 um- boð í Fólkatingið. Sambært samandráttin- um verður Vinstri størsti flokkur við við 32,3 pros- entum av atkvøðunum, sum geva flokkinum 58 fólka- tingsumboð. Sosialdemo- kratarnir fáa 29,9 prosent og 52 tinglimir. Triðstørsti flokkur verður Danski Fólkaflokkurin við 19 ting- limum, og Konservativi Fólkaflokkurin fær sam- bært samandráttinum 16 umboð á Fólkating. Hetta bendir sostatt á, at Danmark fær eina borgar- liga stjórn, sum verður sett saman av Vinstra og Kon- servativa Fólkaflokkinum við Danska Fólkaflokkin- um sum stuðulsflokki. Undan valinum varð nevndur møguleikin at skipa eina fýra-flokka stjórn við Vinstra, Konser- vativa Fólkaflokkinum, Centrumsdemokratunum og Kristiliga Fólkaflokkin- um, men tað letur seg ikki gera nú, tí Danski Fólka- flokkurin vil ikki taka undir við einari tílíkari stjórn. Harafturat vísa seinastu kanningarnar, at Centrums- demokratarnir fáa ikki umboð í nýggja Fólkating- ið. (Fartekst) Vaktarskifti í Danmark UTTAN ÚR HEIMI Friðarfundur um Kekenia 4 Nr. 224 - 20. november 2001 Nr. 224 - 20. november 2001 5 RÚSEVNI Stefan í Skorini Mánamorgunin fann tollvaldið 5 kilo av hassji í einum bili, sum kom í land av Norrønu. Rúsevnini vórðu fjald í eykahjólinum, ið hekk undir bilinum. Hundurin hjá tollvald- inum lat tollararnar vita, at okkurt illgrunavert var í bilinum. Tí var hann tikin til nærri kanningar, og har varð hassj funnið. Talan er um tveir danir, ið royndu at smugla. Ein kvinna, ið var 19 ára gomul, og ein maður, sum var síðst í 20-unum. Tey eru ókend í Føroyum og skuldu eftir øllum at døma bara lata onkrum føroyingi hassjið. Tey bæði høvdu boðað frá, at tey skuldu vera í Føroyum í heilt stutta tíð. Tey eru handtikin og koma fyri rættin heilt skjótt. 5 kilo er ógvuliga nógv, sigur Kjartan Dam Joensen, ið er yvirtollari. Nøgdin hevur eitt virði uppá 625.000 krónur, um tað verður selt á gøtuni fyri 125 krónur fyri hvørt gramm. Náttina til leygar- dagin var ein tilburður, har ein 43 ára gamal maður varð álopin av teimum ungum dreingjum. Maðurin fekk álvarsligt kropsligt mein, men løgreglan stendur á berum og vil hava fólk at gera vart við seg HARÐSKAPUR Stefan í Skorini Stutt eftir midnátt fríggjakvøldið varð ein maður álopin av tveim- um ungum dreingjum, sum eru í aldrinum 14- 16 ár. Maðurin búði á hotelli í Havn, og hann hevði lagt leiðina niðan í Sparikassan í miðbý- num, har hann skuldi hava reiðan pening úr sjálvtøkuni. Staddur millum bygn- ingin hjá Føroya Tele og sparikassan koma tveir ungir dreingir ímóti honum. Teir biðja hann geva teimum pening. Hann greiðir frá, at hann hevur ongan reiðan pen- ing í lummunum. Uttan ávaring verður hann sligin niður. Misti vitið Síðani verður hann sparkaður og sligin fleiri ferðir í búkin, ryggin og í andlitið, meðan hann liggur. Tann 43 ára gamli maðurin misti vitið beinanvegin. Tá hann raknar viðaftur, fer hann omanaftur á kamarið hjá sær. Dagin eftir fær hann vitjan av einum familjulimi, sum hevur frætt um støðuna, og hann verður síðani fluttur á landssjúkra- húsið. Maðurin minnist lítið frá hesum kvøldinum, og hann fekk ikki tosað fyrstu tíðina, meðan hann var á sjúkrahús- inum. Tí var tað ein annar, ið boðaði løgregl- uni frá