Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 21. september 2009 31 tíðindi -Tað er eitt lív aftan á sjúk- una Tað staðfestir Oddbjørg Øster, kona Anton Øster, gartnara á Tvøroyri. Á tiltakinum hjá Hjarta- barninum og Hjartafelag- num á Tvøroyri leygardagin, tosaði hon eitt sindur um, hvussu tað er, brádliga at fáa herviliga hjartasjúku heilt inn at lívinum. Anton Øster fekk brádliga blóðpropp fyri tveimum árum síðani. Tað kom sum eitt skot av klárum himli og tað var eitt undur, at at hann kom frá tí við lívinum. - Vóru læknar ikki á sjúkrahúsinum, tá ið tað hendi, er ivingarsamt, hvussu tað hevði spælt av. Men bæði læknar og starvsfólk annars á Suður- oyar Sjúkrahúsi, gjørdi eitt stórt og gott arbeiðið, segði hon. Hon segði, at tað var ringt at greiða frá, hvussu tey komu víðari. Men tey hava tosað nógv um hendingina og hóast tað eru tvey ár síðani, er hetta nakað, tey hugsað nógv um, tí slíkt er ein skelkur, ein ongantíð gloymir. - Eg verðið bangin, tá ið Anton ikki svarar telefonini, segði hon. Hon segði, at tað er tór- fórt at greiða frá, hvussu tey eru komin víðari. Men tey hava eitt itriv, sum hevur hjálpt teimum nógv og tað er fólkadansur, tí tað er sosi- alt og tá koma tey ímillum fólk. Í fyrstuni var tað kortini tórført hjá Anton at vera ímillum fólk. Men hóast tað er blivið nógv betri, er tað framvegis tórført, tí Anton var ein maður, sum altíð var í sving, so tað er ikki altíð lætt hjá honum at foreina seg við, at hann ikki longur orkaði tað sama og varð avmarkaður. - Tað er ringt at venja seg við og onkuntíð gongur tað eitt sindur útyvir psykuna, men hann er kortini glaður, tí hann kann arbeiða eitt sindur. - Tað er sjálvandi eitt lív aftan á sjúkuna og tað hava vit eisini fingið. Og hon endaði við at siga: Eg má liva ímeðan eg livi, men eg má kortini ansa eftir. Vit eru komin víðari Oddbjørg Øster fortaldi fólki, at tað er eitt lív aftan á sjúkuna