týsdagur 22. september 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 180 - 22. september 2009
Eitt er at hava rætt –
annað at fáa rætt; ella:
hvussu ‘á Rógvi v. Føroya
Løgting’ kom í lag
Fríggjadagin vóru vit seks
tingfólk úr Føroyum, Grøn
landi og Danmark og hittu
tingformannin og andstøðu
leiðaran í the Assembly of
Maryland – størru ting
deildini í statinum Mary
land. Fundurin var sera
áhugaverdur, ikki minst tí
so trupult mangan er at fáa
tingformenn á tal.
Uttanfyri tingbygningin
var standmynd reist til
minnis um Thurgood Mars
hall ið sum fátækur og litt
ur ikki hevði nakran lættan
ungdóm, men kortini gjørd
ist bæði sakførari og at
enda hægstarættardómari.
Omanfyri standmyndina
standa orðini “Equal
Justive Under Law” –
‘sama rætvísi undir lóg.’
USA hevði frá byrjan lagt
stóran dent á, at øll vóru
‘fødd jøvn í metum,’ men
hesi javnrættindi vóru
hvørki latin fátøkum,
littum, kvinnum, tilfluttum
ella øðrum bólkum – ikki
fyrrenn tey kravdu hesi
rættindi við at leggja tey
fyri dómstólarnar at taka
støðu til, hvør lóg var
fremri ‘sama rættvísi’ ella
ásetingar um mismun.
Í Føroyum eru vit vaksin
upp at halda, at ‘tað al
menna’ altíð hevur rætt og
bert vil tað besta hjá øllum
– og vit halda, at lóginar
altíð eru greiðar og væl
skipaðar. Fólk sum Thur
good Marshall hava prógv
að, at tíverri skulu ofta
rættarmál til – bæði at fáa
skil á, hvør av fleiri mót
stríðandi lógum skal ráða
og at fáa buka mótviljan úr
teimum, ið umsita lógirnar.
Í Føroyum eru vit tíverri
enn ikki komni til at seta
javnrættindi í grundlóg
okkara. Vit hava enn eina
stýrisskipanarlóg ið als ongi
mannarættindi hevur – sum
ger hana til ta vánaligastu
grundleggjandi lóg í nøkr
um landi. Tíbetur syngur
hon nú svanasong sín.
Javnstøðulógin
Men kortini hava vit lóg
um javnstøðu, ið sigur, at
ongin munur má verða
gjørdur á arbeiðsmarnað
inum vegna kyns. Hesa lóg
samtykti løgtingið í 1994
sum eina grundlóg fyri
føroyska arbeiðsmarknaðin
við ásetingum millum ann
að um, at vunnin rættindi á
arbeiðsmarknaðinum bæði
skulu vera uttan mun til
kyn – ‘ikkidiskriminer
andi’ – og tey kunnu hond
hevjast ígjøgnum javn
støðunevndina ið kann taka
fyrisitingarliga avgerð,
mæla til fría rættargongd,
melda brot til løgregluna,
áleggja samsýning,
umframt taka onnur stig.
Sjálvur havi eg verið
formaður í javnstøðunevnd
ini, og royndi at koyra á at
fáa lógina hildna. Tíverri
tykist fatanin hjá mongum
vera, at javnstøðulógin bert
er ásetingin um ‘líka nógv
av hvørjum kyni’ í almenn
um nevndum. Men flestu
fólk koma ongantíð
nærhendis almennum
nevndum, og nógv meiri
týðandi eru almennu áset
ingarnar um javnrættindi,
javnløn, sama rætt til
eftirútbúgving, ágóðar,
pensjón og ikki minst rætt
til barsilsfarloyvi.
Mín greiða fatan er, at
ótald brot eru framd á
javnstøðulógina, nógv
teirri við vilja, men kortini
tey flestu av ókunnleika og
av gomlum vana ella
ómedvitnum fordómum.
Konur sum omma mín,
sum vaskaði eftir vanliga
arbeiðstíð, eru í vanda fyri
at verða uppsagdar, tá ið
tær verða við barn, ella
ikki at fáa fartelefon tá ið
øll hini fáa, ella ikki fáa
høvi at útbúgva seg fyri
arbeiðsgevarans rokning,
ella ikki fáa sama inngjald
á pensjónina sum hini í
samband við barnsburð.
Teimum skylda vit at
fylgja upp háfloygdu sam
tyktum ið gjørdar verða.
