týsdagur 22. september 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 180 - 22. september 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í vikuskiftinum 11. -13. september var ein
kampingstevna á grasvøllinum á Svanga-
skarði, sum var tann størsta av sínum slagi
í Føroyum. Umleið 80 kampingvognar og
eini 300 fólk luttóku.
Tað vóru kampingfelagið Kamping.fo
og B68, sum skipaðu fyri tiltakinum. Á
grasvøllinum var gott pláss til allar
kampingvognarnar og hentleikar sum t.d.
el og vatn vóru á økinum, eins og
umstøður
til
at
tøma
rottangan.
Leygarkvøldið var hugnakvøldið í B-68
húsinum.
mg
Føroya størsta kampingstevna
Myndir: Birgir W. Høgnesen
Góða mamma okkara
Dagmar Nolsø Burchard
andaðist 20. september í Keypmannahavn,
85 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Grundtvigskirkjuni
leygardagin 26. september kl. 12.00.
Anna, Petur og Sigmund
Tøkk
Eg takki hjartaliga øllum tykkum, sum
mintust til mín tann 25. juli 2009.
Takk fyri.
Heilsan Lisa