mikudagur 23. september 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 181 - 23. september 2009
Bureaukrati
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tað er ongantíð lætt at hava
eitt sjúkt barn. Tað er sum
ein skriða loypir og skrykkir
grundarlagið undan familj
uni. Men Rani og Fríðgerð í
Líð, sum eru ávikavist port
ørur og lærarinna, kláraðu at
fáa dagligdagin at hanga sam
an, og batar vóru at hóma,
hóast tey hava eitt sjúkt barn.
Ein lógarbroyting í juli mán
aði fær tó skirvisliga korthús
ið at rapa. Tey seta seg í sam
band við Almannastovuna,
og har byrjar ein mánaðarlang
leitan eftir hjálp og eftir
einum svari. Ein leitan, sum
enn ikki er liðug.
Fyrsta skriðan loypir
Tað byrjar alt sum í einum
dreymi, og Fríðgerð og
Rani í Líð sveima sum á
ljósareyðum skíggjum. Vit
eru í desember mánaði og
Fríðgerð hevur júst átt sonin
Lýðar. Hetta er næsta barn
teirra. Skjótt finna tey tó
útav, at alt er ikki sum tað
skal vera. Lýðar tekur ikki
uppá, sum hann skal.
Hann líðir av eini sjúku,
sum kallast Reflux. Hetta
merkir at lukkimuskulin nið
ur í magan er ov veikur, og at
magasýra rennur upp aftur
alla tíðina. Hetta ger at hann
má hava eina sondu beinleiðis
í magan, og fær flótandi mat
førdan inn við pumpu. Hetta
tekur fleiri tímar dagliga.
Men aðrir trupulleikar stinga
seg eisini upp og Lýðar hevur
ilt við at trívast.
Fyri familjuna merkir
hetta, at Lýðar ikki kann
verða í dagrøkt ella í barna
garði, og at tey tí mugu vera
heima hjá honum og vera
um hann døgnið runt. Í Før
oyum er heldur eingin stovn
ur uttan Landssjúkrahúsið,
ið hevur førleikar til at taka
sær av honum, men Lands
sjúkrahúsið er eingin dag
stovnur.
Batar í eygsjón
Stutt frammanundan eru
tey komin uppundan við
dóttrini Lív, sum eisini
hevði líknandi trupulleikar.
Hon er nú er vorðin somikið
frísk, at hon kann eta vanligt
og ganga á dagstovni.
Tá var Fríðgerð heima
við henni, og Rani arbeiddi
so nógv sum til bar, til tess
at fáa fíggjarliga partin at
hanga saman. At hava eitt
sjúkt barn er strævið, og
hugsingur var ikki um, at
Fríðgerð skuldi vera einsa
møll um enn eitt sjúkt
barn.
Tí taka tey, í samráð við
læknarnar, í januar mánaði
avgerð um, at Rani eisini
skal vera heima. Tá vita tey
ikki hvussu leingi tað kann
vara, inntil Lýðar aftur
kann eta sum vanligt, og
sleppur av við sonduna. Tey
vóna at hann verður skjótt
frískur, men tað kann eisini
vara meira enn eitt ár.
Fríðgerð er í barnsburðar
farloyvi, og Rani kann vera
heima við fullum endur
gjaldi
fyri
inntøkumiss
vegna sjúkt barn. Ætlanin
er so at Fríðgerð skal aftur
til arbeiðis upp á hálva tíð
eftir at farloyvið er av.
Tey fáa tá játtað, at Rani
kann vera heima og fær fult
endurgjald. Spakuliga gong
ur framá, Lýðar betrast sum
hann skal, fíggjarliga hanga
tingini akkurát saman og
batar eru at hóma.
Seinna skriðan loypir
Men brádliga loypir tann
næsta skriðan. 1. juli verður
ein lógarbroyting framd.
Løgtingið samtykkir at seta
eitt hámark fyri, hvussu
stórt endurgjaldið fyri mista
arbeiðsinntøku kann vera.
Broytingin hevur við sær, at
endurgjald fyri mista arbeiðs
inntøku ikki verður veitt fyri
tann partin av bruttuinntøk
uni, ið er omanfyri 25.000
krónur um mánaðin, íroknað
frítíðarløn.
Hetta fær Rani at vita í ein
um skrivi frá Almanna
stovuni. Rani arbeiðir van
liga sum portørur á Lands
sjúkrahúsinum, og gjøgnum
seinasta árið hevur hann havt
eina ársinntøku sum svarar
til líka undir hesa upphædd
um mánaðin. Tí heldur hann
ikki ikki, at tey verða rakt av
broytingini, og niðast í skriv
inum stendur, at tá kunn
gerðin er lýst, verður teirra
mál tikið upp til viðgerðar,
og fer Almannastovan síðani
at venda sær aftur til teirra
fyri nágreiniliga at kunna tey
um møguligar broytingar.
Men tá eg so hyggi inn á
heimagreiðsluna, síggi eg at
endurgjaldið er skorið við
næstan 2000 krónum um
mánaðin, og eg havi einki
fingið at vita frá Almanna
stovuni, sigur Rani.
Við teirri upphæddini, sum
tá er eftir, melur tað ikki runt
fíggjarliga. Skuld hava tey
nógva, og stórt inngjald á
heildarkontuna hvønn mán
að. Tá so øll gjøld eru farin
av, hava tey um 2700 krónur
eftir at liva fyri um mánaðin.
