týsdagur 22. september 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 180 - 22. september 2009
Tað hevur tikið fleiri
ár at avgreiða eina
ósemju um eina
gamla bingju, sum ein
bóndi hevur brúkt til
at goyma hoyggj í
Bingjustríð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skuldu vit mett eftir tíðini,
tað hevur tikið at fingið ein
enda á hesum málinum,
skuldi ein trúð, at talan var
um einki minni enn eitt stór
mál.
Men so er ikki!
Hetta er eitt mál um eina 40
fót bingju sum ein bóndi hevur
brúkt at goyma hoyggj í.
Men tað hevur tikið útvið
20 ár at fáa enda á sakini.
Og endin var, at nú má
bóndin taka bingjuna burtur
ella í minsta lagi flyta
hana einar 100 metrar.
Tað var fyri umleið 20 ár
um síðani, at ein bóndi keypti
sær eina 40 fót bingju at seta
í hagan at goyma hoyggj í, tí
hann hevði onki hoyggjhús.
Áðrenn hann setti bingj
una upp, spurdi hann bæði
kommununa og Landsverk,
men haðani var ongin við
merking.
Bingjan stendur einar
200 metrar frá eini á.
Og akkurát her er trupul
leikin, tí av tí, at áin er meiri
enn fýra metrar breið, krev
ur náttúrufriðingarlógin, at
hon er minst 300 metrar
burtur frá.
Tí varð málið tikið upp og
síðani hevur tað reikað runt
í skipanini, har bæði frið
ingarmyndugleikar, komm
unustýri og Føroya Rættur
hava verið upp í leikinum.
Men nú fær tað ein enda.
Føroya Rættur dømdi nakað
síðani bóndan at fáa bingj
una burtur av staðnum, men
hann hevur ikki aktað.
Tí er hann einaferð enn
drigin í rættin, har ákærin
vil áleggja honum at betala
bót fyri at sýta at gera eftir
boðum. Men harafturat skal
bóndin hava tvingsilsbøtur,
til bingja er burtur.
Bóndin skilir onki av, hví
akkurát hansara bingja skal
takast burtur úr rúgvuni, tí
tað stendur eitt ótal av bingj
um og sløðist í haganum.
Men trupulleikin er, at
hansara bingja stendur nærri
enn 300 metrar frá eini á,
sum er minst fýra metrar
breið og tað er munurin á
hansara bingjum og øðrum
bingjum.
Men nú skal so Føroya
Rættur einaferð enn taka
støðu til málið. Bóndin er
sinnaður at fáa bingjuna burt
ur, men trupulleikin er, at hon
er full av hoyggi og tí bað
hann um freist til 1. juni og
tað hevði ákærin onki ímóti.
Tá lovaði hann at flyta
bingjuna, ella í minsta lagi
a flyta hana 100 metrar
afturat burtur frá ánni.
Síggja enda á áragomlum
stríði um eina gamla bingju
Tað kann verða ein
dýr søga hjá fólki at
taka eitt skjótt keyps
lán í einum handli
svik
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað bleiv ein dýr søga, tá ið
ein ungur drongur fekk eitt
gott tilboð frá einum hand
ilsmanni í Havn.
Hann varð freistaður so
illa, at hann gjørdi seg til
svikara fyri at fáa eina sofu
og eina teldu, hann hevði
fingið gott eyga á.
Hann var annars bara far
in inn í handilin at keypa
nøkur smáting, men gekk
kortini ein runt í handlinum
og hugdi.
Hann var akkurát fluttur í
hús og á rundferðini í handl
inum, fekk hann gott eyga á
eini sofu og stillaði seg uppi
yvir henni at hyggja.
Eg visti væl, at eg hevði
ikki ráð at keypa sofuna,
fortaldi hann í Føroya Rætti
í gjár.
Men handilsmaðurin var
blíður og segði, at pengar
vóru ongin trupulleiki, tí
hann var vælkomin at læna
fyri sofuna.
Drongurin tók av tilboð
num – men hækkaði lánið
so at hann fekk eina teldu
við á vegnum.
Lánið var ikki frá handl
inum sjálvum, men frá ein
um felagi, ið fíggjar slík
keyp fyri viðskiftafólk.
