Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 22. september 2009 Høgni í Stórustovu legði í gjár fyrisitingina hjá FSF undir at hava likið trúnaðarskjal út til fjølmiðlarnar. Og uttan at siga tað beinleiðis, lat forsetin eisini skína ígjøgnum, at hann ikki er serliga væl nøgdur við somu fyrisiting Tað hevur leingi verið tutlað í krók­ unum, og á sjónvarpsskíggjanum í gjárkvøldið stóð stríðið í ljósum loga. Undan prátinum millum sjón­ varps vertin og Høgna í Stórustovu var eitt innslag við Steinfinni Mittel­ stein, stjóra í P/F Havnar Fótbólti, har hesin helt, at aðalskrivarin í FSF var ein av høvuðstrupulleikunum í roka num, sum FSF hevur verið part­ ur av seinastu tíðina. Beinleiðis spurdur, vildi FSF­for­ setin ikki gera viðmerkingar til hetta, og tann tøgnin í sjálvum sær segði nóg so nógv meira enn nógv orð vildu sagt. Og tá FSF­forsetin seinni legði bein leiðis eftir umsitingini, sum hann segði hevði likið trúnaðarskjal út til fjølmiðlarnar, stóð stríðið víðopið á sjónvarpsskíggjanum. Tí tað er er eitt álvarsmál, tá ein leiðari á henda hátt leggur efitr síni egnu umsiting. Ikki minst, tá sami leiðari man vera fullvæl vitandi um, at skjalið viðvíkjandi flytingini av Hjalgrími Elttør finst í minst trimum ein tøkum – eitt til hvønn avtalu­ partin. Samanvavstur Hvussu er og ikki, so hevur tað seinastu tvey árini verið ein sann­ roynd, at umsiting og politiski topp­ urin ikki hava fylgst serliga væl í Fótbóltssambandinum. Í ár kunnu nevnast nevnast málini um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen og Hjalgrím Elt­ tør, hóttandi avlýsingin av steypa­ finaluni umframt leikbannið, sum Aga n evndin fríggjadagin gav Ahmed Keita, men sum forsetin av sínum eintingum strikaði aftur sunnu dagin. Í báðum málunum um spæliloyvið var talan um mál, sum vóru avgreidd um sitingarliga, men har forsetin síðani tók aktivan lut í máls við gerð­ ini. Í málinum um steypafinaluna var ein avtala í fyrsta lagi gjørd, sum eftir øllum at døma gav havnar­ feløgu num helmingin av inn tøku­ num fyri dystin. Og tað var ein avtala, sum hini feløgini í landinum als ikki vildu góðtaka. Og líkamikið, hvør fatanin annars var um Keita­málið, har Aganenvdin ikki fylgdi fyriskipaðu manna­ gongdu num, so er tað ikki eitt heimi l d a røkið hjá forsetanum at grípa inn í avgerðir hjá Aga nevnd­ ini. Sjálvandi hevur forsetin ábyrgd av, at lógirnar verða fylgdar, men tað merkir ikki, at forsetin av sínum ein­ tingum í tíð og ótíð skal traðka inn í málsviðgerðir, har hann er ósamdur í tí, sum er farið fram. Var tað mein­ ingin, so var eingin orsøk at skipa FSF í nevndir og deildir. Og FIFA­ reglur nar, sum eru altjóða krav til FSF, fyriskriva eisini púrasta greitt, at skilnaður skal vera millum lóg­ gevandi og útinnandi valdið, soleiðis sum tað eisini er siður í samfelagnum, sum finst uttan fyri fótbóltsheimin. Í minniluta Tað tykist eisini greitt, at leikluturin hjá forsetanum í nøkrum av mál­ unum hevur elvt til ófrið millum fleiri av hinum nevndarlimunum í FSF. Og hóast tað lá ímillum orðini, sum vórðu søgd á sjón varps­ skíggjanum í gjárkvøldið, at forsetin væl kundi hugsað sær nakað av út skifting í toppinum av síni fyri­ siting, so man tað vera meira enn iva samt, um forsetin hevur nakran møgu leika at fremja hesar broyt­ ingar. Snøgt sagt, tí hann eftir øllum sólarmerkjum at døma er í minni­ luta í starvsnevndini. Og tað kann væl gerast ein álvars­ lig ur trupulleiki hjá forsetanum sjálv um. Um hálvt ár er aðalfundur hjá FSF á skránni, og verður dansi­ stevið í nevndini ikki betri enn tað sama, kann Høgni í Stórustovu væl standa í eini truplari støðu til ta tíð. Hvussu er og ikki, so er neyvan nakar ivi um, at stríðsøksin er grivin upp í stóra húsinum við Tórsvøll, og so fæst helst at vita, hvussu hart hend an verður sveiggjað. Gunnar vann triathlon Sunnudagin var FM kapping í Olympiska teininum í triathlon hildin í Tórshavn TriaThlon Tíðindaskriv post@sosialurin.fo Teinanir vóru 1500 metur svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning. Fýra mans vóru til kappingina, har starturin varð í svimjihylinum í Gundadali. Síðani var súkklað millum rundkoyringarnar á Ringvegnum, Hvítanesvegnum og Yviri við Strond, áðrenn renningin fór fram við Plantusøluna og yviri við Strond. Veðrið var ikki av tí besta. Nógvur vindur og nakað av regni var, men kortini vunnu allir luttakararnir vegin fram á mál. Umframt triathlon­kappingina varð eisini kappast í sprint og minisprint, og vóru tað svimjarar frá HS, ið tóku lut í hesum. Her var Høgni Miné Rasmussen skjótastur framman fyri Magnus Jákupsson, Óla Mortensen og Teit Skoubo. Í mini­sprint varð Guðrun Holm Jacobsen fyrst á mál, meðan Kristina Eliasen, Markus Joensen og Tummas Danielsen komu á næstu plássunum. Komandi sunnudag er ætlanin at skipa fyri fyrstu kappingini í hálvum ironman her á landi. Tó verður fyrivarni tikið fyri, at nóg nógvir luttakarar tekna seg. Úrslitini 1 Gunnar Dahl Olsen 2:16:15 2 Andrass Joensen 2:19:58 3 Evald Rasmussen 2:47:26 4 Jógvan Djurhuus 2:49:54 Opið kríggj í FSF Forsetin hjá FSF var gestur í 3-2 sendingini hjá Sjónvarpinum í gjár. Millum annað varð høvið nýtt til at leggja eftir umsitingini jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk