Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 180 - 22. september 2009 5 Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Rituvíkarvegurin Við hesum verður arbeiðið at gera nýggjan veg oman fyri Rituvíkarbygd boðið út í almenna lisitatión. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um: · gerð av landsvegi frá Rituvíkarhálsi og oman í bygdina uml. 1.230 m · gerð av nýggjum bygdarvegi frá Rituvíkarhálsi og oman í verandi bygdaveg uml. 250 m · dagføring av Æðuvíkarvegnum uml. 70 m · íbinding frá tí nýggja vegnum og niðan í vegin til moldgoymsluna · tríggjar vegristir · tvær seyðasmogur · umframt vegagerðina fevnir arbeiðið eisini um veitan og uppsetan av gøtuljósum Lisitatiónin verður á Landsverki, Tinghúsvegi 5 í Tórshavn týsdagin 20. oktober 2009, kl. 14.00. Ástaðarfundur verður týsdagin 06. oktober 2009, kl. 10.00. Møtt verður á Rituvíkarhálsi við innkoyringina til moldgoymsluna. Útbjóðingartilfarið verður bert útflýggjað digitalt og kann bíleggjast frá mikudegnum 23. september 2009, við at venda sær til: Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Fo-110 Tórshavn. Telefon: 340 800 boha@lv.fo Tá biðið verður um útbjóðingartilfar skal upplýsast: · Navn á virki, adressa og vinnutal · Kontaktpersónur og telefonnummar hjá kontaktpersóni · Teldupostadressa Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havna- myndugleikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. ÚTbjóðiNg F ro bi ar S ók nar ró ðr ar Fe la g takkar øllum, sum hava stuðla okkum í ár og gjørt tað til eitt ógloymandi róðrarár. Vit síggjast til 75-ára veistluna tann 26. september Frobiar Sóknar Róðrarfelag T vø ra bát urin og Firva ldur Føroy ameis tarar 20 09