týsdagur 20. november 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 224 - 20. november 2001
Nr. 224 - 20. november 2001
11
C
M
Y
K
Økt sjálvstýri hevur
verið ovast á bredd-
anum í valstríðnum í
Grønlandi upp undir
fólkatingsvalið. Allir
flokkar siga seg vilja
virka fyri øktum
sjálvstýri. Líkt er til,
at báðir grønlendsku
fólkatingslimirnir
verða skiftir út
FÓLKATINGSVAL
Magnus Dam
Atasutt og Siumut hava
higartil verið sjálvskrivaðir
til teir báðar grønlendsku
fólkatingslimirnar.
Men
stórur spenningur er upp
undir valið hesuferð, og tað
er ikki vist, at teir báðir
flokkarnir enn einaferð fara
avstað við hvør sínum
fólkatingslimi.
Eygleiðarar rokna við, at
tað verða tvey nýggj andlit
at síggja í Fólkatinginum í
staðin fyri tey bæði Ellen
Kristensen úr Atasutt og
Hans Pavia Rosing úr
Siumut. Veteranurin Lars
Emil Johansen úr Siumut
hevur góðar møguleikar, og
Kuupik Kleist úr Inuit
Ataqatigiit verður spáddur
at hava góðar møguleikar at
taka
sessin
frá
Ellen
Kristensen.
Uttanflokkalistar taka
atkvøður
Í Grønlandi eru ongar velj-
arakanningar, sum lodda
dýpið, og tí er ilt at siga,
hvør fer avstað við sessun-
um. Men óvissan er størri
nú, enn hon hevur verið
fyrr, tí fleiri kend andlit
stilla upp uttanflokka. Tal-
an er um Otto Steenholdt,
sum fyrr hevur sitið á
Fólkatingi fyri Siumut, og
Per Berthelsen, sum ikki
longur er limur í Atasutt.
Hesir báðir fara væntandi
at taka nógvar atkvøður frá
sínum gomlu flokkum, og
hetta kann broyta grønl-
endsku fólkatingsumboð-
anina.
Sjálvstýri á skránni
Høvuðsevnið í valstríðnum
hevur verið økt sjálvstýrið.
Øll 13, sum eru uppstillaði,
lova at virka fyri øktum
sjálvstýri og at îseljaî seg
so dýrt sum gjørligt á
Fólkatingi. Tað er bert
Atasutt, sum frammanund-
an sigur seg fara at stuðla
Anders Fogh Rasmussen.
Siumut, sum higartil hevur
styðjað Nyrup, fer ikki at
gera tað treytaleyst einaferð
enn.
Grønlendsku valevnini
vilja hava eina nýggja skip-
an millum Danmark og
Grønland. Eingin flokkur
vil virka fyri loysing, men
talan skal gerast um meira
javnbjóðis viðurskifti mill-
um londini.
Pengar hava spælt ein
týðandi leiklut í valstríðn-
um, og grønlendarar fara at
leggja stórt trýst á eina
komandi danska stjórn um
at fáa meira afturfyri, at
amerikanarar hava hernað-
arstøðir í Grønlandi. Í
hesum sambandinum hevur
Siumut tosað um, at danir
spara 13 milliardir krónur
av amerikansku støðunum.
Fleiri valevni vilja virka
fyri, at Grønland sjálvt skal
gera eina verjuavtalu við
USA, sum so skal gjalda
beinleiðis í grønlendska
landskassan fyri støðirnar í
landinum. Trýstið á donsku
stjórnina fer sostatt at
vaksa munandi eftir Fólka-
tingsvalið, sum verður sera
avgerandi fyri framtíðina
hjá Grønlandi í Ríkisfel-
agsskapinum.
Grønlendsk sjálvstýrisval
Hernaðarstøðirnar hjá USA og framtíðar leikluturin hjá Grønlandi í Ríkisfelagsskapinum hava spælt ein týðandi leiklut í
grønlendska valstríðnum. Myndin sýnir Kangerlussuaq, har USA hevði flogstøð
Mynd: Edvard Joensen
Veljarafundurin í
Norðurlandahúsinu
m sunnukvøldið vísti
á ávís fyribrigdi í
Føroyskum politikki.
Kvinnurnar fingu
lítlan part, og ungu
kreftirnar í
Tjóðveldisflokkinum
hava tikið yvir
VALFUNDUR
Edvard Joensen
Vongurin hjá Høgna Hoy-
dal hevur tikið yvir í Tjóð-
veldisflokkinum.
Fólka-
flokkurin hevði fýra kvinn-
ur við á fundinum, men tær
fingu ikki orðið. Sam-
bandsflokkurin
goymdi
formannin av vegnum.
Veljarafundurin í Norð-
urlandahúsinum sendi ávís
tekin út, sum fók væl løgdu
merki til, men kanska ikki
øll hugsa um.
Millum
annað
møtti
Fólkaflokkurin á fundi við
trimum kvinnum, og rokn-
aði veljarin sjálvandi við, at
nú fór okkurt nýtt og
áhugavert at verða at hoyra
frá hesum valevnunum.
Men tað var so eiðasørt,
at tær fingu orðið. Ein
teirra var enntá royndur
politikari, sum komin var
úr Klaksvík, ivaleyst við
eini røðu í taskuni.
Men her valdi flokkurin
so heldur at lata løgmann
og tveir landsstýrismenn,
sum ongan nýggjan boð-
skap høvdu, fáa talutíðina,
eins og Óli Breckmann,
hvørs
áskoðanir
hvørt
mannsbarn kennir, var heil-
ar tvær ferðir á røðarapall-
inum.
Kenslan, fólk kring land-
ið sótu eftir við, var, at her
var talan um eitthvørt sølu-
katalog, har vakrar kvinnur
verða nýttar sum sølufremj-
andi íkast.
Tjóðveldisflokkurin
møtti við vælmannaðum
Hoydalsveingi.
Týðuligt
var eisini at merkja, at teir
høvdu skipað seg við
klapparum, sum tó mest
klappaðu fyri ávísum val-
evnum, meðan onnur fóru
meira stillisliga framvið.
Eingin ivi tykist vera um,
at í Eysturoynni er taktikk-
urin, at Torbjørn Jacobsen
skal førast fram, og hann
fekk eisini góða tíð á fund-
inum sunnukvøldið. Sigast
skal eisini, at hann dugdi at
nýta tíðina.
Sambandsflokkurin har
aftur í móti tóktist koma
eitt sindur tvørt fyri. Har er
eingin greið linja at hóma
hjá tí, sum ikki fær ein
greiðan
taktikk
haðani
lagdan fram undan slíkum
fundi.
Fyrverandi formaðurin,
Edmund Joensen, sum fólk
annara hava fingið fata av,
ikki myndar flokkin meira,
var tann sum fekk mesta
tíð, meðan formaðurin var
sett upp allarseinast við
tveimum minuttum, har
hon ikki segði veljaranum
nakað sum helst. Metingar
eftir fundin vóru so mikið
harðar, at onkur vildi vera
við, at Sambandflokkurin
seldi fólkatingssessin, velj-
arakanningarnar hava givið
honum, á hesum fundinum.
Sjálvstýrisflokkurin hev-
ur bara menn uppstillaðar,
og teir eru bara tríggir í tali,
so har var ikki so nógv at
velja í. Teir kláraðu seg eis-
ini hampiliga væl á fundin-
um.
Miðflokkurin har aftur í
móti møtti bara við monn-
um, hóast onkur kvinna er á
listanum. At Miðflokkurin
fer at kappast við Fólka-
flokkinum um, hvør fer at
hava mesta ávirkan á,
hvussu orðini í Gamla
Testamenti, hvussu Ísrael
fer at yvirliva, fara at ganga
út, gevur neyvan nógvar at-
kvøður.
Javnaðarflokkurin tóktist
vera tann, sum hevði besta
býtið. Helvt um helvt
kvinnur og menn. Øll fingu
orðið, hóast formaðurin var
tvær ferðir.
Kvinnurnar til pynt
Fólkaflokkurin tóktist hava
kvinnurnar til pynt á
veljarafundinum. Menninir
tóku myndina, og
kvinnurnar hvurvu afturum
Mynd: Jens Kristian Vang
Edmund Joensen tykist
hyggja langt eftir
formanspostinum í
Sambandsflokkinum
Vongurin hjá Høgna Hoydal tykist hava tikið yvir í Tjóðveldis-
flokkinum