Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 180 - 22. september 2009 17 Fyri fáum døgum síðani var kvinnu­ stevna í Zarepta. Har varð skjótt bíðilisti, so tað varð trongt at sleppa við. Tað eru tó ikki bara kvinnurnar, sum sleppa í Zarepta. Aftur í ár varð bjóðað til mans­ stevnu í Zarepta. Menninir eru ikki so skjótir at melda seg sum kvinnur­ nar eru. Yvir 200 mans vóru savn­ aðir í Zarepta frá fríggjakvøldinum til sunnudagin seinnapartin 18­20. september. Menninir komu alla­ staðni frá í landinum, og eisini frá ymiskum samkomum. Í onkrum samkomum og bygdum høvdu menn tikið seg saman og komu í felag. Onkrir av hesum fingu eisini sama kamar, so teir hava eisini havt tað stuttligt. Tá teir komu fríggjakvøldið, stóð borðreitt fyri teimum ein góð­ ur nátturðabiti, sum legði góðan botn undir tað, sum annars skuldi fara fram. Menniskjan livir ikki eina av breyði, segði Jesus, men av hvørjum orði, sum gongur út av munni Guds. Uppi í salinum varð “borðreitt” við orði Guds. Evni á stevnuni í ár var: Hvørjum heimi livi eg fyri? Ein sannur kristin hevur ikki bert tann núverandi heimin at taka støðu til, men eisini ein andaligan, Guds ríki, sum er í okkum. Tí eigur ein sannur kristin at rannsaka seg sjálvan hesum viðvíkjandi, og tað er ein slík stevna eitt gott høvi til. Fríggjakvøldið kl.21.00 varð stevnan sett, og tað var Páll á Lakj­ uni, sum setti stevnuna. Síðani talaði John í Skemmuni um evni “heilagleiki í dagliga lívi okkara.” Leygardagin fyrrapartin, høvdu Øssur Berghamar og Bretski trú­ boðin, Don Hinshcliffe, bíbliutím­ ar. Øssur talaði um Demas, sum var ein av nærmastu fylgdarmonn­ um Paulusar, men sum vit seinni lesa um, at hann hevði fingið kær­ leika til teir verðsligu lutirnar. Øssur minti menninar á at ansa eftir ikki at missa Jesus úr eygsjón, tí so varð rúm fyri heiminum í hjartanum. Øssur kom eirini nak­ að inn uppá hvat tað merkir at hava kærleika til heimin. Don tosaði um evni “at taka lut í kollveltingini.” Hann hevði sum tekst 2.Sam.5,1­10v. Tosaði um Dávid, sum vann yvir Jebusitum, sum búðu í Jeraslem. Hann minti okkum á at vinna á Jebusitunum, sum búgva í hjørtum okkara. Segði, at vit hava brúk fyri eini andaligari kollvelting í okkara hjarta, og at rað­ festingin er røtt í okkara lívi. Kl.16.00 var evangeliskt møti, har Jefri Justinussen og John Færø talaðu. Svein Patersen úr Hvalba sang eina solo. Møti varð tikið upp og verður sent í Kring­ varpinum seinni. Kl.19.00 talaði Rúni Hansen. Hann tók evnið upp, sum hevði verið fyrrapartin, um ikki at elska heimin. Síðani hevði Páll á Lakjuni eina áhugaverda samrøðu við kenda vinnulivsmannin, polit­ ikara og fyrrverandi landsstýris­ mann, Olaf Olsen. Greiddi frá sínum barnaárum í Søldafirði, frá sínum árum sum sjómaður, og tá hansara politiska karriera byrjaði. Hann seði, at hann hevði als ikki havt ambitiónir at koma upp í politik, men varð biðin um stilla upp. Tað gjørdi hann, og tað taldi til 14 ár í politikki, har av tvær setur sum landsstýrismaður. Sunnumorgunin talaði Símin í Túni. Talaði um at rannsaka seg sjálvan. Tað er altið neyðugt og gott við sjálvrannsakan aftaná eina stevnu kring Guds orð. Tað varð ikki bara tala, men tað varð sanniliga sungi. Felagssang­ urin, við fleiri góðum spælarum og ljóðførum sum guitarar, har­ monikur og klaver, ljóðaði eins og ljóð mangra vatna. Ein minni­ ligur felagssangur, sum lyfti menn­ inar upp ímóti teimum hægru andaligu løgunum eina løtu. Tað er gott fyri sálina at lovsyngja Gudi. Kanska felagssangurin í Zarepta hetta vikuskifti ferð at hoyrast aftur í samkomunum. Eftir ein góðan døgurða sunnu­ dagin fóru allir hvør til sín, og nú er at vóna og biðja um, at tað, sum varð lært á mansstevnuni kann síggjast aftur í tí dagliga lív­ inum – í familjuni, í samkomuni og á arbeiðsplássinum. Um so er, so er nógv nýtt land vunnið á mansstevnuni. Komandi stevnur Næstu stevnurnar í Zarepta eru hjúnastevnurnar, sum verða viku­ skiftini 25.09 – 27.09 og 02.10 – 04.10. Leygardagin 24. oktober verður mansstevna í Klaksvík. Stevnan verður í Badmintonhøllini. Byrjað verð­ur kl.14.00. Óli á Grømma, Sonni Poulsen og Jógvan Júst Rasmussen fara at undirvísa í viðkomandi evnum, sum maðurin í samkomuni, maðurin heima við hús og maðurin í samfelagnum. Eis­ ini verður pallborðsfundur, sum Símun Absalonsen kemur at leiða. Manskórið, Vitin og kvartettin í Bet­ esda koma at taka sær av sanginum. Eisini verður bjóðað til nátturða. Tað er samkoman í Betesda, sum er innbjóðari. Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@olivant.fo Mansstevnan í Zarepta - september 2009 Fríggjadagin 18 sept. andaðist Árni Mikkel­ sen, Vestmanna, 76 ára gamal. Dania Nielsen, Tvør­ oyri, andaðist á Suður­ oyar Sjúkrahúsi sunnu­ dagin, 82 ára gomul. Kistan fer úr kapellin­ um mikudagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju hós­ dagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Daniu, kunnu lata eina pen­ ingagávu til Eldrasam­ býlið við Sílá. Konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Dagurin 22. september. Mauritius, deyður umleið ár 300. Róm­ verskur herhøvdingi, sum saman við hermonn­ um í liði sínum (teb­ ansku legiónini), ið allir vóru kristnir, varð tikin av døgum. Navnið merkir blámaður. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Mynd frá ”Realskúlaframsýningini sum Jórunn Dánjalsdóttir skipaði fyri í Kommunuskúlanum í Havn í 2007. Í dag hava vit mynd av teimum, sum fingu realskúlaprógv fyri 45 árum síðan. Aftara rað f.v.: Gunnar Olsen (Reynslág), Óli Breckmann, Heri Simonsen, Hermann í Stórustovu, Ingun Rubek­Nielsen, Óli Mort­ ensen, Per Persson, Signar Niclasen, Bjarni Vilhelm og Helgi Øre Fremra rað f.v.: Margreta Thom­ sen (g. Clementsen) Jóhanna Maria Samuelsen (g. Durhuus), Poul Eide, lærari, Jakobina á Dul (g. Vang) og Bergljót Sandoy. Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er viðkomandi væl­ komin at venda sær til Jórunn Dánj­ alsdóttir á telefon: 226024. (mynd nr. 236) Myndaeigari: Margreta Clementsen Realsskúlaflokkur í 1964 nøvn