Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 224 - 20. november 2001 Nr. 224 - 20. november 2001 7 Tórshavnar Skipa- smiðja fekk heiðurin at kalla seg ársins virki fyri 2001. Ser- støðan hjá skipa- smiðjuni varð staðfest í grundgev- ingini fyri virðisløn- ina. North Atlantic Fish Fair fekk eisini eina heiðursløn fyri at besta átakið hetta seinasta árið VINNARAR Heri á Rógvi Myndir: Jens Kristan Vang Fríggjadagin skipaði Før- oya Arbeiðsgevarafelag fyri Vinnudegi í Norðurlanda- húsinum. Tiltakið er vorðið eitt árligt afturvendandi til- tak, har føroyskt vinnulív hittist. Føroya arbeiðsgev- arafelag ella Vinnuhúsið, sum teir eisini kalla seg, hevur á Vinnudegnum ymiskar fyrilestrar, har serfrøðingar á hvør sínum øki greiða frá. Í ár vóru tveir útlendskir fyrilestrar- haldarar eisini komnir til Føroya úr ávíkavíst Dan- mark og Norra. Føroysku fyrilestrarhaldarar vóru eis- ini á skránni. Ólavur Rasm- ussen, prestur, helt ein áhugaverdan fyrilestur um heimin eftir 11. september. Tað, sum kanska hevði størsta almenna áhugan á Vinnudegnum, var kjósanin av Ársins virki og Ársins átak, sum er ein nýggj heið- ursløn. Skipasmiðjan Tað er Tórshavnar Skipa- smiðja, sum næsta árið kann kalla seg Ársins virki í Føroyum. Tað er hvørt mansbarn í Føroyum, sum kennir Tórshavnar Skipa- smiðju, og ein fittur partur hevur eisini roynt at arbeitt har. Fyri teirra einamest virksemi hjá fyritøkuni í seinastuni fekk Poul Mohr handað heiðursgávuna, sum er ein lutur úr gróti, og sjálvandi eisini heiðurin komandi árið at vera Ársins virki í Føroyum. Nevndin, sum varð sett at velja Ársins virki, legði í sínari grundgeving dent á ymisk viðurskifti. Tað verð- ur sjálvsagt lagdur stórur dentur á, at virkið hevur givið fíggjarligt yvirskot. Í grundgevingini í ár verður sagt, at tað eru fleiri virki í Føroyum, sum lúka hesa fyrstu treytina, men Tórs- havnar Skipasmiðja hevur í longri tíð givið yvirskot. Eisini verður sagt í grund- gevingini, at Tórshavnar Skipasmiðja hevur eina ser- støðu í føroyskum vinnu- lívið. Í grundgevingini verður skipasmiðjan eisini kallað fyri ein risa. – Fyritøkan er eitt virði- ligt umboð fyri føroyska vinnu og hevur væl uppi- borið at verða útnevnt til ársins virki 2001. Tað er eitt trygt og eggjandi arbeiðs- pláss í støðugum vøkstri, sigur nevndin at enda í sín- ari grundgeving. Átakið Nýggja virðislønin, ið varð latin í ár á Vinnudegnum, var Ársins Átak. Henda virðislønin verður latin til fyritøku ella persónar, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at stiðtakararnir til f iskivinnuráðstevnuna North Atlantic Fish Fair. Henda ráðstevnan varð hildin fyrr í ár, og hon savn- aði hópin av fólki innan vinnuna í Føroyum eins og uttanlands. – North Atlantic Fish Fair hava heiður uppibornan. Hetta tiltak kemur at gagna føroysku vinnuni og vil verða við til at seta land okkara á heimskortið. Smá- partafelagið Atlantic Fair fær tí heiðursbræv fyri árs- ins átak 2001, varð sagt í grundgevingini. Ársins virki og átak kosin Poul Mohr fekk handað virðislønina, sum ímyndar búmerki hjá Vinnuhúsinum. Virðislønin er gjørd úr bronsu av Andrias