Fyri mítt viðkomandi var
sera týðandi tá ið dreingir
mínir komu í verðina at
vera um teir. Allir teir
gomlu tingmenninir halda
meg vera sera raskan tá ið
eg í lembingini hjálpi
smálombum í verðina –
men smábørnum? Nei, tey
klára mammurnar!
Fyrsta dag á Føroya
Løgtingi fái eg at vita, at
løgtingsmenn ið gerast
mammur fáa fulla løn
undir barnsburðarfarloyvi,
men pápar fáa ikki eitt
oyra – kunnu pent søkja
um partvíst endurgjald frá
barsilsskipanini. Hesum vil
eg ikki finna meg í – og
gjørdi alment vart við fatan
mín tá ið hin háttvirdi John
Johannesen var fyri sama
mismuni. Ikki tí, at eg líði
nakra neyð, havi nóg mikið
av fæ og tálg til meg og
míni – og uppvaksin við
varsemi og sparsemi. Men
hetta ræður um prinsippið,
meginregluna, at munur
skal ikki gerast kyns
vegna.
Málið ímóti tingleiðsluni
Tingformaðurin á Føroya
løgtingi hevur ongan fund
givið mær um málið. ‘Hug
sjónarmaðurin Hergeir’,
sum Høgni Hoydal kallar
hann í blaðgrein, vil ikki
geva mær høvi at hitta
myndugleikan, hevur ikki
hoyrt meg um málið, ikki
givið mær innlit, hevur
ikki víst málinum ella mær
minsta áhuga. Men eftir at
eg hevði søkt um “fullønt
farloyvi” vísandi til, at
løgtingið hevur sagt A
(summi fáa fulla løn undir
barsilsfarloyvi) og má tí
eisini siga B (ongin má fáa
minni vegna kyns), so
valdi tingformaðurin at
taka alla løn frá mær allar
tær fýra vikurnar, eg var í
farloyvi, uttan hoyring,
grundgeving, innlit ella
nakað av tí ið tingið sigur
at fólk hava rætt til í fyri
sitingini. Heldur ikki nakar
annar í formansskapinum
vísti málinum áhuga.
Tess vegna havi eg stevnt
løgtingsumsitingini, tí
hóast Føroya løgting longu
hevur samtykt umsókn
mína um fullønt farloyvi,
hevur umsitingin undir
tingformanninum gjørt
mun á mær og øðrum – og
einasta orsøkin er kyn.
Eftir stevningina er tann
sera dugnaligi advokaturin
hjá tinginum farin undir at
finna grundgevingar, sum
løgtingsformaðurin kundi
havt brúkt. Millum annað,
at lógin um samsýning
løgtingsmanna vísir til
samsýning tænastumanna
ið ger mun á kyni. Hartil er
at siga, at javnstøðulógin
er ‘lex specialis’ – tann
serliga lógin á økinum –
sum millum annað ásetir,
at allir sáttmálar á arbeiðs
marknaðinum eru heilt ella
partvíst ógildigir, um teir
gera mun á kyni.
Ongin ivi er um, at teir
løgtingsmenn ið sótu mið
skeiðis í 1990’unum mót
søgdu sær sjálvum, tí teir
við fordómum sínum ikki
hugsaðu um møguleikan,
at pápi vil vera við hús hjá
børnum sínum fyrstu lívs
dagar teirra. Hetta rættaði
løgtingið upp við at sam
tykkja umbøn mína um at
velja javnstøðulógina
framum tilvísingina til nú
(partvíst) ógildugu tæn
astumannareglurnar. Men
síðani trumfaði formans
skapurin løgtingið.
Komandi rættarmálið fer
nú at vísa, hvørt Føroyar
eru rættarsamfelag, har
ongin er omanfyri lógina,
heldur ikki ovaru hæddir
nar á Tinghúsvegi 3. Sjálv
ur vil eg prógva fyri teim
um mongu ið missa vón og
vælferð vegna kynsmis
munar, at til ber at trumfa
lóg og rættindi ígjøgnum,
at javnstøðu merkir krónur
og oyru fyri bæði meinigu
kvinnuna og meiniga mann
in, at samsýning eftir
javnstøðulógini ikki bert er
tómt hugtak, og at upp
gávan hjá dómstólum eins
væl og javnstøðunevndini
er at hondhevja og verja
rættindi.
Sjálvsagt kann eg ikki
siga, hvør dómurin verður.
Í frælsum landi kunnu bert
óheftir dómarar gera av
rættastøðuna – og eg kann
hava mistikið meg. Men í
øllum førum, um eg ikki
havi dirvi at fara í rættin –
hvussu skulu so gentan á
bensinstøðini, flakakvinn
an ella tímalønti verkamað
urin tora at krevja sín rætt?
