Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 180 - 22. september 2009 bók Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fyrsta bókin um sermerkta lista málaran úr Nólsoy, Steffan Danielsen, verður nú løgd fram. Framløgan verður hós­ dag in frá klokkan 16 til 18 í nýggju hølunum hjá Stein­ prent á Skálatrøð. Í hesum sambandi verður høvi at síggja eitt forkunnugt úrval av fimm myndum hjá Nóls oyarmálaranum. Eisini fara onkur av teim­ um, sum standa fyri út gávu­ ni, at tosa um arbeiðið við bókini. Tað er forlagið Bóka­ garð ur hjá Emil Juul Thom­ sen sum gevur út bókina. Kinna Poulsen, lista um­ mælari, hevur skrivað tekst­ in og John Dalsgarð hevur lagt útgávuna til rættis. Brot úr bókini: Steffan Daniels en er í orðsins rætta týdn ingi ein føroyskur málari og tað við øllum teim styrkjum og veik leik­ um, sum hetta hevur við sær. Eitt er, at myndir Nóls­ oy ar málarans raka tað ser­ liga gráa í føroyska lands­ lag num og veðurlagnum so neyvt og ektað sum eingin annar megnar at lýsa tað. Men harumframt tykjast mynd ir Steffan Danielsens merkt ar av eini ótilgjørdari eyð mýkt, sum er so egin og at síggja til upprunalig, at hon sýnist púra fyriuttan ta sið mentan, sum í øldir er dyrk að í akademium, kon­ serva tor ium og uni versitet­ um á meginlandinum. Hes­ ar myndir prógva hvussu ó steðgandi og ótamd tann ráa skapanarmegin veruliga er. Tríggir gesta fram­ sýnarar eru bodnir við, nú Heyst fram­ sýningin let ur upp fimta árið á rað List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fríggjadagin letur fimta Heys tframsýningin upp í Lista høllini á Skipa smiðju­ ni. Eins og undanfarin ár eru gest ir bodnir við at sýna fram. Gestaframsýnararnir hesu ferð eru Aggi Ásgerð Ásgeirs dóttir og Brandur Paturs son, sum bæði vóru við seinasta ár, og Tóroddur Poul sen, ið er við á fyrsta sinni. Undanfarin ár hevur Grafis ki Verkstaður Føroya, sam an við einum listafólki úr Heyst fram sýn ingar bólki­ num staðið fyri, at gera serprent til Heyst fram sýn­ ingina, og hetta gera tey aft ur í ár. Í ár er tað lista­ maður in Bárður Jákupson, sum ger serprentið. Tekstin í listaskránni hev­ ur rithøvundurin Oddfríður M. Rasmussen skrivað. Á Heystframsýningin eru hesi listafólkini við í ár: Andrias Andreassen, Hanni Bjartalíð, Hjördis Haack, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Anker Mortensen, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Bjarne Werner Sørensen, Tummas Jákup Thomsen. Framsýna ikki í ár: Rannvá Kunoy, Olivur við Neyst og Tróndur Paturs son. Gestir: Aggi Ásgerð Ásgeirs dóttir, Brandur Paturs son og Tóroddur Poul sen Í sambandi við at Heyst­ fram sýningin letur upp verða tvær konsertir á skrán ni í Listahøllini. Leygar dagin 26. september kl 17 hevur Aldubáran heyst konsert, meðan sang­ ar ar úr Tarira og Havnar­ kóri num hava kon sert sunnudagin 27. se p tem ber kl 17. Tekniskir tvørleikar vóru orsøkin til, at gjald herfyri sá út til at vera lagt á vælumtóktu net út­ gávu na av Móður mál­ s orða bókini. Orða­ bók in verður verandi ókeypis Orðabók Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað kom óvart á mong, tá tað herfyri sá út, sum at gjald var lagt á nógv brúktu net útgávuna av Móður­ máls orða bókini. Tá farið varð inn í leitiskipanina á heima síðu ni hjá Orða bóka­ grunn inum var Móður máls­ orðabókin fyrst als ikki tøk. Nakrar dagar sein ni stóð at lesa, at tú mátti tekna teg sum haldara fyri at fáa atgongd til leiti skipanina. Nógvir garvaðir brúkar ar funnu tó onkran um veg inn til orðabókina, men hjá teim um minni royndu vildi onki bera til. Í gjár