Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 180 - 22. september 2009 15 viðmerkingar Tað, sum fyrst og fremst fekk undirritaða at gera viðmerkingar um altjóða floghavn, vóru tær sera tunnu og veruleikafjarðu grungevingar, ið Bjarni Djuurholm og Sjúrður Skaale førdu fram herfyri. Millum annað at ferða­ vinnan og útflutningurin av feskum fiski skuldu fíggja tvær milliarda íløgu í nýggjan flogvvøll. Nú kemur so Petur Hermansen við tí triðju grundgevingini fyri at byggja nýggjan flogvøll ­ á Glyvursnesi sjálvandi. Her sigur hann, citat: »tann sum vil Føroyum eina trygga flogferðslu frameftir og at charter­ ferðir til Føroyar úr øllum heiminum kunna gerast veruleiki, flytir flogvøllin beinavegin, so at ikki hasar 400 milliónirnar fara til onga nyttu.« Jamen er tað ikki heilt einastandandi, at meðan vit hava eitt fíggjarlógarhall upp á næstan eina millard, og at tað stendur á at fáa pening til sjúklingaflutning til Danmarkar, so meta hesir menn tað sera náttúr­ ligt og einfalt at gera milli­ arda íløgu í nýggjan flogvøll. Avleiðingin verður so sjálvandi, at umleið 12% av vágafólkinum verða koyrd út í arbeiðsloysi. Samanbera vit tað við íbúgvaratalið í Tórshavn, so vóru 2500 fólk koyrd út í arbeiðsloysi. Eg haldi meg ikki bara hava rætt, men kenni tað eisini sum mína skyldu at tala at, tá nakrir einstakling­ ar koma við einum pre­ stiguprojekti, ið Glyvurs­ nes­ætlanin hevur verið frá byrjan av. Partamennirnir hjá Peturi Hermansen sótu í samfull 8 ár í landsstýrinum og bøldu oman á yvirtøkuni av flogvøllinum. Fyrst Finnbogi Arge og síðani Bjarni Djuurholm. Teir royndu øll kynstur at klandrast við danir fyri at útskjóta yvirtøk­ una, soleiðis at hon ongan­ tíð var framd. Teir vistu sum var, at meira teir niður­ píndu Vága Floghavn, sum eisini eyðnaðist teimun, størri vóru møguleikarnir fyri, at deyðadómur var feldur yvur verandi flogvølli. Tað var nærum eyðnast teimun, um ikki Jóannes Eidesgaard tók málið í egnar hendur og gjørdi eina avtalu við danir um at leingja verandi flogvøll. Taka vit so grungevingar­ nar hjá Peturi Hermansen, so ger hann vart við, at fáa vit ein longri flogvøll á Glyvursnesi, so, hokus pokus, verður tann ætlanin borðbar, tí so kunnu charterflogfør úr øllum heiminum lenda har. Álvaratos, longu í átta­ tiárinum skipaði Trygvi Askham fyri charteferðum til Suðureuropa, so at grundgeva at niðurlegging verandi flogvølli við, at hann er ov stuttur til charte­ ferðir, tað vísur okkum øllum, hvussu lítið álvara er í grungevingunum hjá tí annars sera skilagóða Peturi Hermansen. Satt at siga so var eg óvitandi um, at ætlaði flogvøllurin á Glyvursnesi hevði 10 kilometrar av sjógvi í báðum endun á vøllinum. Hinvegin so eri eg vitandi um, at tøknin í dag ger tað gjørligt at lenda í sera ringum sýni, um veður og vindur annars er til vildar. Sjálvsagt er tað ikki bert mjørki, íð kann gera seg galdandi, men tað er júst tað mis­ takið, sum mótstøðumenn­ irnir av Vága Floghavn gera seg sekar í. Tí líka mikið hvar ein vøllur verður lagdur, so eru vit framvegis í Føroyum við teimun sera skiftandi veðurviðurskiftum, ið valda her. Eisini á Glyvurs­ nesi, har til dømis síðuvind­ ur fer at gera seg nógv galdandi. Ein onnur grundgeving hjá Peturi er, at fleiri eru tey, ið ikki hætta sær at flúgva undir verandi um­ støðum. Í tí sambandið haldið eg, at hagtølini siga sína søgu. Hon vísir, hvussu