týsdagur 22. september 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 180 - 22. september 2009
Tað hevur verið
ógvuliga trupult at
fingið bil niður við
Norrönu, og orsøkin
er hon, at skipið er
fult hvønn túr
FERÐING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Vit eru í tí hepnu støðu, at
skipið er fult hvønn túr.
Tað sigur Peter Holm,
stjóri í Smyril Line, tá vit
fregnast um gongdina hjá
felagnum.
Hann letur væl at árinum
í síni heild.
- Hásesongina – juni, juli
og august – hevur Norröna
ført eini 1200-1300 fólk
hvønn túr, meðan mynstrið
í mai og serliga nú í
september er heldur ørvísi,
sigur Peter Holm.
Meðan hvørt kamar er
fult í hásesongini, eru tað
serliga meiri tilkomin fólk,
sum ferðast við bili hvørju
megin
við,
í
mai
og
september.
- Talan er ofta um tilkom-
in fólk, sum ferðast tvey
við bili, og sum so keypa
eitt fýrakoyggju kamar, fyri
at hava frið. So meðan
bildekkið er fult, eru eisini
kømurini upptikin. Vit flyta
bara ikki 1200 fólk hvønn
túrin, men eini 800, sigur
Peter Holm.
Stóra talið av ferðandi
merkir so eisini, at fleiri
standa eftir og fáa ikki pláss
fyri bilinum.
- Tað eru fleiri privatfólk,
sum ringja og spyrja um
pláss, men einasta vit kunnu
siga er, at tey mugu vera
fyrri úti við bíleggingini,
sigur stjórin í Smyril Line.
Sær gott út
Trupulleikin hjá felagnum
er framvegis veturin.
- Vit eru alla tíðina opnir
fyri møguleikum hjá skipi-
num um veturin. Tað er
tann tunga tíðin. Summar-
hálvárið hevur gingið eftir
ætlan, og eftir at vit hava
skorið órentablu ruturnar til
Noregi og Skotland burtur,
sær gott út hjá okkum, sigur
Peter Holm.
Á
aðalfundinum
varð
upplýst, at leiðslan roknaði
við einum avlopi á 13
milliónir, og tann metingin
sær út at halda.
- Botnlinjan verður mun-
andi penari í ár enn hon var
í fjør, og metta avlopið fara
vit heilt víst at náa – um
ikki okkurt heilt óvæntað
hendir skeiva vegin, sigur
Peter Holm.
Teimum stendur í boði at
leiga Norrönu út í tvær vik-
ur í desember, og tað er ein
møguleiki, sum felagið illa
hevur ráð til at siga nei til.
- Endalig støða verður
væntandi tikin til hetta
seinni í vikuni, men verður
skipið leigað út, fer tað ikki
at órógva jólatúrarnar, sigur
Peter Holm.
Smyril Line leigar ein
part av deksplássinum út til
Smyril Blue Water, og hava
sostatt eisini bundi seg at
flyta frakt fyri felagið. Tí
verður tað ein spurningur
um at kombinera tað við
eitt møguligt leigumál.
Óvist við Íslandi
Norröna siglir eisini upp á
Ísland um summarið, og í
fjør varð avgjørt eisini at
sigla upp á grannarnar fyri
vestan vetrarhálvárið. Men
enn er støða ikki tikin til,
hvussu
verður
eftir
1.
oktober.
- Tað verður støða tikin
til eftir 1. oktober. Vit fara
at seta okkum í samband
við farmafeløgini, og verð-
ur siglt upp á Ísland kom-
andi vetur, verður tað gjørt
í samráð við tey, sigur Peter
Holm.
Eitt annað, sum støða
verður tikin til fyrsta dagin,
er hvør skal taka við sum
sølu- og marknaðarleiðari,
nú Jákup Sverri Kass fer til
Atlantsflog at starvast.
- Eg havi ikki hug at siga
so nógv um tað enn, men
støða
verður
tikin
til
avloysaran í komandi viku,
sigur Peter Holm.
Nú fyrsti oktober nærkast
verður skorið burtur av
manningini. Hon er størst
teir tríggjar summarmánað-
irnar, minkar í mai og
september og er minst í
vetrarhálvuni.
