Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 180 - 22. september 2009 Miðflokkurin fer nú at skipa fyri skeiðum í politikki, fyri at fáa fleiri at stilla upp. – Øll eru vælkomin, staðfestir Jenis av Rana Skeið Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Allir flokkar á Løgtingi fáa mánaðarligt gjald til polit­ iska upplýsing. Nú fer Mið­ flokkurin at brúka eitt sind­ ur av síni orku at skipa fyri skeiðum fyri fólki, sum vilja hava politiska upplýs­ ing. – Øll eru vælkomin, stað­ festir Jenis av Rana. Kostnaðurin fyri skeiðini eru 500 krónur, og Miðflokk­ urin vil rinda restina, um tørvur er á tí. So er spurn­ ingurin, hvat hendir, um øll ungmannafeløgini í land­ inum møta upp til skeið. – Eg vænti ikki, at tað verður soleiðis. Men skuldi tað verið soleiðis, so hevði tað ikki verið nakar trupul­ leiki, men tá skuldi Mið­ flokkurin nokk tikið í oyr­ uni á sínum limum, stað­ festir Jenis av Rana. Serliga kvinnur Jenis av Rana greiðir frá, at orsøkin til, at Miðflokkurin hevur tikið hetta stig, er at tað ofta er torført at fáa fólk at stilla upp í politikki. – Tað eru serliga kvinnur, sum ofta aftra seg at stilla upp, og vónin er, at eitt tílíkt skeið fær flutt tikið óttan burtur, sigur Jenis av Rana. Hann greiðir víðari frá, at tað ikki er diskriminerandi at siga soleiðis um kvinnur, tí tað er alment kent, at kvinnur vilja vita, hvat tær tosa um, áðrenn tær tosa. Kristni og politikkur Eitt av evnunum á skeiðun­ um er hugtakið kristni og politikkur, sum Rúni Ras­ mussen undirvísir í. Ætlanin er, at undirvísingin skal greiða frá argumentunum fyri og ímóti at blanda trúgv og politikk saman. Men Jenis av Rana vísir á, at hetta tiltak ikki stóð og fall við hesum evninum. – Hetta er bara eitt av evn­ unum, sum er eitt sindur øðrvísi. Júst sum evnið við kvinnum og politikki, stað­ festir hann. Praktiskt og teoretiskt Undirvísararnir á skeiðun­ um eru ein blandingur av tí teoretiska og tí meira prakt­ iska. Undirvísarar eru: Anfinn Kallsberg, fíggjar­ lógarsmíð, Hjørdis Petersen, kvinnur og politikkur, Høgni Joensen, gerandis­ dagur á tingi, Magni Laksá­ foss, búskapur og politikkur, Øssur Winthereig, fjølmiðl­ ar og politikkur, Rúni Ras­ mussen, kristni og politikkur og Sjúrður Skaale, politikk­ ur í Føroyum. – Tað er bara ein, vit hava spurt, sum hevur borið seg undan, og eg meti vit hava fingið góð fólk. Hvør dugir betur at broyta ein fíggjarlóg enn Anfinn Kallsberg?, spyr Jenis av Rana. Fimm kvøld Ætlanin við skeiðunum er at geva fólki innlit í politikk, og tað verður gjørt í smáum. Gjøgnum veturin verða fimm mikukvøld í hølunum hjá Starvsmannafelagnum nýtt til endamálið, har tvey skeið eru hvørt kvøldið. – Vónandi kann hetta vaksa um áhugan, men tað sigur seg sjálvt, at hetta veruliga er at byrja í smáum, staðfestir Jenis av Rana. Miðflokkurin skipar fyri undirvísing í politikki. Ætlanin við hesum, er at fáa fleiri menniskju at halda seg framat sessunum at taka sessirnar frá hesum politikarum á Løgtingi Øll í læru hjá Miðflokkinum Kanna olju við Jan Mayen Fyrr í ár fingu oljufeløg høvi til at bjóða upp á leitiloyvi í tí íslendska partinum av Jan Mayen­rygginum, og nú umhugsa norskir myndugleikar, um teir skulu taka sama stigið. Í tí sambandi fara Terje Riis­Johansen, olju­ og orkumálaráðharri, og onnur norsk umboð til Jan Mayen í dag at kanna umstøðurnar nærri. Bente Nyland, oljustjóri, ásannar í samrøðu við Aftenposten, at myndugleikarnir vita ov lítið um Jan Mayen, til at teir kunnu taka nakra avgerð um møguliga olju­ og gassleiting í umráðnum. Tí mugu fleiri kanningar gerast, sigur hon við blaðið. Við seglum við pólin Saman við trimum vinmonnum hevur kanadiski tíðindamaðurin Cameron Dueck siglt ta sokallaðu Útnyrðingsleiðina úr Kyrrahavinum eystur í Atlantshavið. Teir fóru undir ferðina fyrst í juni við tí 40 føtur stóra seglbátinum Silent Sound, og hóast teir nú eru komnir tvørturum, endar ferðin ikki fyrr enn í næsta mánaði. Málið við ferðini er at prógva, at tað ber til at sigla fram við póløkinum uttan hjálp frá ísbrótara. Á ferðini løgdu kanadiumenninir at í nøkrum inuittabygdum, og har fingu teir at vita, at upprunafólkið stúrir fyri avleiðingunum av broytingunum í veðurlagnum.