lítið innihald er í royndunum at niðurgera Vága Floghavn. Í 1970, minnist meg rætt, vóru umleið 10.000 ferðandi, meðan tað í 2008 vóru, haldið eg, omanfyri 250.000. Hettar er helst heimsmet í vøkstri, sum eingin annar flogvøllur í heiminum kann vísa á. Og um hugin at flúgva annars, so kann ein til stuttleikar vísa til Gekkin, har so at siga øll, sum raka gulu lúkurnar, velja flog­ seðlarnar hjá Atlantsflog. Men viðvikjandi álopi­ num hjá Peturi á trygdar­ viðurskiftini á flogvøllinum, so vil eg bara mæla honum til at venda sær til Statens Luftfartsvæsen um tað. Altjóða flogvøllur einaferð enn Sørvágur Frank DaviDsen Munnligir fyrispurningar stóðu á skránni fyri ting­ fundin seinasta mikudag. Í yvirlitinum yvir spurning­ arnar stóð millum annað, at Hans Pauli Strøm skuldi spyrja Rósu Samuelsen um syndabukkar. Hóast yvirskriftin kundi virka forvitnislig, so vistu øll frammanundan, hvat spurningurin snúði seg um, tí tað hevði Hans Pauli greitt væl ov virðiliga frá í fjølmiðlunum. Hann hevði sagt, at almenn starvsfólk skuldu ikki vera synda­ bukkar hjá landsstýris­ kvinnuni í almannamálum. Týðuligt var tó, at veruliga endamálið við fyrispurn­ inginum var at gera lands­ stýriskvinnuna sjálva til okkurt slag av syndabukki hjá Hans Paula Strøm. Sjálvandi hevur Hans Pauli rætt í tí, at stovns­ leiðarar kunnu ikki ábyrgd­ ast fyri sparingarnar á fíggj­ arlógini, men hinvegin, so kann landsstýriskvinnan heldur ikki ábyrgdast einsa­ møll fyri hesar sparingar. Heilivágsútreiðslur Í fyrispurninginum nevnir Hans Pauli Strøm nakað, sum hann kallar ”óhepnu avleiðingarnar av skerjing­ ini, sum hon” (landsstýris­ kvinnan) ”hevur framt av heilivágsstuðlinum til pensjónistar, diabetikarar og varandi sjúk”. Nú vit tosa um synda­ bukkar, so veit Hans Pauli Strøm, at tað eru fleiri orsøkir til, at heilivágurin er blivin dýrari. Ein orsøk er uppskotið hjá Rósu Samuelsen, sum hevði til endamáls at rætta nakrar skeivleikar í sambandi við, at lógarheimildin fyri stuðulsskipanini ikki var í lagið. Ein onnur orsøk var eitt spariuppskot hjá Hans Paula Strøm, sum hevði til endamáls at lækka tilskotið til heilivág, soleiðis at brúkarin sjálvur skuldi rindaði ein størri part av útreiðslunum. Ein triðja orsøk var, at tilskotsnevndin gjørdi onkra broyting, sum hevði við sær, at ávísir sjúklingar mistu stuðulin. Tað virkar løgið, at Hans Pauli Strøm, sum eigur sín part av hækkaðu gjøldun­ um, bara nevnir tann part­ in, sum Rósa Samuelsen hevur staðið fyri, samtíðis sum hann ávarar ímóti at gera onnur til syndabukkar. Javnaðarflokkurin stuðlaði uppskotinum Viðvíkjandi uppskotinum hjá Rósu Samuelsen, so var tað eitt lógaruppskot, sum varð beint í trivnaðar­ nevndina. Har tók millum annað umboðið hjá Javnað­ arflokkinum undir við upp­ skotinum og mælti løgting­ inum til at samtykkja tað. Bæði við 2. og 3. viðgerð atkvøddu øll í Javnaðar­ flokkinum fyri uppskotinum. Landsstýriskvinnan hevur sjálvsagt ábyrgd av at hava lagt eitt uppskot fyri tingið, men samgongu­ meirilutin í løgtinginum hevur sanniliga eisini ábyrgdina av at hava atkvøtt fyri uppskotinum. Øll eiga sín part Fyri mær hevur tað ikki so stóran týdning, hvørji landsstýrisfólk leggja tey einstøku uppskotini fyri tingið, tí vit eru ein sam­ gonga, og vit mugu øll standa saman um førda politikkin, um nakað skil skal vera í. Men eg haldi ikki at tað sømir seg einum