týsdagur 22. september 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 22. september 2009 – Nr. 180 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Vilja hava
aktiva
heystfrítíð
Fólkaheilsuráðið og ÍSF
hava í felag sent út skriv
til øll ítróttafeløg í landi
num, har heitt verður á
feløg ini um at skipa fyri
ak tivi tet um av ymsum slag
í heystfrítíðini.
RøRsla
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tankin er, at feløgini hvør í sínum
lagi hava opið ímillum klokkan 14
og ein ella fleiri dagar í heystfrítíðini,
sum er 12. til 16. oktober. Við hesum
skulu møguleikar skapast til øll –
eisini tey, sum ikki eru limir – at
royna seg innan ymsu ítrótta grein
ar nar.
Okkara ætlan er, at tit røkka ung
um sum eldri. Sjálvsagt serliga skúla
ungdómi ið jú hevur frí hesa vikuna,
men eisini foreldrum og/ella omm
um og abbum. Eitt hugskot frá okk
um er, at tvey ættarlið royna seg,
so leiðis at bæði foreldur og børn fáa
nak að burturúr, verður sagt í skrivi
num til feløgini.
Biðið verður um, at feløgini svara
aftur til ÍSF og fólkaheilsuráðið inn
an 25. september, og eftir hetta
verð ur roynt at samskipa øll tiltøkini.
Mill um annað við at gera skráir fyri
hvørt økið sær.
Gav áskoðarunum fingurin
Sveisiski topdómarin, Massimo Busacca, hevur fingið
floytibann í tríggjar dystir. Hetta hendir, eftir at hann í dysti
millum Young Boys og FC Baden rætti tann minni pena
fingurin móti áskoðarunum hjá Young Boys. 40 ára gamli
Busacca er annars ein av mest virdu dómarunum í Sveis, og
hann hevur dømt hópin av altjóða topdystum. Eitt nú var
hann maðuri, sum leiddi dystin millum Danmark og
Portugal herfyri.
Skulu spæla samstundis
Kappingarnevndin hjá FSF hevur undan seinastu leikumførunum boðað
frá, hvørjar klokkutíðir dystirnir í ymsu deildunum skulu spælast. Hetta fyri
at tryggja, at tað ikki ber til hjá feløgunum at spekulera í úrslitum av
dystum, sum longu eru spældir. Fyri Vodafonedeildina merkir hetta, at
dystirnir á næst seinsta leikdegi byrja klokkan 15, meðan teir á seinasta
leikdegi byrja klokkan 14.30.
Hondbóltskappingin stendur fyri
framman, og síðani í fjør eru fleiri
spælarar, sum hava valt at skifta
felag. Niðanfyri prentað vit yvirlit
yvir tær flytingar, sum higar til eru
skrásettar.
Atlantic Airwaysdeildin
Magnus Matras
(Neistin til Kyndil)
Pál M. Joensen
(Neistin til Kyndil)
Regin Joensen
(H71 til VÍF)
Kári Horn
(StÍF til Neistan)
Hans Arne Thomsen (Kyndil til TK)
Damir Oros
(KÍF til TK)
Dánjal H. Kjærbo
(TK til H71)
Sunsetdeildin
Durita Christophersen (Stjørnan til VÍF)
Halla Midjord
(Kyndil til VÍF)
Annika Poulsen
(Kyndil til VÍF)
Heidi Maria Akselsen (Neistin til SÍF)
Jóhild Sørensen
(Kyndil til Neistan)
Lina Andriulyte
(VB til Neistan)
Lovisa Andreassen
(StÍF til Neistan)
Jacklin Durhuus
(Kyndil til Neistan)
Svanur skipaði um viku
skiftið fyri EikCup í Borð
tennis og boccia
ÍtRóttuR
Tíðindaskriv
post@sosialurin.fo
Byrjað var við einum breyðbita, og
síðan setti Súrður Skaale dagin við
eini góðari og rámandi røðu. Eftir
hetta var tað eisini Sjúrður Skaale,
sum stílaði fyri upphitingini til kapp
ing ar nar.
Tann fyrsta kappingin var ein
royndar kapping
millum
Sjúrður
Skaale og Elvin Weihe.
Umleið 34 luttakarar úr øllum
landi num høvdu teknað seg til
kapp ing ar nar.
Boccia kappingin varð deild sund
ur í tvey. Onnur kappingin var fyri
tey menningartarnaðu og hin fyri
tey rørslutarðnaðu. Tað vóru spenn
andi kappingar, og tað leikaði
mang an javnt á, men tað eydnaðist
tó at finna vinnarar í báðum kapp
ing unum.
Eftir
bocciakappingarnar
var
borð tennis á skránni, og eisini tá
varð kappingin hørð.
Eftir tær báðar kappingarnar, varð
skipað fyri togtogan og eggjarenn
ing, har luttakarar og hjálparfólk
kapp aðust. Áðrenn endað varð við
kaffi, the og køkum, bleiv tjóð sang
ur in sungin.
Fyrireikarnir eru væl nøgdir við
dag in, og vóna, at hettar kann verða
ein árlig endurtøka.
Høvdu ítróttardag á Eiði
Boccia fyri menningartarnað
1
Jan Lindberg
2
Jógvan Brøðraberg
3
Jógvan av Vollanum
Boccia fyri rørslutarnað
1
Dánjal Jákup Djurhus
2
Martin K. Kristiansen
3
John Heri Johansen
Borðtennis
1
Júst í Túni
2
Elvin Weihe
3
Teodor Esmar Hansen
Væl av fólki var komið saman til kappingina, sum fór fram í ítróttarhøllini á Eiði
Vann bronsu í
Bosnia/Herzegovina
Bjørk Herup Olsen var við til at vinna
bronsu í EuropaCup fyri lið um
vikuskiftið.
Hetta gjørdi Bjørk, tá hon var
partur av liðnum hjá Helsingør
Atletik, sum hevði boðið henni pláss
eftir góðu avrikini í DM fyri
ungdómar, sum varð hildið fyri
tveimum vikum síðani.
Luttakararnir, sum kappaðust í
Bosnia/Herzegovina,
vóru
úr
Týsklandi, Slovakia, Estlandi, Póllandi
og Bosni/Herzegovina, og Bjørk tók
lut í kappingini á 3.000 metrum.
Hitin undir kappingini var um tey
33 stigini, men hóast hetta var Bjørk
leingi heilt frammi í oddinum. Móti
endanum av teininum megnaði hon
tó ikki at fylgja við í spurtinum, har
ein pólsk genta var fyrst um
málstrikuna. Nummar tvey gjørdist
ein rennari frá Bosnia/Herzegovina,
og Bjørk kom so á mál sum nummar
trý.
Flytingar til veturin