Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 180 - 22. september 2009 tíðindi Jóan Karl Høgnesen, sum starvaðist hjá donsku sjóverjuni í samfull 23 ár til sam­ ans, hevur nú í hálvt annað ár verið leiðari á Ørkini í Reykjavík. Vit hittu hann á ferða vinnustevnuni, Vestnorden Travel Mart í Keyp mann­ ahavn hósdagin, tá stevnan nærkaðist endanum Travel MarT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leiðarin á Hotel Sjómans­ heiminum Ørkini í Reykja­ vík, Jóan Karl Høgnesen, var partur á íslendsku lut­ tøk uni á Vestnorden Travel Mart. Framsýningar­ og fundar­ økið var býtt soleiðis upp, at útbjóðarar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi vóru líka sum plaseraðir hvør fyri seg á stóra Scandic Cop enhagen hotellinum, men stutt var ímillum fund­ arborðini og fundarhølini, og gangandi var ímillum hjá øllum Jóan Karl var einsamalt umboð hjá Ørkini, har hann hevur starvast sum leiðari seinastu 15­16 mánaðirnar. Hann helt, at tað virkaði kanska eitt sindur undarligt sum føroyingur at vera við í íslendska partinum, tá føroyskir útbjóðarar eisini eru við. – Men vit eru í Íslandi, og tað er her, vit virka. Mær dámar væl í Íslandi, og vit hava tað gott her yviri. Vit hitta nógv fólk, bæði før­ oyingar, íslendingar og út ­ lendingar annars, sum koma til landið. Gamalt og nýtt Jóan Karl sigur, at tá Vest­ norden Travel Mart var í Íslandi í fjør, hevði Ørkin bás, men tá var hann lítið við sjálvur, tí hann so nýggjur innan hetta økið. – Men á stevnuni hesaferð eri eg einsamallur, leggur hann aftrat. Leiðarin á Ørkini sigur, at tey hava samband við nógvar ferðaskrivstovur og nógv fólk, sum fáast við ferðavinnu. – Vit vilja tí gjarna vera við, soleiðis at vit í fyrsta lagi fáa høvi at heilsa upp á tey fólk, vit dagliga sam­ starva við. Hann ásannar, at ein slík stevna sum Vestnorden Travel Mart í stóra mun snýr seg um at halda verandi sambond við líka. – Og so vóna vit sjálvsagt eisini at hitta onkran nýggj­ an keypara, sum hevur hug at koma til Íslands. Nógv at bjóða Jóan Karl sigur, at á ferða­ vinnustevnuni fært tú nógv sambond, og fleiri fara av ­ stað aftur við faldara, sum sigur, hvat tú hevur at bjóða. – Um ikki so nógvar av ­ talur verða gjørdar júst á stevnuni, hevur tú skapt tær nýggj sambond, sum okkurt kann spyrjast burtur úr, tá samskifti partanna millum heldur fram. Eg haldi, at tað er positivt at vera við sum útbjóðari, men um vit skulu verða við, hvørja ferð Vestnorden Travel Mart verður hildin, er so ein ann­ ar spurningur, heldur hann. Leiðarin á Ørkini leggur aftrat, at hann á stevnuni eitt nú hevur havt fýra fund­ ir við ferðaskrivstovur úti í Evropa, og hetta vóru alt fundir, sum eru avtalaðir frammanundan. – Eg haldi, at Ísland hev­ ur nógv at bjóða ferðafólki, sum eitt nú kunnu fara út at hyggja at hvalum, tey kunnu fara fiskitúrar av ymiskum slagi, nógv áhugaverd støð eru at vitja í bussi – og so er tað ikki minst heitu keld­ urnar og heita vatnið, sum dregur fólk til landið. Nógvar gistingar Á Vestnorden Travel Mart Positivt at verða við á Travel Mart – Um ikki so nógvar avtalur verða gjørdar júst á stevnuni, hevur tú skapt tær nýggj sambond, sum okkurt kann spyrjast burtur úr, tá samskifti partanna millum heldur fram, sigur Jóan Karl Høgnesen, leiðari á Ørkini, sum á Vestnorden Travel Mart eisini hevur havt fundir við ymiskar ferðaskrivstovur í Evropa Mynd: Vilmund Jacobsen Eins og íslendska ferðavinnan í síni heild, hevur eisini Hotel Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík merkt, at meira hevur verið at gjørt í ár. Gistingarnar í fjør vóru umleið 7.000, og tær verða eftir øllum at døma ikki færri í ár Mynd: Álvur Haraldsen ” Tá Jóan Karl kom til Íslands at arbeiða fyri hálvum øðrum ári síðan, stóðau nógv ir stórir kranar og sveiggjaðu í sam­ bandi við ta nógva byggivirksemi, sum var...” Tvey tíðindafólk úr Føroyum Tvey tíðindafólk úr Føroyum vóru beinleiðis við á Vestnorden Travel Mart, eitt tíðindafólk úr Kringvarpinum og eitt umboðandi miðlarnar, sum Miðlahúsið eigur og rekur. Umstøðurnar hjá tíðindafólki vóru annars góðar, og tey fingu góð hølir at vera í á stóra Scandic Copenhagen hotellinum, har ferðavinnustevnan varð hildin. Tó at Ísland hevði størstu umboðanina á Vestnorden Travel Mart, vóru eingi íslendsk tíðindafólk at síggja í hesum rúmi, meðan stevnan var. Hinvegin vóru tveir tíðindamenn, sum skriva fyri grønlendsk bløð og tíðarrit.