Norröna fullfermd hvønn túr
Talan verður um eitt
útmerkað úrslit hjá okkum
í ár – um ikki okkurt púra
óvæntað hendir skeiva
vegin, sigur Peter Holm,
stjóri á Smyril Line
Tveir av teimum
trimum seyðahunda
monnunum, sum
eru á veg til EM í
Sveits, tóku lut í
kvalifikatiónskapping
í Danmark. Eyðstein
Jensen við hundinum
Nap var í serflokki
SEYÐAHUNDAR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tríggir
føroyingar
eru
ávegis til EM í seyða-
hundakapping í Sveits, og
sunnudagin tóku tveir teirra
lut í fyrstu kvalifikatións-
kappingini fyri danir til EM
komandi ár.
- Vit skuldu í veruleikan-
um ikki vera við, men vit
vórðu uppringdir leygar-
morgunin,
tá
vit
vóru
komnir niður, og bodnir
við, tí nøkur avboð vóru
komin, sigur Rene Hansen,
sum saman við Eyðstein
Jensen var við í donsku
kappingini.
Meiningin var, at triði
maðurin, Kjeld Nattestad,
skuldi koma niður í gjár,
men hann kemur ikki fyrr
enn í dag. Tá ferðaliðið er
samlað, verður leiðin sett
niður móti Sveits og býin
Hasselhof, beint uttan fyri
Bern, har kappingin veðrur
hildin.
Í kvalifikatiónskapping-
ini sunnudagin var Eyðstein
Jensen við hundinum Nap
púra suverenur og vann
kappingina greitt. Á triðja
plássi
kom
Rene
við
hundinum Hvess, og hann
var bert eitt stig frá øðrum
plássi.
So sigast má, at upptaktin
til EM hevur verið góð, og
tað gevur eisini góðar vónir
til EM kappingina, sum
byrjar hósdagin á miðdegi.
- Okkara vón er, at fáa
onkran hund við í finaluna,
og eftir góða úrslitið her í
Danmark eru tær vónirnar
ikki minni. Hini árini hava
føroyingarnir ligið mitt í á
stigatalvuni, sigur Rene
Hansen.
Vansin er sjálvandi, at
teir ikki vita, hvat teir koma
til niðri í Sveits.
- Vit vita einki um umstøð-
urnar og vit vita einki um,
hvat tað er fyri seyður, vit
koma út fyri í kappingini.
So vit mugu bara síggja
tíðina ann og vita, hvussu
leikur
fer,
sigur
Rene
Hansen.
Byrjað verður hósmorgun-
in við læknatjekki av hund-
unum, og so byrjar kapp-
ingin á miðdegi sama dag.
- Vit skulu ikki í eldin
fyrr enn fríggjadagin, tá
Kjeld Nattestad skal royna
seg við Snøgg og eg sjálvur
skal
kappast
við Taff.
Leygardagin verður tað so
Eyðstein Jensen við Nap og
eg sjálvur við Hvess, sigur
Rene Hansen.
Finalan verður sunnudag-
in, og tá skulu 15 av teimum
89 luttakandi hundunum
royna seg í kappingini um
heitið sum besti seyða-
hundur í Europa 2009.
Eyðstein vann í Danmark
Eyðstein Jensen – her avmyndaður við Nap til venjing á Viðareiði –
vann kvalifikatiónskappingina í Danmark greitt
Vandi fyri oljutroti
Forstjórin í oljufelagnum Total sigur nú, at vandi er fyri, at ov lítil olja verður á marknaðinum
um nøkur ár, tí fíggjarkreppan hevur gjørt, at oljufeløg hava aftrað seg við at brúka pengar til
at nýggjar leiðir og størri framleiðslu. Christophe de Margerie sigur við bretska kringvarpið
BBC, at verða neyðug stig ikki tikin nú, er talan um eitt veruligt vandamál. Tað ber ikki til at
bíða tvey ella trý ár afturat, sigur hann. Sambært Total-stjóranum hava feløgini funnið nóg
nógva olju, men tey hava ikki brúkt pengar til at fara undir framleiðslu, og tað mugu tað taka
støðu til skjótt. De Margerie leggur afturat, at oljuprísurin, sum nú er um 70 dollarar, fer
ætlandi upp um 100 dollarar.