Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 180 - 22. september 2009 Nú má Sambands­ flokkurin blíva samd­ ur við seg sjálvan um, hvat hann vil, sigur formaðurin í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum Ríkisveiting Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta bara forstýrar sam- gonguna. Anfinn Kallsberg, for - maður í fíggjarnevndini, er ikki fegin um nýggja upp- skotið frá Sambands flokk- inum um at hækka blokkin í Danmark. - Tað segði hann í tíð ind- unum á Rás2 nú á miðdegi. Tað hevur vakt ans í sam- gonguni, at flokkurin nú hevur skotið upp at biðja danir um hægri blokk fyri at bøta um undirskotið á fíggjarlógini. Men tað vakti uppaftur størri ans og undran, tá ið Edmund Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, í sjálv drátti sendi út tíð inda- skriv um tað sama, sum um at hann hevði funnið upp á hetta sjálvur. Vánaligt hugskot Men í tíðindunum á Rás2 á miðdegi í dag, helt Anfinn Kallsberg, at hetta er eitt vánaligt hugskot. - Tvørtur ímóti, tí vit settu skipanini úr gildi fyrst í øldini, har blokkurin verð- ur prístalsviðgjørdur, so at hann hækkar í takt við prís- vøksturin í samfelagnum. - Endamálið við tí var, at sum frálíður skuldi blokk- urin fáa minni og minni týdn ing í føroyska búskap- inum. Anfinn Kallberg leggur afturat, at hendan ABC samgongan hevur gjørt ta søguligu semju í sam- gonguskjalinum, at blokk- urin skal minka í takt við at búskapurin veksur. - Tað er ein fín loysn, sum allir flokkar á tingi átti at tikið undir við og tað átti at verið samlaði føroyski poli- tikkurin mótvegis dønum, segði fyrrverandi fólka- floks formaðurin við Rás2. Hann segði at fyri Fólka- flokkin er tað um ráðandi at fáa ein sjálv berandi, før- oyskan búskap sum byggir á tey virði, sum samfelagið sjálvt skapar. - Vit eiga heldur at laga útreiðslurnar til tær inn- tøkur, samfelagið skapar og tí er tað forstýrandi, at Sam- bandsflokkurin nú upp- finnur nýggjar inntøkur, sum gevur loyvi til, at útreiðslurnar kunnu veksa enn meir, uttan at tað hevur grundarlag í framleiðslu, samfelagið sjálvt skapar. Skilir ikki Sambandið Anfinn Kallsberg staðfestir, at samgonguskjalið er púra greitt og tí skilir hann ikki Sambandsflokkin. Hann helt, at Sambands- flokkurin átti at blivið samd ur við seg sjálvan, tí sum hann skilti løgmann, tekur hann ikki undir við ætlanini. Men hann hevur illgruna um, at hetta er bara fyri at gera vart við seg. - Orsøkin kann vera, at ES málið, sum er hitt stóra rumbulsmálið hjá Sam- bands flokkinum, nú er fán- að burtur, eftir at veljara- kanningar í íslandi, vísa, at støðan er broytt. - So møguliga er tað hetta bara fyri at gera vart við seg, leggur Anfinn Kalls- berg afturat. Kæra ikki deyðadómin Teir báðir norðmenninir, sum eru dømdir til deyða fyri dráp og onnur brotsverk í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, hava valt at taka við dóminum. Teirra vón er nú, at myndugleikarnir í Kongo eru sinnaðir at lata teir sleppa til Noregs, so teir kunnu fáa fongsulsrevsing har ístaðin fyri. Norska uttanríkisráðið er uppi í málinum, og ein norskur sakførari er í Kongo og kannar umstøðurnar. Tjostolv Moland og Joshua French vórðu dømdir til deyða fyri at hava myrt ein bilførara. Teir vórðu eisini dømdir fyri njósning og vápnað rán. Tøma flóttafólkalegu Franska løgreglan fór í morgun undir at tøma eina umstrídda flóttafólkalegu uttan fyri býin Calais við Ermasund. Í leguni eru umleið 1.500 fólk, sum eru komin ólógliga til Fraklands. Fronsku myndugleikarnir siga, at tey flestu flóttafólkini vilja sleppa til Bretlands, og ES-myndugleikarnir hava mælt Bret- landi til at taka ímóti nøkrum teirra. Men bretski innan ríkis- ráðharrin, Alan Johnson, sigur, at sambært reglunum skulu tey søkja um uppihaldsloyvi í tí landi, sum tey eru í, og tað er í hesum førinum Frakland og ikki Bretland, sigur hann. Megin- parturin av flóttafólkunum eru úr Afghanistan, skrivar Reuters. Anfinn Kallsberg skilir ikki Sambandsflokkin - Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at hækka blokkin, bara forstýrar samgonguna, sigur Anfinn Kallsberg Thomas Eje til Føroya 18. desember verður ein stór jólakonsert í Høllini á Hálsi við Thomas Eje, Lene Siel og ensku Blake. Five Star Entertainment, sum áður hevur staðið fyri stórum konsertum, skipar nú fyri jólashow við Thomas Eje, Lene Siel og ensku Blake UndiRhald Tíðindaskriv post@sosialurin.fo Jólashowið verður í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið 18. desember. Thomas Eje er stutt sagt eitt multitalent. Tey flestu kenna hann frá Linje 3 og Thomas Eje Show, og tað verður eisini í hesum stílinum, at Thomas Eje fer á pall í Høllini á Hálsi. Lene Siel er ein av teimum stóru donsku sangarinnunum og telist eisini millum mest seljandi kunstnarar í Danmark, bæði tá umræður fløgur og atgongumerkir til konsertir. Jólakonsertir við Lene Siel er í donskum konsertsalum og kirkjum ein týðandi partur, tá tann serligi jólahugnin skal skapast. Blake er eitt av teimum nýggju bretsku boy- bandunum. Blake vann í 2008 The Year Award at the Classical BRIT’s. Og tá teir við sínari blanding av klassiskum tónleiki og poppi struku til topps á ensku hitlistunum, gjørdist teir skjótt fólkaogn. Sangurin “Swing Lowe” varð eisini valdur sum almenni slagsangurin hjá enska rugby-landsliðinum til HM í rugby í ár. Saman við Thomas Eje, Lene Siel og Blake fer eitt 7 manna stórt orkestur, undir leiðslu av kapelmeistara Elo “Luffe” Lindhardsen, atstanda fyri undirhaldinum á jólashowinum hjá Five Star.