Andreasen. Umboð fyri Spf. Atlantic Fair fáa her handað heiðursbræv fyri Ársins átak 2001 Heili 33.106 fólk hava valrætt til fólkatings- valið í dag. Hetta er væl størri enn við seinasta fólkatingsval. Søgan sigur okkum tó, at valluttøkan til fólkatingsval ikki plagar at vera serliga stór FÓLKATINGSVAL Heri á Rógvi Tað er nokk gingið upp fyri teimum flestu, at fólka- tingsval er í dag. Í øllum ríkinum skulu fólk á val í dag. 179 limir seta í fólka- tinginum. Av teimum 179 eru tvey umboð úr Grøn- landi og tvey umboð úr Føroyum. Í Danmark skulu fólk bæði velja til fólka- tingi og bý- og amtsráð. Hetta sleppa vit í Føroyum undan á hesum sinni. Í Føroyum er tað soleiðis, at tað í búgva 46.889 fólk í Føroyum. Av hesum hava 33.106 fólk valrætt. Í lógini um fólkatingsval í Føroyum stendur at lesa: § 2. Valgret til Folketinget har enhver, som har dansk indfødsret, er fyldt 18 år og har fast bopæl i riget, medmindre vedkommende er umyndiggjort. Hesi góðu 33.106 fólkini skulu velja á 69 ymiskum valstøðum kring landið. Nógv teir flestu veljararnir búgva í Tórshavnar Komm- unu, 12.535 veljarar eru skrásettir í Tórshavnar Kommunu. Við seinasta fólkatings- val høvdu 31.310 fólk val- rætt í Føroyum. Bert 66,1 % av teimum, sum høvdu valrætt í 1998 valdu at fara á val. Tað skal so eisini sig- ast, at 66,1 prosent er mun- andi hægri enn til valið frammanundan hesum. Valhølini kring landið lata upp kl. 9.00 og lata aft- ur kl. 20.00, men hava opið so leingi fólk koma. Úrslit- ið av valinum verður vænt- andi greitt umleið kl. 22.45. 33.106 fólk fara á val í dag Føroyingar skulu velja á 69 ymiskum valstøðum í dag. 33.106 fólk hava valrætt Samanlagt eru deildir á Klaksvíkar Sjúkra- húsi og Landssjúkra- húsinum stongdar í 49 vikur í ár. Grundin er, at avloysarar ikki fáast, sigur landsstýr- ismaðurin. Tað er tvætl, tí pengarnir verða brúktir til full- veldið, svarar løg- tingsmaður SJÚKRAHÚSVERKIÐ Edvard Joensen Ein deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og fimm deild- ir á Landssjúkrahúsinum eru afturlatnar í tilsamans 49 vikur í ár. Maningartrot hevur skuldina, sigur Sám- al Petur í Grund, landsstýr- ismaður við almanna- og heilsumálum. Men tað er tvætl, sigur Vilhelm Johannesen, løg- tingsmaður, sum vísir á, at undan kreppuni í nítiárun- um, bar altíð til at fáa av- loysarar, soleiðis at deild- irnar vóru verðandi opnar í feriutíðini. Tá kreppan kom vórðu ymsar deildir á sjúkrahús- unum stongdar orsakað av peningatroti. Væntandi var, at hetta fór at koma í rætt- lag aftur, tá kreppan var av, sigur Vilhelm Johannesen. Men so varð ikki. Grundin er, at landstýrið brúkar pengarnar til fullveldis- ætlanina, staðfestir hann. Visti ikki Í valsending, sum var í Útvarpinum nú hetta kvøldið, segði Sámal Petur í Grund, at hann visti ikki, hvussu til stóð við hesum stongdu deildunum. Hann kendi eingi nágreinilig tøl, segði hann. Vilhelm Johannesen sig- ur við Sosialin, at hann eftir hesa sendingina hevur kannað hesi tølini, og er komin til, at samanlagt er talan um 49 vikur í ár, har deildir eru stongdar. Býtið er soleiðis, sigur Vilhelm Johannesen, at