Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 180 - 22. september 2009 19 tíðindi segði íslendski ferða vinnu­ ráðharrin, Katrín Júlíus dótt­ ir, at eini 12% fleiri ferða­ fólk hava vitjað í Ís landi í ár enn somu tíð í fjør. Jóan Karl sigur, at Ørkin hevði umleið 7.000 gisting­ ar í fjør, og hann heldur, at talið av gistingum í ár verður minst líka so stórt. – Jú, vit hava eisini merkt, at fleiri ferðafólk hava vitj­ að í Íslandi í ár enn í fjør, og vit hava ikki havt minni at gera í ár. Hann ásannar, at ein or ­ søkin til veksandi ferða­ fólkatalið er lága íslendska krónuvirðið saman við tí forvitni, sum nógva um røð­ an hevur skapt um landið, ið hevur verið so hart rakt av fíggjarligari kreppu. – Vit hava tó ikki merkt nakað serligt til kreppuna í Íslandi. Jóan Karl sigur, at tá hann kom til Íslands at Arbeiða fyri hálvum øðr­ um ári síðan, stóðu nógvir stórir kranar og sveiggjaðu í sambandi við ta nógva byggi virksemi, sum var. – Í dag er at kalla alt hetta virksemi steðgað upp, og tú sært neyvan ein tann einasta krana flyta seg. Soleiðis standa eisini nógvir bygn­ ingar hálvlidnir. Leiðarin á Ørkini sigur, at sjálvandi skilja tey á fólki, at nógv hava mist ar ­ beiði, og at peningurin røkk ur ongan veg. – Nógv fólk eru soleiðis í eini truplari støðu, leggur hann aftrat. Pensjóneraður Jóan Karl Høgnesen fór í starv sum leiðari á Ørkini í Reykjavík eftir, at hann var vorðin pensjóneraður. Í samfull 23 ár tilsamans starvaðist hann hjá donsku sjóverjuni – í fleiri ár sum yvirmaður og skipari, men hann hevði eisini onnur størv, sum høvdu tilknýti til donsku sjóverjuna. Soleiðis starvaðist hann eisini á Marinustøðini í Føroyum í eini trý ár. – Í nøkur ár var eg leiðari í sonevnda ”situatiónsrúm­ inum” á flotastøðini hjá sjóverjuni í Frederikshavn, og í hesum tíðarbili var eg eitt hálvt ár í Irak, har vit vóru partur av serligari deild, sum skuldi hjálpa lokala fólkinum í Irak í gongd aftur. Eg hevði tá stutt frammanundan starv­ ast í eitt ár á markinum mill um Kuwait og Irak. Jóan Karl Høgnesen sig­ ur, at hann hevur havt eitt ávíst tilknýti til sjómans­ missi ónina, og hann hevur altíð havt áhuga fyri tí ar ­ beiði, sum sjómans missi­ ónin ger. Ígjøgnum árini, sum siglandi, hevur hann eisini havt eitt ávíst tilknýti til sjómansheimini. – Eg helt tí, at tað kundi verið áhugavert at tikið eitt tørn á Ørkini í Reykjavík, og tað havi eg so gjørt. Ætlanin var í fyrsta lagi at vera á sjómansheiminum í tvey ár. Um eg komi heim aftur komandi summar – ella, um eg verið her nakað longri, fer tíðin at vísa, sigur leiðarin á Hotel Sjó­ mansheiminum Ørkini í Reykjavík í práti á Vest­ norden Travel Mart. Nú almennu Føroyar ætla at brúka 9 miljónir krónur um árið í trý ár til marnaðarátøk innan ferðavinnu, skal kósin setast – hvagar vit skulu leita, og hvørjum vit skulu leita eftir Travel MarT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stóra ferðavinnustevnan, Vestnorden Travel Mart, sum Føroyar, Grønland og Ísland eru saman um, er liðug á hesum sinni. Stevnan varð hildin í Keypmannahavn mikudagin og hósdagin í síðstu viku. Tað var Grønland, sum hesa ferð átti heiðurin sum vertland, men grønlendingar valdu enn einaferð at hava stevnuna í Danmark. Íslendingar vóru nógv best umboðaðir við umeið 80­90 útbjóðarum, á øðrum plássi var Grønland við eini 18 útbjóðarum og síðan Før oyar við umleið 12 út ­ bjóðarum. Hetta eru alt ymisk