Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 224 - 20. november 2001 Nr. 224 - 20. november 2001 9 Alzheimersfelagið, sum varð sett á stovn 9. september í ár, fer nú av álvara undir virksemið sítt. Í dag letur tann sokallaða demenslinjan upp, ið er ein telefonlinja, sum skal upplýsa og kunna um demens- sjúkurnar ALZHEIMERSFELAGIÐ Ingrid Bjarnastein Telefonlinjan er fyri øll, og fer hon at svara hvørt týskvøld frá klokkan 18 – 20. – Tað er so nógv at fara í holt við á hesum økinum, og hava vit valt at byrja í smáum, sigur Sigrún Mohr, formaður í Alzheimers- felagnum. – Hetta er so fyrsta veruliga stigið vit taka eftir at felagið varð sett á stovn. Við telefonirnar koma at sita fakfólk, ið hava upp til 20 ára royndir innan de- mens. Tey, ið ringja inn kunnu vera anonym, og hava tey, ið svara telefon- unum tagnarskyldu. At hava eina demenslinju er eisini roynt í londunum rundan um okkum, og verða tær linjurnar ógvu- liga nógv brúktar. Hendan linjan verður í fyrsta lagi ein royndkoyring í tríggjar mánaðar. Eftir tað verður tikið støðu til um haldast skal fram ella ikki. Øll kunnu ringja á de- menslinjuna. Fólk, ið møguliga hava mistanka um demens, avvarðandi, sjúk ella eisini um ein hev- ur tørv á at tosa við onkran. Tað er jú ógvuliga tungt hjá teimum avvarðandi at hava ein dementan í familjuni, og kann hetta fara við nógvari orku. Alzheimers mest útbreitt Talið á dementum í Før- oyum liggur um 1000, og er hetta talið roknað út frá eini kanning, ið ein professari í universitetinum í Odense hevur gjørt á Fyn. Ongi føroysk hagtøl eru enn, men samanborið við onnur lond, man talið liggja harum. Tað finnast upp til 100 demenssjúkur, harav er Alzheimers tann mest van- liga. Upp til 60% av de- menssjúkunum er Alz- heimers. –Demens er ein fylgja av tí, sum hendir í heilanum. Heilasellurnar missa sam- bandið við hvørja aðra, og kann hetta koma av so nógvum, sum til dømis heilabløðing, sigur Kári Árting, limur í Alzheim- ersfelagnum. – Sjúkan er arvalig, og verður granskað nógv innan júst hetta økið, tí hetta er jú ein samfelags- trupulleiki. At fáa eina diagnosu er ógvuliga týdningarmikið hóast sjúkan ikki kann lekast. Heilivágur er, sum kann leingja sjúkragongd- ina munandi, soleiðis at tann sjúki fær betri livi- umstøður í longri tíð. Demens er staðfest heilt niður í 30 árs aldurin, men er hetta ikki vanligt. Eldri tú verður, størri er møguleikin fyri at verða dementur. Sagt verður, at 25% av fólkunum verða rakt av demens fyrr ella seinni. Eisini hevur Alzheimers- felagið onnur ting á skránni, men tey fara ikki í gongd við hetta júst enn. Ætlanin er at fara út á bygdirnar við fyrilestrum, og eisini verður arbeitt við eini heimasíðu. – Men hetta fara vit ikki í gongd við fyrr enn fyrst í næsta ár, sigur Kári Árting at enda. Demenslinjan letur upp í kvøld klokkan 18, og svarar hon til klokkan 20. Annars verður hon opin, hvørt týskvøld frá 18 – 20. Tele- fonnummarið er 313102. Alzheimersfelagið: Demenslinjan letur upp í dag Sigrún Mohr og Kári Árting í Alzheimersfelagnum leggja nú til brots við demenslinjuni Mynd: Jens Kr. Vang STARVSVENJING Maria Kristina Smith, praktikantur Síðan 5. november 2001 hava Malan H. Hansen og Sunrid Mørkøre úr Skúl- anum við Ósánna í Klaks- vík, verið í starvsvenjing á Landssjúkrahúsinum. Mal- an og Sunrid, sum báðar ganga í 9.b, siga, at tær valdu sjúkrahúsið tí at tær vildu royna okkurt nýtt. Higartil hava tær arbeitt í goymsluni, vaskarínum og á deildini fyri fysioterapi, og hildu tær tað