Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 180 - 22. september 2009 Men tá eg sá myndina, var allur ivi vekk. Hatta var Zumac, greiðir Bjarki frá. Syrgilig sameining Bjarki ringdi beinanvegin til konuna Annu Mariu, sum tá var á skeiði við Gjógv. - Hann spurdi meg, um eg vildi hava eina ordiliga góða nýggjheit, og eg fór alvorliga at ivast, hvat hann meinti við. Hann spurdi, um eg visti hvør gekk og mól uppi í Hundsarabotni, og eg bleiv bara meira for- virrað. So segði hann, at tað var Zumac, og spurdi, um eg vildi hava myndina sendandi, og eg hugsaði, at eg vildi ikki hava myndir av einum deyðum frensi, men tað vísti seg altso at hann var á lívi, fortelur Anna Maria. Dagin eftir, hósdagin, fóru tey bæði niðan til grót- brotið í Hundsarabotni, har Zumac var. At byrja við kendist hann ikki heilt við tey, men skjótt kendi hann eigararnar aftur. Í dag er hann væl í hold- um, og tað er eyðsýnt at hann hevur livað sum ein greivi, meðan hann í fimm mánaðir var í útlegd í grót- brotinum í Hundsarabotni. Onkran dagin fara Anna Maria, Bjarki og Zumac aftur niðan í Hundsarabotn at vitja, so Zumac enn eina ferð kann heilsa upp á Bárð, Berint, Sámal og øll hini, ið hava verið hansara familja teir seinastu fimm mánað- irnar. Her situr Berint Johannesen yvir bólinum hjá Zumac – sum teir tó kallaðu Mogens – og vísur hvar hann plagdi at liggja. Her er fjálgt og gott at liggja, og hann hevur livað sum ein greivi á loftinum í smiðjuni í Hundsarabotni Í dag er Zumac, ið er kallaður upp eftir sangarinnuni Yma Zumac, aftur heima á Heiðarvegi. Hann er spælisjúkur og tamur, og sær sera væl út. Hann er helst ovurfegin um at vera heima aftur Felags dansikvøld hjá Norðstreymoyar Dansifelag Í fleiri ár hevur Norðstreymoyar Dansifelag byrjað dansiveturin við einum felags dansikvøldi í bygdarhúsinum í Kollafirði um mánaðarskiftið septembur/oktobur, har bæði limir í dansifeløgum og onnur, ið ikki eru limir í nøkrum dansifelag eru vælkomin. Hesi kvøld hava verið so væl vitjað, at hetta er vorðin ein fastur táttur hjá felagnum. Nú leygarkvøldið tann 26. septembur verður so farið upp á gólv aftur. Norðstreymoyar Dansifelag vónar at síggja nógv fólk bæði úr teim ymsu dansifeløgum, men eisini fólk, sum ikki eru limir í nøkrum felag, men sum hava ans og fragd í tí føroyska dansinum, sigur Norðstreymoyar Dansifelag.