týsdagur 22. september 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 180 - 22. september 2009
Seinastu tíðindini frá Kára við
Stein. Tað eru nógvar og stórar
avreiðingar
24. august
Í dag er stilli. Polar Natoralik
kom inn til Nuuk at landa í
morgun, og Natarnaq kom inn
higar at landa í morgun. Har er
alt fult hjá teimun.
25. august
Steffen C kom inn til Nuuk at
landa í morgun, har er alt fult hjá
teimun. Qaqqatsiaq er inni í
Aasiaat og landar.
26. august
Polar Amaroq er inni í Aasiaat og
landar í dag.
27. august
Ocean Tiger kom inn at landa í
morgun við fullari last, og
Markus kom inn til Nuuk at
landa í morgun.
31. august
Fyrst skal eg siga, at tann fyrsti
kavin er komin. Longu leygar
kvøldið vóru allir fjallatindar
langt oman hvitir, so heystið er
longu byrjað her. Akamalik kom
inn í morgun at landa sekkja
rækjur til rækjuvirkið her. Teir
skuldu leggja so nógv upp sum
gjørligt til kl 17. So skuldi
loysast at halda fram við fiska
rínum til 3. september, tá teir
skulla skifta fólk og landa.
Regina C kom eisini inn
seinnapartin at leggja gott 150
tons av sekkjarækjum upp her. So
skjótt, sum tað var uppkomið,
loystu teir. Teir skulla vera í Nuuk
7. september at landa og skifta
fólk. Polar Qaasiut kom inn at
landa í morgun. Har var nærum
alt fult hjá teimum. Polar Nanoq
er í Aasiaat og landar svartkalva.
Teir hava um fulla last inni, 600
tons. Krabbabátarnir lata væl at
enn. Teir sum fiska laks eru í betri
lagi. Teir eru byrjaðir at fáa laks
nú, og støddin er eitt sindur betri
enn í fjør siga teir.
3. september
Akamalik kom inn at landa í
morgun og skifta fólk. Teir hava
um fulla last inni.
7. september
Sisimiut er komin inn at landa og
skifta fólk. Teir hava gott 560
tons inni, og teir hava eisini verið
inni og millumlanda 200 tons
herfyri.
Krabbabáturin Nattoralik, har
føroyingar eru á brúnni og
maskinuni, er inni í Pamiut og
landar. Teir hava 23 tons av
livandi krabbun, prísurin er um
13 kr kilo. Regina C er inni í
Nuuk og landar. Har var alt fult
hjá teimun. Qaqqatsiaq er inni í
Aasiat og landar.
Manu kom inn at landa og
skifta folk, teir hava knapt 500
tons inni. Hetta hevur verið ein
óførur túrur hjá Manu. Hann er
ein gamal norskur trolari, sum æt
Koralen áður. Hann er knappar
57 metrar langur, 14 metur
breiður, og hann hevur dupult
fabriksdekk.
8. september
Landingin gongur onki serligt
hjá Manu. Teir hava síðuportur.
Har er eitt lítið problem við flóð
og fjøru. Munurin er um 4,60
4,80m, so av og á røkkur platt
urin ikki inn á kaiuna á fjøru.
9. september
Nataarnaq er í Aasiat og landar.
Sum skilst so gongur tað bedrøvi
ligt at fáa rækjunar upp úr lastini.
Manningin má sjálv landa eisini,
so teir kunna sleppa út aftur.
Ocean Tiger kom inn at landa
longu í dag, men teir byrja ikki
at landa fyrr enn í morgin. Teir
hava um 350 tons inni. Tveir av
manningini fóru á flot við M(and
)o(ver)b(bord)bátinum. Tað
fyrsta, sum kom á borðið hjá
teimun, var eitt spjaldur, sum tað
verður sagt um eina kalva
spraggu. So fingu teir 11 kurvar
av toski, tveir mans. Fiskur trýtur
ikki. Teir hava funnið sær eitt
míð uttan fyri flúgvuplássið, og
teir brúka snøri, sum fyrr í tíðini.
Agnið verður hildið dult. Tað
kemur frá kokkinum. At koyra
blankan húk út nyttar einki,
fiskurin hyggur ikki eftir
húkinum.
Teir hava fingið fiskiloyvi í
Kanada, og ein gløggur maður er
komin at sýna skipið. Har skal
reinsast í lastini. Øll bond skulu
takast upp úr fabrikkuni upp á
dekkið at spulast. So at mála
tað, sum málast skuldi, har vóru
allar hendur í sving.
10. september
Í dag er væl av vindi av suðri.
Hann hevur lovað uppí 26 metrar
av S við regni. Teir góvust við at
landa Manu í dag. Tað rullaði
nakað illani, so har var onki
serligt at brúka elevatorin.
Polar Qqasiut kom inn til Nuuk
at landa í morgun .
11. september
Í dag er oysregn og væl av vindi
av suðri. Ocean Tiger var liðugur
at lossa kl. 2 í nátt, og kl. 3
byrjaðu teir uppá Manu. Men har
gekk striltið, 1012 min. um at
fáa ein platt upp. Skiparin var
við at missa tolið og gjørdi av, at
teir sigldu kl 2100 í kvøld, uttan
mun til, hvussu nógv var eftur í
lastini. Sum sagt so gjørt.
Grønlandstíðindi
Kári við Stein
Nú er kavin komin í Grønlandi
Semja um vinnupakka
Í Danmark samdust stjórnin, Danski Fólkaflokkurin og Liberal Alliance í morgun um
ein sokallaðan vinnupakka við góðum fýra milliardum krónum, sum vinnulívið kann
brúka til ymisk sløg av kredittum. Talan er um 4,2 milliardir krónur, sum skulu hjálpa
vinnulívinum og landbúnaðinum, sum hava ilt við at fáa kredittir til virksemið.
Andstøuflokkarnir í Fólkatinginum fáa høvi til at taka undir við pakkanum, men teir
fáa onga ávirkan á innihaldið ella treytirnar, sum fylgja við, sigur Lene Espersen,
búskaparmálaráðharri.
Trolarin Manu