týsdagur 22. september 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 22. september 2009
13
S
einastu tíðina hevur nógv
fokus verið á lesing hjá
føroyskum børnum. Helst er
hetta íkomið í kjalarvørrinum á
Pisa-kanningum o. ø. førleika-
kanningum, sum eru gjørdar.
Men kanska eisini, tí vit hava
ásannað, at telda og sjónvarp
ikki bera við sær somu fyrimun-
ir sum bókin. Tey flestu kunnu
ivaleyst semjast um, at bókin
ikki er tann miðilin, børn og ung
helst velja sær, og at tað er týdn-
ingarmikið at vend kemur í.
At tað er týdningarmikið at
lesa, kemur rættiliga væl til
sjóndar í eini svenskari
kanning, sum vísir at:
• Eitt 7 ára gamalt barn
hevur eina orðamongd, sum
er umleið 7000 orð.
• Ein tannáringur, sum ikki
lesur, hevur eina orðamongd,
sum er millum 15-17.000 orð
• Ein tannáringur, sum lesur,
hevur eina orðamongd, sum
er millum 50-70.000 orð
Niðurstøðan má tí vera, at tað
barnið, sum hevur størri orða-
mongdina, ofta kemur at klára
seg betur, enn barnið við minni
orðamongdini.
Men hetta er tó ikki tað týdn-
ingarmesta. Jesper Juul, lærari,
familjuterapeutur og rithøvund-
ur, sigur, at tann minsti parturin
er, hvussu barnið kemur at
klára seg í útbúgvingarskipan-
ini. Tað er ikki avgerandi, um
barnið fær 6 ella 11 í karakter-
bókina. Tað týdningarmesta er
at síggja sambandið millum
persónligheit og mál. Vit tosa
ikki bara, sum vit eru, men vit
verða eisini so, sum vit tosa. Jú
fátækari mál børnini hava,
minni fjølbroytta sjálvsmynd
fáa tey.
Kanning av lesivanum
Ein kanning, sum Solveig
Debess gjørdi av lesivanum hjá
føroyskum børnum í 2006, vísir
greitt, at børnini ikki lesa nóg
mikið. Ikki bara lesa tey minni
enn børnini í okkara
grannalondum, tey gevast eisini
at lesa áðrenn tey. Hetta er sera
hugvekjandi, serliga tá hugsað
verður um, at jú fyrr eitt barn
gevst at lesa bøkur, størri eru
sannlíkindini fyri, at barnið ikki
fer at lesa sum vaksið. Hin-
vegin, longur barnið lesur,
størri eru sannlíkindini fyri, at
tað heldur fram at lesa, tá tað
verður vaksið.
Bróta lesikotu og skilja tekst
Eitt annað, sum kanningin gav
ábending um, var, at børnini
dugdu kynstrið at lesa. Tey
høvdu brotið lesikotuna, tvs.
tey vistu, at M - Ú - S sigur
mús, men tey skiltu ikki tað,
tey lósu. Við øðrum orðum
fingu tey einki burturúr tí, tey
lósu. Tað er stórur munur á at
bróta lesikotu og at skilja tekst.
Ímyndið tykkum at lesa eina
rúgvu og ikki fáa nakað burtur-
úr. Hetta er tíverri galdandi fyri
nógv børn. Um tey ikki vita,
hvat tað er, tey lesa, er tað
greitt, at bókin ikki fangar tey.
Børnini tíma snøgt sagt ikki at
lesa, tí tað gevur teimum einki.
So vilja tey heldur nýta tíðina
til okkurt annað - eitt nú sjón-
varp og teldu. Úrslitið í lands-
royndini í 6. flokki í fjør stuðlar
undir hesum. Tíbetur eru úrslit-
ini í ár nógv frægari.
Men hvussu kann barnið
koma at skilja tekstin?
Tað vísir seg, at tey, sum hava
hoyrt søgu, frá tí tey vóru heilt
lítil, skjótt skilja samanhangin
millum tekn (í hesum føri bók-
stavir), orð og handling. Hin-
vegin hava tey, sum ikki hava
hoyrt nógvar søgur, verri við at
skilja, at teknini hava eitt inni-
hald. Hendan vitanin eigur alt
annað líka at eggja foreldrum
til at lesa fyri børnum so tíðliga
sum til ber. Onkur vil enntá
vera við, at mamman kann lesa
fyri barninum, meðan hon gev-
ur bróst. Hon kann t.d. lesa
Kvinnu, Alt for damerne ella
Sosialin fyri bróstabarninum.