Vinni eg pengaendur
gjaldið, so verður pening
urin eftir útreiðslur latin
góðgerandi felagsskapum ið
virka fyri barnarættindum.
Sama rættvísi undir lóg
løgtingsmaður
Kári á rógvi
Fríggjadagin stóð í
Sosialinum ein samrøða
við ein løgtingsmann,
sum føldi seg útifrystan
úr egnum flokki. Í
greinini var ein álvars
amur feilur, sum eg vil
nýta høvið at rætta
Undir millumyvirskriftini
“”Kvaj” Leo” stóð hetta
brotið: “Tað var annars ein
brølari av teimum heilt
komisku, sum slepti tarvi
num leysum. Tann 10. mai
í 2007 vórðu forsíðurnar
ruddaðar. Stórtíðindi
bórust um, at landið hevði
mist fíggjarmálaráðharran
Bárð Nielsen til føroyska
oligarkin í Íslandi, Jákup á
Dul Jacobsen, og hansara
milliardaverkætlan við
navninum Stóratjørn. Ein
verkætlan, sum nú er tveitt
á øskudungan. Sambands
formaðurin Kaj Leo
Johannesen bretti upp um
ermar og boðaði beinan
vegin frá, at hann sjálvur
fór at stýra landsins finans
um. Men ólukkutíð hevði
Kaj Leo gloymt ta lítlu
detaljuna, at borgarstjórin í
Havn, Heðin Mortensen,
var næstur á listanum og
nú fór at fáa sæti á tingi.
Og tá Heðin stutt framman
undan var rýmdur úr flokki
num og vorðin partur av
Javnaðarflokkinum, eftir at
hann hevði lumpað Sam
bandið og Fólkaflokkin í
býráðnum í Havn, sat Kaj
Leo við skegginum í
postkassanum.”
Søgan er ikki sonn
Eg gangi úr frá, at eitt seri
øst tíðindablað fer ikki at
eyknevna landsins leiðara,
uttan fyrst at hava kannað
eftir, um søgan aftanfyri er
røtt. – Tað er hon ikki í
hesum førinum.
Kaj Leo Johannesen visti
fullvæl tann 9. mai 2007,
at Heðin Mortensen var
næstur á lista Sambands
floksins í Suðurstreymoy,
og at hann var vorðin
partur av Javnaðar
flokkinum.
Fundur var í tingbólki
Sambandsfloksins henda
dagin klokkan 9, har
avgjørt var at velja Kaj
Leo Johannesen til lands
stýrismann. Men av tí at
Heðin Mortensen var næsti
maður á listanum, varð
tosað við Jóannes Eides
gaard, sum bæði var løg
maður og formaður Javnað
arfloksins, um hetta. Hann
skuldi gera eina roynd at
fáa hesi viðurskifti uppá
pláss.
Sambandsflokkurin
hevði eisini ein stuttan
fund við Heðin Mortensen
klokkan 11:30 sama dag.
Heðin bleiv spurdur,
hvussu hann fór at stilla
seg sum varamaður á tingi,
nú hann var býráðsfor
maður fyri Javnaðar
flokkin. Heðin svaraði, at
hann fór ikki í løgtingið at
umboða ein annan flokk
enn tann, sum hann var
valdur fyri. Hann hevði tó
ikki tikið støðu til, um
hann sjálvur fór at taka við
tingsessinum, ella um hann
fór at lata næstvalda á
listanum fáa sessin.
Harvið sá út til, at støðan
var rímiliga greið, men tá
Heðin Mortensen seinni
boðaði frá, at hann vildi
hava góða tíð at umhugsa
støðuna (møguliga líka til
á ólavsøku), segði Kaj Leo
Johannesen, at hann fór
ikki í landsstýrið, um hetta
fór at kosta Sambands
flokkinum ein sess í
løgtinginum.
Hetta var søgan
Hetta var søgan, sum sein
asta fríggjadag fekk Sosi
alin at skriva um “brølaran
av teimum heilt komisku”,
um Kaj Leo Johannesen,
sum hevði gloymt, at
borgarstjórin í Havn var
næstur á listanum, og hetta
var eisini søgan, sum fekk
eitt annars seriøst tíðinda
blað at eyknevna sjálvan
løgmann.
Rætting til grein í Sosialinum
løgtingsmaður
Helgi
AbrAHAmsen
viðmerkingar