mikudagur 23. september 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 181 - 23. september 2009
áðrenn fyrsta lønargjaldið
er seinast í august, og
umsóknarblaðið verður fylt
út og viðgerðin fer í gongd.
Hon fær tá at vita, at tað
ganga nakrir dagar áðrenn
tað verður viðgjørt, men so
verður tað aftur útskotið.
Upp í fleiri ferðir fær hon at
vita, at tað skuldi verða við
gjørt. Síðani varð ein enda
lig freist sett á, men í dag
eru akkurát meir enn tvær
vikur síðan hon skuldi fáa
eitt endaligt svar, og hóast
hon dagliga rykkir eftir ein
um svari, hevur hon enn
ikki fingið tað. Nú kann
hon heldur ikki fáa at vita
nær hetta svarið kemur.
Málið er farið í eina
stjórnarnevnd, sum virkar
sum eitt lukkað land. Eg
havi spurt fleiri ferðir,
hvønn eg kann tosa við har,
uttan tó at fáa fatur á nøkr
um sum helst, greiðir Fríð
gerð frá.
Eg hevði kunnað fingið
fult starv frá byrjan av og
hevði nokk klárað tað,
sjálvt um tað var tungt, men
í samráð við læknan valdu
vit hesa loysnina. Í dag er
sjálvandi einki fulltíðarstarv
at fáa, og tí er tann møgu
leikin ikki longur opin, sig
ur Fríðgerð.
Triðja skriðan
er lopin
Meðan Fríðgerð hevur bíð
að eftir einum svari frá
Almannastovuni, um hon
kann fáa hina helvtina aftur
goldna, eru skjótt tvær løn
arútgjaldingar farnar fram.
Hon fær hálva løn, og
veit enn einki, um hon fær
hin helvtina endurgoldna.
Tá eg nú fái løn aftur, er
hon vekk áðrenn hon yvir
høvur er komin. Tað er upp
á ein máta nokkso eyðmýkj
andi at muga viðurkenna, at
vit eru fátæk. Vit hava ikki
ráð at keypa mat, og nakar
formur fyri luksus, so sum
at bara keypa ein pakka av
smákøkum, ella fara ein túr
út við vinfólkunum, er yvir
høvur ikki hugsandi, vísir
Fríðgerð á.
Neyðin rekur tey
av landinum
So hvørt sum dagarnir nú
ganga, veksur trotið hjá
Rana og Fríðgerð bara. Tey
hava ikki longur fyri mat á
borðið tá mánaðin fer at
halla, og vónin um at fáa
eitt skjótt svar frá Almanna
stovuni og vónin um hjálp,
hvørvur í blánanum.
Tað, sum er umráðandi
nú, er bara at fáa eitt svar.
Bara okkurt svar, sigur Fríð
gerð.
Tey tosa saman eina løtu,
og í eini viðmerking nevnir
hon eisini, at tey hava hugs
að um at fara av landinum,
tí niðri halda tey at tey
kunnu fáa betri hjálp enn
her.
Sagt verður at har sum
ein skriða er lopin er onnur
væntandi, og kanska verður
tað neyðin, ið rekur Rana
og Fríðgerð av landinum.
Fáa ikki arbeiði
Í Danmark hevur fíggjarkreppan gjørt, at nógvir nýklaktir
akademikarar hava ilt við at finna nakað arbeiði. Jyllands
Posturin skrivar, at millum annað ganga meiri enn helming
urin av teimum, sum eru vorðnir lidnir sum elektroverkfrøð
ingar tað seinasta árið, framvegis arbeiðsleysir. Formaðurin í
danska akademikarafelagnum, Erik Jylling, sigur við blaðið,
at 28,4 prosent av øllum teimum, sum hava lokið akademiska
útbúgving teir seinastu tólv mánaðirnar, hava ikki fingið
nakað arbeiði. Hann stúrir fyri, at fleiri teirra fara helst at
ganga arbeiðsleys leingi.
Vænta avtalu um veðurlagið
STaðalskrivarin, Ban Kimoon, var væl nøgdur, tá hann í nátt endaði
veðurlagstoppfundin, sum hann skipaði fyri í SThøvuðsborgini í New York
í gjár. Á tíðindafundi í nátt segði aðalskrivarin, at hann hevur góða vón um
at fáa eina veðurlagsavtalu á ráðstevnuni í Keypmannahavn í desember.
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, sum sat undir liðini á Ban Ki
moon á tíðindafundinum, var eisini bjartskygdur. Hann segði, at teir
politisku leiðararnir á fundinum í New York høvdu víst leiðaraevni, men
ásannaði, at enn er langt á mál.
Fríðgerð og Rani í Líð hava stríðst fyri at fáa eitt svar frá Almannastovuni í yvir tríggjar
mánaðir. Lítli Lýðar er sjúkur og má passast heima døgnið runt. At byrja við gekk tað
sum skuldi, men uttan ávaring varð stuðulin skerdur. Nú trýstir so hart á fíggjarliga, at tá
mánaðin er um at líða, hava tey ikki ráð at fáa mat á borðið.
Mynd: Jens Kristian Vang