Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 180 - 22. september 2009 Læknar tíma ikki á vakt Teir praktiserandi læknarnir í Danmark vilja sleppa frá at ganga vakt. Í einari spurnarkanning, sum felagið hjá teimum praktiserandi læknunum hevur skipað fyri, svara 26 prosent, at teir helst vilja hava reglurnar um læknavaktina burtur úr sáttmálanum. Tað eru serliga vánalig arbeiðsviðurskifti og yvirtíð, sum læknarnir vilja sleppa undan. Michael Dupont, sum er formaður í felagnum hjá teimum praktiserandi læknunum, sigur við Berlingske Tidende, at misnøgdin við læknavaktina er veksandi millum læknarnar. Tárini trillaðu tá Anna Maria og Bjarki hósdagin, eftir hálvt ár í óvissu, vóru sameind við frensinum Zumac. Hann varð burtur á Sornfelli skírisdag og var deyðanum nær tá menn í Hundsarabotni tóku hann inn, vóru um hann – og kallaðu hann Mogens Útlegd Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Regnið oysti niður, og tárini runnu stríð niður eftir kjálk­ unum á teimum flestu, sum vóru í Hundsarabotni hós­ dagin. Tað var sum tikið úr einum happy­end filmi. Tað var ein kensluborin sameining, tá Anna Maria Olsen og Bjarki Meitil vóru í grótbrotinum í Hundsara­ botni eftir frensinum Zum­ ac, sum hevði verið burtur í gott hálvt ár. ­ Teir grótu, eg græt og tað kundi ikki verið meira kensluborið, greiðir Anna Maria frá. Søgan byrjar tíðliga í vár, skírisdag. Anna Maria Olsen og Bjarki Meitil vóru farin út­ ferð niðan á slættan beint undir Sornfelli, har tey høvdu mat og annað gott við. Frens­ urin Zumac – ið er uppkall­ aður eftir sangarinnuni Yma Zumac – var eisini við. ­ Ja tað ljóðar eitt sindur býtt, at taka frensin við út í hagan. Men hann var geld­ ur, og skuldi gjarna verið somikið fólkakærur, at hann ikki rýmdi, greiðir Anna Maria frá. Tá tey fara gangandi í haganum, fylgir Zumac aft­ aná eitt petti. Síðan leitar hann spakuliga longur vekk frá teimum, men hyggur enn javnan aftur eftir teim­ um. Men brádliga er hann vekk. Tey leita og rópa eftir honum, men eingin frensur at hóma. Tey mugu geva upp. ­ Vit vóru aftur og leitaðu eftir honum næstan hvønn dag í ein heilan mánað, og vit leitaðu allastaðni fram við Oyggjarvegnum. Vit vóru eisini niðri í Kaldbaks­ botni, í Norðadali og á Skæl­ ingi, men eingin Zumac. Eftir at ein mánaði var ging­ in, máttu vit at enda geva upp, greiðir Bjarki frá. Ein mánaði uttan fólk Um tað mundið at Zumac varð vekk, var hann lítið ár gamal. Hann var sostatt ikki heilt fullvaksin. Hann var vekk skírhósdag og í ein heilan mánað veit eing­ in, hvar hann hevur verið. Hann hevur klárað seg sjálv­ an úti í haganum, nátt og dag, í regn, sól og í kava. Síðst í apríl mánaði, lítlan mánað eftir at hann varð vekk, síggja menn í grót­ brotinum í Hundsarabotni kettuspor í kavanum. Stutt eftir koma teir fram á ein frens, sum er illa staddur, rak, kaldur og styggur. Bárð­ ur Jacobsen, ein ungur hós­ víkingur, ið arbeiðir í Hundsarabotni, tekur hann inn og gevur honum eta. Hann reiðir honum ból á loftinum í smiðjuni, har tað er heitt og fjálgt, og gav honum mat. Eitt navn skuldi frensurin hava, og teir kallaðu hann Mogens. Hann varð styggur at byrja við, men teir vóru fleiri, í høvuðsheitum trígg­ ir mans – Bárður Jacobsen, Berint Johannesen og Sám­ al Hansen – sum tóku sær av honum og vóru um hann, og skjótt gjørdist hann líka góður við teir, sum teir við hann. Partur av inventarinum Í fimm mánaðir hevur Mog­ ens, sum teir kallaðu frensin í Hundsarabotni, búleikast í Hundsarabotni, har øll starvsfólkini blivu for­ elskaði í honum. ­ Eg plagdi at sita her og kína honum, og tá eg gavst, so skumpaði hann undir hondina, og vildi eg reisa meg upp, leyp hann upp í føvningin á mær, greiðir Berint Johannesen frá. Bárður Jacobsen er ikki í Hundsarabotni henda dagin, hann er í grótbrotinum á Lambarðeiði, men Berint er skjótur at vísa á, at tað í høvuðsheitum var Bárður, ið tók sær av honum. ­ Men eisini vaskikonurnar vóru púra forliptar í honum, og tá tær komu niðan her at vaska í vikusiftunum, høvdu tær altíð okkurt gott við til hann, sigur Berint. Mogens bleiv fastur partur av inventarinum í Hundsara­ botni, og hevur havt sína dag­ ligu gongd millum starvs­ fólkini og maskinurnar har. ­ Ja tað var so deiligt at fara til í døgurðatímanum og tá ein lítil løta var, sigur Berint. Hann við stórum rørslum greiðir hann frá, hvussu hann lá á rygginum tá teir kíndu honum, og hvussu hann strekti seg og geispaði, tá teir komu at geva honum eta. Tað er eyðsýnt at teir hava víst frensinum stóran kærleika, meðan hann hevur verið har. Ræðuligt Eftir at hava leitað í góðan mánað, góvu Bjarki og Anna Maria at enda upp at leita eftir frensinum. ­ Tað var ræðuligt at sita heima og vita, at hann var úti í regni og í kuldanum. Eg havi eina mynd av hon­ um á telefonini, og hvørja ferð eg sá myndina, fór eg at lippa. Men hon mundi vera deyð, nú var so nógv tíð liðin, sigur Anna Maria. Bitarnir fella upp á pláss Mátin, sum Zumac fann sítt rætta heim aftur, er eisini ein serlig søga. Ein verk­ frøðingur hjá Landsverk, Ási Mikkelsen, var tann, ið at enda fekk bitarnar at fella upp á pláss. ­ Hesin Ási kennir eitt sysktinabarn hjá mær, Heina Hátún, sum visti um at frensurin var blivin vekk. Onkursvegna er tað fallið Ása fyri oyrað, at vit høvdu mist ein frens vekk stutt áðr­ enn ein frensur, sum hann visti um, var komin at ganga í Hundsarabotni. Hann setti seg so í samband við meg, og sendi mær myndir. At byrja við vildi eg ikki ordiliga trúgva tíð, og ivaðist eisini í, um eg fór at kenna hann aftur aftaná so langa tíð. Vit tosaðu í telefon meðan hann sendi mær myndina, tí tað loysti seg ikki at fáa falskar vónir. Zumac aftur eftir hálvt ár í útlegd Í hálvt ár trúðu tey at hann var vekk fyri vell og varð útideyður. Frensurin Zumac hevði tó, uttan at tey vistu av nøkrum, livað sum ein greivi í Hundsarabotni, har hann var blivin at kalla fast inventar og húsdjór hjá starvsfólkunum