Kastibløka millum
skriviborð
Rani setur seg beinanvegin
í samband við Almannastov
uni. Hann vil hava eitt svar
uppá hví henda skerjing er
farin fram, tí eftir tí sum
varð teimum kunngjørt,
áttu tey ikki at verið rakt av
lógarbroytingini.
Men hjá Almannastovuni
er einki greitt svar at fáa. Í
ein heilan mánað tosar hann
við málsviðgeran hjá sær,
uttan at fáa nakað greitt
svar og uttan at fáa hjálp.
Nú fellir enn eitt útgjald, og
enn einaferð hava tey bara
2700 krónur at liva fyri um
mánaðin, og skulu tey hava
mat á borðið allan mánaðin,
má kontoin setast í trot.
Ein málsviðgeri fer í
feriu, og Rani endar hjá tí
næsta
málsviðgeranum.
Men einki greitt svar er at
fáa. Nógv ymisk og ógreið
svør verða latin honum, utt
an at støðan tó broytist nak
að. Henda støðan heldur
fram og hann verður tveittur
á alsamt fleiri ymisk borð,
tí tann málsviðgerin ikki
kann gera meira.
Ikki longur
ráð til mat
Í dag stendur Rani við tað
fimta skriviborðið, og aftur
hjá upprunaliga málsviðgerð
anum. Enn hevur hann
einki greitt svar fingið, og
triðja útgjaldið stendur fyri
framman, har tey bara fáa
2700 krónur at liva fyri um
mánaðin.
Nú eru vit komin hartil,
at eg ikki longur havi ráð at
keypa ein pakka av mjólk
ella at fáa mat á borið til
børnini, staðfestir Rani.
Sjúkrahúsið er tað, sum
krevur at drongurin má vera
heima og vera ansaður. Tað
verður ein sammeting mill
um foreldrini og læknan,
nær hann er førur fyri at fara
í røkt. Tey verða tí noydd at
vera heima um hann, og fáa
endurgoldið lønarmissin.
Eg kann ikki bara fara
til arbeiðis aftur, tí eingin er
at ansa Lýðar og taka sær
av honum. Tað tekur fleiri
tímar dagliga bara at geva
honum eta, og tað er við
eini serligari pumpu, sum
pumpar matin inn gjøgnum
sonduna, greiðir Rani frá.
Lang viðgerðartíð
Tá komið er út í juli mánað,
verður avgerð tikin um, at
Fríðgerð, móti ráðunum hjá
læknunum, skal fara aftur til
arbeiðis. Hon er lærari, og
henni stendur í boði at fáa
starv í einum skúla. Strævna
tíðin við sjúkum barni hevur
tó gjørt, at hon undir ongum
umstøðum hevur orku til at
arbeiða fulla tíð beinanvegin.
Tí verður avrátt við læknan,
at hon kann fara til arbeiðis
upp á hálva tíð, og fær at
vita, at hon kann fáa hina
helvtina endurgoldna frá
Almannastovuni vegna sjúkt
barn.
Læknaváttanin
verður
send 20. juli, og hon fer til
arbeiðis tá skúlarnir byrja, í
vónini um at alt er í lagi.
Eina góðan mánað eftir at
læknaváttanin er send, hevur
hon einki hoyrt aftur og
ringir at rykkja eftir einum
svari. Men tá fær hon at vita,
at har manglar eitt umsókn
arblað. Málsviðgerðin kann
tó taka á teirra kappa, at tey
áttu at havt ringt til Fríðgerð
og sagt, at hon skuldi fylla
eitt umsóknarblað út saman
við læknaváttanin, men at
eingin hevði ringt.
Hetta er tó í góðari tíð
Hava ikki ráð
til mjólk
Danir í iva um evruna
Danir hava ilt við at taka støðu til, um teir skulu fáa sær
evruna til gjaldoyra, ella um teir skulu varðveita krónuna. Í
einari spurnarkanning, sum Danske Bank hevur latið gera,
svara 38,4 prosent, at tey høvdu heilt vist atkvøtt fyri evruni,
um spurningurin kom til fólkaatkvøðu nú. Samstundis siga
37,8 prosent, at tey høvdu heilt vist sagt nei. 10,5 prosent
siga seg vera í iva, men at tey helst høvdu sagt ja, og 9,9
prosent onnur ivandi siga, at tey høvdu helst sagt nei.
Samanumtikið eru tað sostatt fleiri, sum vilja hava evruna.
Men munurin er bara 1,3 prosentstig, sigur Danske Bank.
Radion skal út
Radon er eitt slag av gassi, sum er nógvastaðni í náttúruni. Tað
hevur eitt sindur av geislavirkni í sær, men er talan um nóg
stórar nøgdir, kann evnið elva til krabbamein. Nú vil
heimsheilsustovnurin WHO hava øll lond at taka eitt tak ímóti
evninum. Sagt verður, at radion lekur inn í hús og íbúðir
ígjøgnum rivur og smá hol í gólvi, veggjum og rørum, og
kanningar í Evropa, USA og Kina vísa, at geislavirkið gass
heima við hús er ein nógv størri heilsuvandi enn higartil hildið.
WHO hevur tí skotið upp, at hámarkið fyri, hvussu nógv radion
kann vera í húsum ella íbúðum, verður lækkað heili 90 prosent.
Uttan fráboðan varð stuðulin til at anda sjúka soninum skerdur og einki greitt svar er at fáa
hví. Í tríggjar mánaðir eru Rani og Fríðgerð í Líð tveitt aftur og fram millum málsviðgerðar í
Almannastovuni, meðan trotið á kontoini bara er vaksið.