týsdagur 22. september 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindi
Nr. 180 - 22. september 2009
Umboðini í NATA-samstarvinum, sum er undirskrivað mil-
lum Føroyar, Ísland og Grønland í 2006, eru:
Per Hansen, Hans Joensen og Maria á Lofti (Føroyar). Óløf
Yrr Atladóttir, Áslaug Alfredsdóttir og Gunnar Siguðsson
(Ísland). Bjarne Eklund, Kenneth Høegh og Anders Sten-
bakken (Grønland).
FAKTA
Travel MarT
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Uppí
eina
ferðavinnustevnu,
sum
Vestnorden Travel Mart, hoyrir eisini
eitt seminar, sum var mikumorgunin í
síðstu viku, áðrenn sjálv stevnan byrjaði
klokkan 14 hendan dagin og vardi til
klokkan 17 dagin eftir.
Mikukvøldið varð eisini skipað fyri
get-together-tiltaki, og tá varð eisini
farið út á sjógvarnir í Keypmannahavn
at sigla í bátum.
Veðrið var so avbera gott – heilt frá tí,
at vit komu til Keypmannahavnar seint
týsdagin, til vit vendu heimaftur
fríggjadagin beint eftir middag.
Tað var stilt í veðrinum. Sólin bakaði,
og tað var lýtt.
Hóskvøldið, tá ferðavinnustevnan var
liðug, var eisini skipað fyri stórum
galla-døgurða,
har
Grønland
sum
vertland setti sín dám á við eitt nú sangi
og nationalum búnum.
Her eru nakrar myndir, sum Sámal
Bláhamar tók á túrinum, tá siglt varð á
sjógvunum í Keypmannahavn.
Hugni er eisini
á ferðavinnustevnu
Búðu væl á Mayfair
Føroysku tíðindafólkini búðu væl á Mayfair hotellinum í Helgolandsgade, meðan Vestnorden Travel
Mart var á Scandic Copenhagen, ið liggur tætt við. Tað tók einar 5 minuttir at ganga ímillum, so
plaseringin var rættiliga høglig í so máta. Bæði hotellini høvdu gott netsamband, sum eisini var
ókeypis. Tá vit komu á Mayfair og beinanvegin spurdu um net, fingu vit kotu við passorði og
loyniorði, og tá vit spurdu um kostnað, var svarið, at “netsambandið kostar einki…” So, hetta eru
góðar umstøður hjá teimum, ið brúka net í sínum arbeiði.