feløg, sum hava við ferðavinnu at gera ­ hotellir, gistingarhús og flutningsfeløg. Vestnorden Travel Mart varð hesaferð skipað á tann hátt, at tað vóru keyparar, sum lótu fyrireikararnar vita, hvønn tey vildu hitta á stevnuni, og síðan vórðu fund ir avtalaðir partanna millum eftir ávísum skifti. Ein týðandi táttur á slík­ um stevnum er at hitta samstarvspartar, sum longu eru í samstarvi – og síðan at hyggja eftir nýggjum møgu­ leikum. Tað er felagsskapurin NATA (North Atlantic Tur­ ism Association), sum stend ur aftanfyri hetta stóra ferðavinnutiltak, sum lond­ ini í útnorði eru saman um. Formaður í NATA er før­ oyingurin, Per Hansen, og felagsskapurin verður fíggj­ aður við hvør sínum 500.000 krónum úr Føroy­ um og Grønlandi og einari miljón úr Íslandi. Vestnorden Travel Mart er annað hvørt ár í Íslandi, og annað hvørt ár í Grøn­ landi ella Føroyum. Næsta ár verður stevnan aftur í Ís ­ landi. Umframt føroysku út ­ bjóð ararnar, vóru bæði lands stýrismaðurin í ferða­ vinnumálum, Jørgen Nicla­ sen, leiðarin á ferðavinnu­ deildini í uttanríkisráðnum, Súsanna Sørensen og onnur almenn føroysk ferða vinnu­ umboð við á stevnuni. Súsanna Sørensen heldur, at Føroyar eiga at mark­ naðarføra seg, har vit halda, at møguleikarnir fyri at fáa fleiri ferðafólk hendan veg­ in eru bestir, og í hesum sam bandi heldur hon, at Dan mark, Bretland og Týsk land eru bestu boðini. Onnur áhugaverd lond eru eitt nú Italia og Háland. ­ Ein vansi er, at vit hava ikki nóg góð hagtøl, og tí er torført at meta um, hvørji átøk eydnast væl, og hvørji kanska eydnast minni væl, sigur Súsanna Sørensen, leiðari á ferðavinnudeildini í uttanríkisráðnum. Hon heldur annars, at stór ir vakstrarmøguleikar eru innan føroyska ferða­ fólkavinnu. Hetta er ein vinnu grein, sum saktans kann koma at geva uppaftur meira útlendskan valuta til landið, enn hon ger í dag. Landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum, Jørgen Niclasen, sigur, at ætlanin er at seta av 9 miljónir krón­ ur um árið í trý ár til tess at marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland, serliga úti, men eisini heima, so føroy­ ingar í enn størri mun kunnu síggja møguleikarnar í at ferðast í egnum landi. Súsanna Sørensen sigur, at tey í uttanríkisráðnum nú eru farin í holt við at gera eina handlingsætlan fyri, hvussu Føroyar skulu marknaðarførast. – Hetta er ein ætlan, sum vit fara at leggja saman við ferðavinnufelagnum og ferða vinnuni annars. Her verður hugt at, hvørjum marknaði vit skulu fara eft­ ir, og hvørjum fólkum vit skulu fara eftir á hesum marknaðum – og hvussu vit kunnu røkka teimum, sigur leiðarin á ferðavinnudeildini í uttanríkisráðnum. Vestnorden Travel Mart – og hvat so? ” ”- Í dag er at kalla alt virksemi steðgað upp, og tú sært neyvan ein tann einasta krana flyta seg. Soleiðis standa eisini nógvir bygningar hálvlidnir...” (Jóan Karl Høgnesen) Avstað við oksa og bjørn Grønland var landið, ið hesaferð stóð sum fyriskipari av Vestnorden Travel Mart, men enn einaferð valdu grønlendingar at hava stevnuna í Keypmannahavn. Við sær á hotellinum høvdu teir ein útstappaðan oksa og eina útstappaða ísbjørn, sum annars hava sítt fasta pláss á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Nú ferðavinnustevnan á hesum sinni er lokin, eru teir í holt við at flyta hábærsligu dýrini burtur aftur. Oksin stendur fremst inni í bilinum, og í hinari síðuni – sum ikki sæst – liggur ísbjørnin.