tilburðinum. Nú hevur løgreglan tó havt samband við mann- in, og hann upplýsir, at talan var um tveir dreingir í aldrinum 14- 16 ár, ið framdu álopið. Løgreglan hevur ikki avhoyrt nakran, ið kann kasta ljós á hetta málið. Tí verður heitt á fólk, ið halda seg hava sæð okkurt illgrunavert mill- um Føroya Tele og Sparikassan í miðbýnum stutt eftir midnátt, um at venda sær til løgregluna við upplýsingum. Tveir tilburðir við grovum harðskapi hava verið í Havn um vikuskiftið. Ein tilkomin maður brákaði ein ryggjar- geisla og breyt fleiri ryvjabein, eftir at hann varð álopin av fleiri blaðungum. Fimm eru higartil skuldsett HARÐSKAPUR Stefan í Skorini Eftir nøkur friðarlig viku- skifti hevði løgreglan aftur um at vera farna viku- skiftið. Heili tvey álop, har talan var um ógvuliga grov- an harðskap, vórðu framd náttina til leygardagin. Báðir fóru fram í miðbý- num, og talan var um tilkomnar menn, sum vórðu álopnir av blaðungum fólki. Teir báðir hava fingið stóran skaða eftir álopini. Tann eini tilburðurin fór fram við bakaríið hjá Frants Restorff stutt eftir mid- náttarleitið. Ein maður, sum er um 40 ára gamal, varð álopin av einum hópi av blaðungum fólki. Bólk- urin nærkaðist manninum og spurdi, um hann var ein av náttarravnunum, sum ganga og sneyta í býnum. Maðurin svaraði noktandi, at tað var hann ikki. Hann verður tó sligin niður, og so leggja øll tey ungu á hann, meðan hann liggur niðri á vegnum. Har eru bæði gentur og dreingir, sum sparka og sláa mannin, so at hann fær kropsligt mein. Maðurin varð fluttur á landssjúkrahúsið til við- gerðar. Dagin eftir boðar hann løgregluni frá tilburð- inum, og hann verður avhoyrdur. Brákað ryggjargeisla Maðurin hevur brákað ein ryggjargeisla, og hann hevur brotið fýra ryvjabein. Alt andlitið er ógvuliga hovið, og bæði eyguni eru bláð. Løgreglan metir henda tilburðin sum sera grovan harðskap, og hon er komin ógvuliga væl áleiðis við hesum málinum. Álopið er framt heilt uttan endamál, og maðurin hevði eftir øllum at døma einki gjørt fyri at leggja upp til hetta álopið. Løgreglan hevur avhoyrt eini níggju fólk, sum øll eru í aldrinum 14-15 ár. Fyri- bils eru fimm av hesum skuldsett fyri harðskap. Kanska verða enn fleiri skuldsett, men tað er ikki avgjørt enn. Hetta sigur Georg Otthamar, ið er leiðari á kriminaldeildini, sum hevur havt hetta málið um hendi. Støðan er hon, at nøkur av hesum ungu, ið framdu álopið, eru undir lágmarks- aldurin, sum er 15 ár. Tey, ið eru undir 15 ár, kunnu ikki skuldsetast fyri hesa gerð, men tey, ið eru yvir 15 ár, verða skuldsett. Ákæruvaldið skal síðani taka avgerð, um ákæra skal reisast móti teimum skuld- settu. Barnaverndin skal taka sær av teimum, ið ikki eru vorðin 15 ár enn. Barna- verndin tekur so avgerð um, hvat skal gerast við tey, ella um nakað skal gerast. Øll, ið hava verið til av- hoyringar, eru leyslatin aftur. Tey flestu eru ókend hjá løgregluni. Georg Otthamar dugir ikki at siga, um rúsdrekka ella rúsevni høvdu ein leiklut í hesum álopinum. Ung fremja grovan harðskap: Brákaði ryggjargeisla eftir álop Løgreglan stendur á berum 5 kilo av hassji funnin Hundurin hjá tollvaldinum fann 5 kilo av hassji í einum bili, sum kom av Norrönu C M Y K 5 4