tingmanni og fyrrverandi landsstýrismanni, at gera landsstýriskvinnuna í almannamálum til einsa­ mallan syndabukk fyri tí politikki, sum øll sam­ gongan stendur aftanfyri. Syndabukkar á dagsskránni løgtingsmaður Helgi abraHamsen Orðaskiftið í ”Hvonn live” leygarkvøldið avmyndaði eina ørkymlandi politiska støðu. Onkur av luttakar­ unum nýtti entá orðið kaos um samstarvsviðurskiftini millum samgonguflokkar­ nar. Nógv orka varð nýtt til tjak um fortíðina. Síggja vit burtur frá munnhøggaríi um hvat, ið hendi undir fullveldissamgonguni og hvat, ið hendi undir fyrru ABC samgonguni, so avdúkaði orðaskiftið millum Høgna Hoydal, Jóannes Eidesgaard og Jørgen Niclasen nakrar álvarsamar politiskar trupulleikar, sum samgong­ an hevur trupult við at loysa. Orðaskiftið avdúkaði eisini, at partarnir aftan fyri ólavsøkupakkan eru avgjørdir um at fremja pakkan. Spurdur um Javn­ aðarflokkurin ikki var hvokkin av veljarakanning­ ini, svaraði Jóannes, at flokkurin rak ikki politikk eftir veljarakanningum og hann endurtók síðani tað, sum hann áður hevur sagt, nevniliga, at vælferðin skal skerjast. Hann vísti í hes­ um sambandi til nútímans javnaðarflokkar, sum ikki himpraðust við at skerja vælferðina. Javnaðarflokkurin letur seg sostatt hvørki ávirka av norska valinum ella vána­ ligu veljarakanningini. Tað er torført at gita, hvat ligg­ ur aftan fyri hesa harð­ rendu støðu, sum heilt opni­ berliga kostar flokkinum atkvøður. Hetta kann helst tulkast sum enn eitt greitt signal til samgongupartarnar um, at Javnaðarflokkurin fer ongan veg – ella við øðrum orðum ein roynd at mana leysasøgurnar um, at flokkurin er á veg út úr samgonguni í jørðina. Samantikið vísti orð­ askiftið tveir samgongu­ flokkar, sum ætla at halda saman til tann beiska enda. Jóannes og Jørgen vóru samdir um, at fíggjarlógin fyri 2010, sum er á veg á tingborð, skal vera sveina­ stykkið hjá ABC 2 sam­ gonguni. Megnar sam­ gongan at semjast um eina fíggjarlóg innan teir karm­ ar, sum samgongan sjálv hevur sett sær, so heldur hon valskeiðið út. Tað kann væl vera, men so kann verða spurt, hvussu valúrslitið hjá Javnaðarflokkinum fer at síggja út í mun til veljara­ kanningina. A og B fara ivaleyst at standa seg, tí politikkurin er júst tann, sum teirra veljarar for­ vænta. Kann tað sama verða sagt um støðu Javnaðarfloksins? Høgni Hoydal var sum vera man tann beiski, sum stendur uttanfyri. Hann var afturlítandi at fullveldsis­ samgonguni, sum Fólka­ flokkurin hevði beint fyri, vísti á øll tey mál hjá CHE, sum fóru fyri bakka orsak­ að av samgonguslitinum, eitt nú fiskivinnupolitikk­ urin, útbúgvingarpolitikk­ urin og mentanarpolitikk­ urin. Tað tóktist, sum Jóannes hevði hug at geva honum rætt við tað, at hann óbeinleiðis viðgekk, at tað neyvan bar til at reka burðardyggan fiskivinnu­ politikk við ABC 2. Tað er áhugavert, at eitt nú Jóannes Eidesgaard nevndi nýggju valskipanina sum orsøk til tað kaos, sum valdar millum tingmenn. Nú landið er eitt valdømi, nýta ávísir tinglimir nógva orku til at markera seg. Vit hava her áður víst á hendan trupulleikan, sum er væl kendur í londum við somu skipan. Tað kann uttan víðari staðfestast, at polit­ iska støðið ikki er hækkað av nýggju skipaninini. Tað er ikki vorðið lættari at stýra landinum, eitt nú tí nýggja valskipanin krevur ein politiskan búnaskap, sum alt ov nógvum tingmonnum manglar. Sosialurin Ørkymlandi støða