á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er medisinska deil, Deild M, stongd í 10 vikur í ár. Á Skurðdeplinum á Landssjúkraahúsinum er deild A3 stongd í 13 vikur í ár. Á medisinska deplinum er deild B7 stongd í 15 vikur. Á Psykiatriska Deplinum er Deild 1 stongd í tvær vikur, meðan Deild 3 og Deild 5 eru stongdar hálva- fimtu viku hvør. Tilsamans eru deildir í føroyska sjúkrahúsverkinum stongd- ar í 49 vikur í ár 2001, vísir Vilhelm Johannesen á. Hann sigur, at tað er bara orsakað av manglandi játt- an, at soleiðis er, og metir tað vera rættiligan kleyvar- skap í eini tíð, har lands- kassin hevur havt meira enn eina hálva milliard í yvirskoti árliga, meðan til bar at hava opið áðrenn kreppuna, tá undirskotið var tilsvarandi. – Men samgongan hevur so valt at seta pengarnar av til fullveldið, og tað hevur millum annað sjúkrahús- verkið goldið fyri, sigur Vilhelm Johannesen. Hann heldur ikki, at tað kann passa heilt, at lands- stýrismaðurin ikki kennir til stongdu deildirnar. Visti kortini Og tað ger tað heldur ikki, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður við al- manna- og heilsumálum. Sjálvandi veit hann av, at deildir eru stongdar. Tað hava tær verið í árasvís. Men tað, sum hann ikki sigur seg vita, er, hvussu nógvar deildir eru stongdar, og hvussu leingi. Tá hann verður gjørdur kunnugur tølini, Sosialurin hevur fingið, sigur hann, at hasi viðurskiftini liggja beinleiðis undir sjúkrahús- leiðslunum, og at Almanna- og Heilsumálastýrið sum so einki hevur við tey at gera. At hann ikki kennir til tølini, kemst av, sigur Sám- al Petur í Grund, landsstýr- ismaður, at hann ongantíð hevur fingið nakra »útdjúp- andi« frágreiðing, sum hann tekur til, frá sjúkra- húsleiðsluni. Deildirnar eru vanliga stongdar um summarið um- framt um jóltíðir og á pásk- um, Tá starvsfólkið hevur frí, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður. Grundin til, at deildirnar steingja, er ikki manglandi játtan, men væntandi starvsfólk, sigur landsstýr- ismaðurin. Tað verður so hildið aftur í móti, at tey bæði tingini ofta plaga at hanga saman. Men hann heldur ikki, at tað er tí, at eingir pengar eru til lønir. Hann vísir á læknarnar sum dømi. Teir fáa sanni- liga góða løn. Men tað er bara ikki til at fáa læknar í Norðanlondum í dag, sigur hann. Læknatrot er alla- staðni. Men nú eru røktarstarvs- fólk ikki beinleiðis lækna- útbúgvin, verður hildið aftur í móti. Tað viðgongur landsstýr- ismaðurin, men sigur sam- stundis, at tað ber heldur ikki til bara at seta ein- hvønn sum avloysara á eini deild. Framvegis er Vilhelm Johannesen ikki nøgdur við, at deildirnar eru stongdar í vikuvís. – Tá kreppan varð søgd at vera orsøkin til, at deild- irnar stongdu á fyrsta sinni, átti at borið til at latið tær uppaftur, tá kreppan var av. Men tað er ikki áhugi fyri tí, tí pengarnir fara til full- veldið, sigur Vilhelm Johannesen, løgtingsmað- ur. Stongt í vikuvís Sjúkrahúsverkið er offrað á fullveldisaltarinum, sigur Vilhelm Johannesen, sum vísir á, at tað bar til at hava deildir opnar við einari milliard minni í landskasanum, enn vit sambært landsstýrinum hava í dag C M Y K 7 6