Tað er ikki so umráðandi, hvat
hon lesur, bara at barnið hoyrir
málið. Longu her byrjar nevni-
liga ferðin hjá barninum at
ogna sær máltilvitsku.
At práta og lesa
Men tá tað er líkamikið, hvat ið
lisið verður fyri barninum, er
tað so ikki nóg mikið at práta
við barnið? Tað er altíð gott at
práta við barnið, og í ein ávísan
mun kann hetta vera nóg mikið,
men, um endamálið er at økja
um orðanøgdina hjá barninum,
er tað ikki nóg mikið bert at
práta. Orsøkin er einføld. Bókin
inniheldur nógv ymisk orð,
hugtøk og univers, sum økja
um orðamongdina. Tá eitt for-
eldur uppalir barn sítt, tosar tað
ikki um tað sama, sum tað tosar
um, tá tað lesur fyri barninum,
og á henda hátt er lesingin við
til at økja um orðamongdina.
Umframt at økja um orða-
mongdina lærir skaldskapur
okkum at vera menniskju. Tað
er í góðum skaldskapi, at vit
læra at seta spurningar við til-
veruna og á henda hátt m.a.
læra tollyndi og at virða onnur
– eisini hóast tey hava øðrvísi
meiningar enn vit.
Hart arbeiði
Um børn skulu skilja tekst, er
tað sostatt umráðandi at foreld-
ur lesa fyri børnum og ikki
minst, at børnini lesa sjálvi. At
tey lesa nógv. Men hetta er lætt-
ari sagt enn gjørt, tí eru tey ikki
von at hoyra søgu, so kunnu tey
sum sagt hava ilt við at skilja
innihaldið og hava tí lyndi at
gevast. At lesa krevur nakað av
lesaranum, og tí er tað eisini
týdningarmikið, at foreldrini
eggja børnunum til at lesa,
hóast tey muta ímóti. Tú verður
ikki ein góður lesari, um tú ikki
lesur nógv.
Tilfarið
Eitt, sum fleiri ferðir hevur
verið uppi og vent, er, at
orsøkin til, at føroysk børn ikki
lesa so nógv, er vantandi tilfar á
føroyskum. Gamaní eru bøkur-
nar á føroyskum ikki líka
rúgvismiklar sum tær donsku,
men samanbera vit bøkurnar,
sum eru til á føroyskum í dag
við tær, sum vóru fyri bara
nøkrum fáum árum síðani, so
er nógv hent á hesum øki. Bøk-
urnar er bæði fjølbroyttar,
áhugaverdar og viðkomandi hjá
børnum og ungum. Harry
Potter er komin, og seinni í ár
kemur kenda røðin Twilight,
sum eisini er gjørd til film, út á
føroyskum. Føroyska heitið
verður Skýming.
Skúlin og lesing
Tað er sostatt ikki tað, at vit
ikki hava bøkur á føroyskum,
sum ger seg galdandi, tá orsøk-
in til, hví børn ikki lesa so
nógv, skal finnast. Hinvegin er
ein orsøk helst tann, at tá eitt
barn fer í 1. flokk fær tað eina
lesibók, sum allur flokkurin
hevur. Tað er ikki nóg mikið
bert at lesa ta einu síðuna í
lesibókini, sum barnið fær fyri
heima. Barnið noyðist at lesa
eyka tilfar. Og her er tað, at
trupulleikin kemur, tí vit hava
ikki havt nakað eyka tilfar til
børnini, sum er gjørt við tí fyri
eyga at stuðla undir lesingina.
