týsdagur 22. september 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 180 - 22. september 2009
Ferðavinnusamstarvið
NATA, sum stendur
aftanfyri Vestnorden
Travel Mart, vil nú
hava eina felags skriv
stovu, sum kann skipa
fyri ferðavinnusam
starvinum í útnorði.
Enn er tó eingin
avgerð tikin um, hvar
henda skrivstova
verður, sigur formað
urin í NATA, Per
Hansen, sum starvast
á ferðavinnudeildini í
uttanríkisráðnum
Travel MarT
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
NATA er stytting av North
Atlantic Tourism Associa
tion, sum er heitið á ferða
vinnusamstarvinum millum
londini í útnorði, Føroyar,
Ísland og Grønland. Hvørt
landið hevur trý umboð í
NATA.
Per Hansen, sum starvast
á ferðavinnudeildini í uttan
ríkisráðnum og er formaður
í samstarvinum, sigur, at
avtalan millum londini varð
undirskrivað í 2006, og í
2007 kom NATA so í gongd.
Soleiðis hevur hetta sam
starv millum londini í út
norði nú sløk trý ár á baki.
Endamálið við NATA er
at menna ferðavinnu og at
fremja samstarv millum lond
ini á ferðavinnuøkinum.
Formaðurin heldur, at
samstarvið hevur virkað
rímiliga væl.
Vit hava bygt samstarvið
upp og hava nú funnið røttu
rytmuna, og eg haldi, at
hetta er við at koma upp á
pláss.
Per Hansen heldur, at
samstarvið hevur virkað
væl í ár, men tey fyrstu tvey
árini vóru meira at kalla
royndarár.
Nú er samstarvið við at
koma í eina góða legu, sum
formaðurin tekur til.
Tvey høvuðsmál
Meðan Vestnorden Travel
Mart var í Keypmannahavn
mikudagin og hósdagin í
síðstu viku, helt leiðslan í
NATA
fund,
har
tvey
høvuðsmál vóru á skránni.
Per Hansen sigur, at ein
partur av arbeiðnum hjá
samstarvinum er at hjálpa
virkjum
og
stovnum
í
hesum trimum londunum
við at veita teimum stuðul,
sum tey kunnu søkja um til
ymiskar verkætlanir.
Her býttu vit nakað út,
sigur hann.
Eitt annað mál, sum eisini
var á skránni á NATA
fundinum, var sjálv ferða
vinnustevnan, Vestnorden
Travel Mart. Her tosaðu
umboðini um, hvussu ferða
vinnustevnan kann mennast
í framtíðini.
Niðurstøðan var, at fyri
at menna tiltakið frameftir
eiga vit at seta á stovn eina
skrivstovu, sum skal taka
sær av samskiping og menn
ing – og fyri at fáa ein størri
kontinutet í ferðavinnu
stevnuna frá einum ári til
annað.
Per vísir á, at tað hevur
verið
rættiliga
nógv
soleiðis, at neyðugt er líka
sum at byrja av nýggjum
hvørja ferð, tá stevnan flytir
ímillum londini.
Við eini felags skrivstovu
høvdu
møguleikarnir
at
samskipa arbeiði verið nógv
betri, leggur hann aftrat.
Ráðharrar við
NATA er tó ikki komið til
nakra niðurstøðu um, hvar
ein slík skrivstova kann
verða.
Nei, tað hava vit onga
støðu tikið til enn. Fyrst
skulu vit kanna eftir, hvussu
vit kunnu gera hetta. Vit
skulu finna út av, hvørjum
uppgávum skrivstovan skal
taka sær av, og hvussu ein
fíggjarætlan kann koma at
síggja út.
Per Hansen sigur, at alt
hetta verður neyðut at
kannað fyrst, áðrenn NATA
tekur nakra endaliga støðu
um ætlanina.
Men vit hava so í út
gangsstøðinum tikið støðu
til, at vit halda hetta vera
bestu loysnina, leggur hann
aftrat.
Formaðurin vísir á, at
avtalan millum londini í út
norði um NATA er eitt úrslit
av tí, sum ferðavinnuráð
harrarnir í hesum londum
komu til.
Tað er so avtaluna, sum
varð undirskrivað í 2006,
sum vit vilja fremja í verki,
og ferðavinnuráðharrarnir í
hesum trimum londunum
hava eisini víst framhaldandi
áhuga við at vera við á
Vestnorden Travel Mart.
Hetta er forumið, har teir
møtast at tosa um ferða
vinnu, sigur Per Hansen,
formaður í NATA.
Útnorður vil
hava felags
skrivstovu
Per Hansen, formaður í NATA, situr høgrumegin Súsannu
Sørensen, ið vit síggja uttast til vinstru á myndini. Súsanna
er leiðari á ferðavinnudeildini í uttanríkisráðnum. Hini
umboðini, sum her sita á tíðindafundi á Vestnorden Travel
Mart, eru úr Íslandi og Grønlandi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Lítil ivi er um, at Vestnorden Travel Mart kann gerast uppaftur betri, um umstøðurnar fyri samskiping og sambandi millum fyrireikarar og framsýnarar gerast betri við eini felags skrivstovu
Myndir: Sámal Bláhamar
Nakrar samrøður eru eftir
Vit hava nakrar samrøður eftir, sum vit gjørdu á Vestnorden Travel Mart í síðstu viku í
Keypmannahavn, og eitt nú fara vit at tosa við fólk, sum hava bussferðir í Føroyum. Vit høvdu eisini
prát við GreenGate Incoming, sum bæði høvdu seljarar og keyparar við á Vestnorden Tavel Mart. Á
myndini síggja vit umboð fyri 62 (stig) Norður, Mariu og Kent, og kanska vit fara at spyrja tey,
hvussu ferðavinnustevnan nú eydnaðist fyri teirra virksemi. Samlaða talið av føroyskum útbjóðarum
var umleið 12, harav tey størstu flutningsfeløgini, Atlantic Airways og Smyril Line, bæði vóru við.