seinasta vera sera stuttligt og spenn- andi. Í síðstu viku skuldu tær í køkin, og tað var eisini ætlað at tær skuldu arbeiða saman við portør- unum, men nú tá ið teir eru í verkfalli, var tað ivasamt um tað fór at koma burtur- úr tí. Ein vanligur arbeiðsdag- ur hjá Maluni og Sunrid byrjar kl. 9 og endar kl.15. Teimum dámar væl fólkini á arbeiðstaðnum, og siga at øll eru sera fitt og blíð og hava tikið væl ímóti teim- um. Spurdar um hetta er nakað sum tær kundu hugsa sær at fingist við í framtíðini, siga tær, at tað má tíðin vísa. Starvs- venjingartíðin hjá gentun- um, endaði tann 16. november. Malan og Sunrid hava seinastu 14 dagarnar verið í starvsvenjing á Sjúkrahúsinum í Havn Úr skúlastovu út á sjúkrahús C M Y K 9 8 Føroysku fólkatings- limirnir verða ikki tungan á vágskáluni í Fólkatinginum hesu- ferð eins og seinast. Borgarligu flokkarnir fara at vinna so tryggan meiriluta, at tað er líka mikið, hvønn teir føroysku fólkatingslimirnir peika á sum komandi forsætisráðharra. FÓLKATINGSVAL Magnus Dam, Keypmannahavn Við umleið 100 fólkatings- limum aftanfyri seg, fer Anders Fogh Rasmussen at sita tryggur í sessinum sum danskur forsætisráðharri eftir fólkatingsvalið í dag. Enn eru atkvøðuhølini ikki latin upp, men alt bendir á, at borgarligu flokkarnir vinna stórsigur. Allar veljarakanningar geva Anders Fogh Rasmussen valsigurin, eins og tær hava gjørt seinastu vikurnar. Tað hevur ikki eydnast og fer neyvan at eydnast Poul Nyrup Rasmussen at venda gongdini eins og hann gjørdi í 1998. Vinstri-flokkurin hjá Anders Fogh Rasmussen verður helst størsti flokkur á Fólkatingi eftir valið. Hann fær sambært veljara- kanningunum 58 fólka- tingssessir, meðan Social- demokratiski flokkurin fær 52 sessir, 11 færri enn á seinasta vali. CD er úti Álitið hjá Anders Fogh Rasmussen verður kon- servativi flokkurin, sum stendur til at fáa 16 sessir, sum er tað sama sum við seinasta val. Og flokkurin, sum tryggjar Anders Fogh meirilutan er Danski Fólka- flokkurin við Piu Kjærs- gaard, sum sambært kann- ingunum fær 19 sessir og sostatt eina framgongd uppá seks sessir. Hinir báðir flokkarnir, sum siga seg vilja stuðla einari borgarligari stjórn eru CD og Kristiligi Fólka- flokkurin. Veljarakanning- arnar geva ikki CD aftur- val, meðan Kristiligi Fólka- flokkurin fær fimm sessir. Socialistiski fólkaflokk- urin varðveitir sínar 13 sessir, og Eindarlistin, sum eisini hevur styðjað Poul Nyrup Rasmussen, sleppur akkurát inn um gáttina við fýra fólkatingslimum. Teir Radikalu, sum sita í stjórn- ini saman við Nyrup vinna ein sess og fáa átta tilsamans. Hinvegin sleppur ein gamal kenningur úr sjeyti- árunum ikki inn aftur í Fólkatingið, og tað er Mogens Glistrup úr Fram- burðsflokkinum. Hansara flokkur fær ikki umboðan. Føroyar og Grønland broyta einki Teir fýra limirnir úr Før- oyum og Grønlandi fáa ikki ávirkan á stjórnarsaman- setingina hesuferð. Sjálvt um teir allir fýra peikað á Nyrup eftir valið, so broytir hetta ikki myndina, um vit skulu trúgva veljarakann- ingunum. Veljarakanningarnar eru broyttar lítið gjøgnum valstríðið, og tí skal okkurt heilt óvæntað henda, um næsti forsætisráðharrin ikki fer at eita Anders Fogh Rasmussen. Enn er ein hópur av veljarum, sum ikki hevur tikið støðu, men eygleiðarar rokna ikki við, at hetta fer at broyta enda- ligu myndina stórvegis. Føroysku limirnir uttan ávirkan Anders Fogh Rasmussen fær væntandi 100 fólkatingslimir aftanfyri seg eftir valið í dag, og sostatt verður hann nýggjur forsætisráðharri.í Danmark.