Børn í 1. og 2. flokki hava tí
lisið eyka tilfar eitt nú smá-
barnabøkur sum Flekk bøkur-
nar. Tað, sum eyðkennir hesar
bøkurnar, er, at har er lítil
tekstur á hvørjari síðu, og tað er
sjálvandi gott. Men endamálið
við hesum bókum hevur ongan-
tíð verið at stuðla børnunum í
lesingini, men heldur at menna
málsliga førleikan hjá pinku-
barninum. Hóast fá orð eru í
bókunum, gera tær ikki tað,
sum ungi lesarin hevur tørv á,
nevniliga stuðla undir lesingina.
Nakað heilt annað er, at børn-
ini eru alt ov búgvin til innihald-
ið í smábarnabókunum. 7 ára
gomul børn halda ikki, at Flekk
er spennandi. So longu tá børn-
ini koma í skúla, varnast tey, at
tað er ikki spennandi at lesa.
Vend komin í
Men fyri einum ári síðani kom
vend í. Tá komu nevniliga
fyrstu bøkurnar, ið eru ætlaðar
at stuðla beinleiðis undir lesing-
ina hjá børnunum. Fyri tað
fyrsta er stórur dentur lagdur á,
at innihaldið skal siga børnun-
um nakað, umframt at teksturin
er lesifrøðiliga viðgjørdur tvs.
lagaðaur til børnini, soleiðis at
hann er lættur at lesa. Og hetta
er at gleðast um, samtíðis sum
mann væntar, at børnini fara at
hava lættari við at lesa og tí fara
at tíma betur sum frá líður.
Bøkurnar, eg sipi til, eru
Krabbabøkurnar, sum Bóka-
deild Føroya Lærarafelags og
Føroya Skúlabókagrunnur geva
út í felag. Fleiri av hesum
bókunum hava longu fingð
bestseljarastatus millum børn,
kanska serliga røðin Kalt blóð.
Afturmeldingarnar frá lærarum,
sum eru í skúlum, ið hava ogn-
að sær Krabbabøkurnar, vísa, at
børnini kappast um at fáa
nýggjastu bøkurnar. Tær hava
alt, sum børn vilja hava; tær eru
spennandi, viðkomandi,
óhugnaligar og sera góðar –
umframt at tær eru lættar at
lesa. Hetta bendir harumframt
á, at tað er ikki nóg mikið at
lesa okkurt – bókin skal fanga,
um børnini skulu tíma at lesa.
Kritisk tíð
Foreldur eru ofta sera røsk at
lesa fyri børnunum, til tey fara í
skúla. Tá børnini duga at lesa,
biðja vit tey eisini lesa sjálvi.
Tað er sera umráðandi, at børn
lesa sjálvi, men tað er avger-
andi fyri framhaldandi málsligu
menningina, at vit halda fram at
lesa fyri børnunum, eisini eftir
at tey duga sjálv. Fyri tað fyrsta
tí børnini enn hava tørv á nær-
veruni, sum bókin gevur. Men
eisini tí, at tað vísir seg, at jú
fyrr vit gevast at lesa fyri
teimum, fyrr gevast tey at lesa
sjálvi. So undarligt tað ljóðar,
plagar mann at siga, at tað er
ein kritisk tíð, tá barnið fer at
lesa sjálvt, tí tá gevast foreldur
ofta at lesa fyri børnunum.
Rættast er at royna at lesa fyri
børnunum, til tey verða umleið
13 ára gomul. Megna vit tað,
eru sannlíkindini fyri, at tey
fara at lesa sum vaksin stór.
Tað besta er, at tað er ongan-
tíð ov seint at fara at lesa. Men
jú eldri barnið er, meiri krevst
helst av foreldrunum.
Bókin rúmar ómetaliga nógv
gott. Og hetta sitatið hjá Astrid
Lindgren lýsir væl tað serliga
við bókini.
Tú kanst ikki gera so nógv
við eydnuna ella óeydnuna
hjá barni tínum. Men eitt
kanst tú gera. Tú kanst vísa
barninum, hvar tað kann
finna linna, tá tað er sorgar
bundið, og gleði og vakurleika
tá tað heldur, at lívið er grátt.
Tú kanst geva barninum
vinir, ið ongantíð svíkja, ja tú
kanst vísa tí vegin til bókina.
Góðan lesihug!
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
At lesa – besti førningurin
vit kunnu geva børnum
Tíðargreinin
tíðargreinin
Gitte Klein