Skeivir upplýsingar
Men tá ið lániskjalið varð
útfylt gav drongurin skeivar
upplýsingar og tí er hann
nú ákærdur fyri svik.
Hann váttaði á skjalinum,
at hann hevði arbeiðið, hóast
hann var arbeiðsleysur. Tá
ið handilsmaðurin spurdi,
hvar hann búði svaraði hann,
at hann var ”akkurát fluttur í
hús”.
Hetta
uppfataði
bæði
handilsmaðurin og ákæru
valdið sum um at hann
hevði upplýst, at hann var
fluttur í egin hús.
Sjálvur segði maðurin, at
hann hevði ikki meint tað
sum um at hann var fluttur
egin hús og dómarin helt
eisini, at tað var ikki prógv
að, at hann tilvitað leyg í
hesum føri.
Hinvegin játtaði hann at
hava sagt ósatt um arbeiðs
støðuna.
Tað ringasta var, at drong
urin segði, at teldan bleiv
ólagi beinanvegin.
Men maðurin fortaldi, at
hann fekk onga hjálp at
umvæla telduna og tí gavst
hann at betala lánið.
Men tað hevði lániveitarin
onki við at gera og sendi
dronginum tískil rokning eft
ir rokning, umframt at hann
varð ákærdur fyri svik.
Næstan 50% í rentu
Tað eru nú næstan fimm ár
síðani at hann tók lánið.
Men tað, sum ikki kemur
so øgiliga greitt fram á láni
skjalinum, er, at tá ið alt
verður lagt saman, hevur
lánið næstan 50% í rentu og
øðrum gjøldum um árið.
Tað førdi við sær, at lán
ið, sum upprunaliga var
15.000 krónur, var herfyri
komið upp á heilar 40.900
krónur.
Maðurin var harmur um
støðuna og segði, at hann
vildi bara sleppa burtur úr
tí og av tí sama hevði hann
longu goldið alla skuldina,
so at tað nú er slætt borð.
Men ákæruna um svik
slapp hann ikki undan og
ákærin vildi hava hann inn
at sita í nakrar vikur.
Tað helt dómarin ikki,
mest tí, at so long tíð var frá
liðin. Hann helt eisini, at
maðurin var ikki farin inn í
handilin við tí endamáli at
svika, men at hann hevði
latið seg tøla av einum brád
liga íkomnum innskoti.
Tí dømdi dómarin mann
in sekan í sviki, men ásetti
onga revsing og skikkar
hann sær væl tey bæði
næstu árini, fellur revsingin
heilt burtur.
Ungur drongur læt seg freista í óføri
Ein ungur drongur kom
illa fyri, tá ið gav skeivar
upplýsingar á einum
lániskjali og síðani gavst at
betala lánið aftur eina teldu
og innbúgv, hann hevði
keypt og lænt pengar fyri í
handlinum
Kínverjar vaksinera
Í Kina eru heilsumyndugleikarnir fanir undir at vaksinera
fólk ímóti Influensa A ella H1N1. Júst í Kina hava
myndugleikarnir eggjað heilivágídnaðinum til at finna eina
vaksinu ímóti teirri nýggju krímsjúkuni, og fyri fjúrtan
døgum síðani bleiv fráboðað, at myndugleikarnir høvdu
góðkent tvey sløg av vaksinu. Sambært fjølmiðlunum hava
heilsumyndugleikarnir sett sær fyri at vaksinera 65 milliónir
fólk ella fimm prosent av landsins íbúgvaratali innan árslok.
Í síðstu viku søgdu kinesisku myndugleikarnir, at teir høvdu
staðfest 11.722 tilburðir av Influensa A.
Størri norsk skerjing
Noreg hevur samtykt at skerja landsins CO2útlát 30 prosent,
men Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, segði í gjár, at eydnast
tað at fáa eitt gott úrslit á veðurlagstoppfundinum í New York,
fer Noreg at umhugsa at økja sína skerjing til 40 prosent. Á
toppfundinum, sum byrjar í New York í dag, fara leiðarar úr í
meiri enn 100 londum at fyrireika ta avgerandi STráðstevnuna,
sum verður í Keypmannahavn í desember. Jens Stoltenberg
sigur, at kann Noreg bøta um útlitini fyri einari saemju við at
økja sína egnu skerjing til 40 prosent, er stjórnin sinnað at taka
tað stigið.