visti heima síðan at siga, at ókeyp is atgongd til Móður­ mál s orð abók ina fekst í nakr ar dagar á aftur at, men í skrivandi løtu er heima­ síðan als ikki tøk. Verandi ókeypis Sambært Saru Joensen, skrivara í Orða bóka grunn i­ num, hevur tað tó ongantíð verið ætlanin at leggja gjald á netútgávuna av Móður­ máls orðabókini. At tað er kom ið at síggja soleiðis út, hong ur saman við ymsum teknisk um tvørleikum, sum komu í, tá fleiri aðrar orða­ bøkur vóru lagdar út á heima síðuna herfyri. Hesar mást tú tekna hald til, men atgongd in til Móður máls­ orða bókina verður verandi ókeypis. ­ Nevndin í Orða bóka­ grunni num metir ókeypis at gongd ina til Móður máls­ orða bókina vera so grund­ leggjandi, at tað skal nógv til, áðrenn gjald verður lag á hana. Sjálvt um tað als ikki er vanligt aðrastaðni við ókeypis atgongd til orða bøk ur, so halda vit at støð an í hesum førinum er ser støk, sigur Sára Joen­ sen. Fyrr fekk grunnurin eina fasta játtan, men seinnu ár ­ ini hava tey verið noydd at søkja um pening á hvørj um ári. ­ Tað merkir, at í grundini hava vit onga trygd fyri at hava fáa nóg mikið av pen ingi til eisini at menna grunn in. Tí er neyðugt at út vega eyka inntøkur, eitt nú við at leggja gjald á aðr ar orðabøkur, sigur Sára Joen­ sen. Orðabókagrunnurin hev­ ur roynt at fáa Ment a mál a­ ráði at oyramerkja eina játt­ an til Orðabókagrunnin, men enn er hetta ikki eydn­ ast. Hartil er peningurin, sum grunnurin fær, ofta æt lað ur eini ávísari orða­ bóka verkætlan, sum kanska longu er í gongd. Hetta er so aftur við til at avmarka fræls ið hjá grunninum at ráða yvir inntøkunum og stinga nýggjar ætlanir út í kort ið. Í løtuni verður til dømis arbeitt við eini dagførdari net út gávu av Móður máls­ orða bókini, sum brúkarar møgu liga skulu gjalda fyri. Men eisini tá verður gamla net út gáv an av Móður máls­ orða bókini framvegis ókeyp is. Gjald á móðurmálsorða­ bók var ein misskiljing Nú kemur bókin um Nólsoyar­ málaran Tað er forlagið Bókagarður hjá Emil Juul Thomsen sum gevur út bókina um Steffan Danielsen. Kinna Poulsen, listaummælari, hevur skrivað tekstin Fimta Heystframsýningin letur upp Fleiri av nýggju verkunum hjá Hanna Bjartalíð verða millum listaverkini á Heystframsýningini í ár Vælumtókta Móður máls­ orða bókin á netinum verður verandi ókeypis Nýtt drápsmet Í meksikanska býnum Ciudad Juárez, ið er kendur sum stríðsstað hjá teimum tiltiknu rúsevnaharkaliðunuum, hava myndugleikarnir nú skrásett 1.701 dráp higartil í ár. Tað er nýtt met, skrivar AP. Seinasta vikuskiftið vórðu 14 fólk myrd í býnum, og í statunum Sonora og Chihuahua, sum hava mark við amerikonsku statirnar Arizona, New Mexico og Texas, vórðu tilsamans 22 fólk funnin myrd. Myndugleikarnir sendu fyrr í ár 8.500 hermenn til Ciudad Juárez í einari roynd at steðga bardøgunum millum harkaliðini Juárez og Sinaloa, sum stríðast um tann lokala rúsevnamarknaðin og smuglingina til USA. Villepin í rættin Fyrrverandi franski forsætisráðharrin Dominique de Villepin er skuldsettur at hava skipað fyri einum átaki, sum hevði til endamáls at spilla Nicolas Sarkozy, forseta út. Verður hann dømdur sekur, kann hann fáa upp í fimm ára fongsul. Villepin heldur uppá, at hann er ósekur, og at hann verður fríkendur í rættinum. Í hansara eygum er taloan um eitt politiskt útspillingarmál. Fýra aðrir menn eru skuldsettir í sama máli, og í fronskum fjølmiðlum verður málið umrøtt sum tann størsta politiska gølan í fleiri ár. Útspillingin, sum málið snýr seg um, var í 2004, tá Villepin og Sarkozy kappaðust um at taka við sum franskur forseti eftir Jaques Chirac.