mikudagur 23. september 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 181 • 23. september 2009
Jóan Jákup var niður
setumaður í Rituvík
Jóan Jákup var ættaður úr
Ólastovu í Syðrugøtu. Hann
greiðir frá:
Var við Niclas á Trappuni
Eg havi altíð havt góðan
sjóhug. Eg var við einum tí
fyrsta føroyska fiskiskipinum,
ið royndi undir Føroyum og
Íslandi. Tað var sluppin Sprite,
ið Trappubrøðurnir í Havn høvdu
keypt í 1878. Teir vóru tríggir
brøður: Niclas, ið var skipari,
Dánjal, sum var bestimaður og
Petur. Um várið varð roynt undir
Føroyum. 25. februar fóru vit
á fyrsta sinni til Íslands. Fyrst
royndu vit í Mýrubuktini. Har
fiskaðu nógvir fransar. So royndu
vit í Faksabuktini, men har var
lítið at fáa. Skiparin var av allar
raskastu monnum, nærlagdur
og dugnaligur. Men hann píndist
av einari ringari astmu, og mitt
undir fiskiskapinum gjørdist
hann so sjúkur, at vit máttu inn á
sjúkrahús í Reykjavík við honum.
Tilsamans fingu vit 19.000
fiskar. Tað var torført at fáa
mann í Niclasar stað. Í teirri
tíðini vóru skiparar ikki lærdir á
sama hátt sum nú. Vit fingu ein
skipara frá Gjógv at føra skipið
á Eysturlandið. Men tá vit best
vóru komnir millum londini, dugdi
hesin nýggi skiparin ikki at seta
kós eftir Niclasar kós. Vit komu tó
vegin fram og fiskaðu við bátum
útfrá Norðfirði. Við Sprite var eg
tvey ár tilsamans.
Síðan havi eg verið við nógvum
skipum. Við Lalla Rookh var eg
eitt summar undir Føroyum. Sjey
ár var eg við Silver Belle og av
øðrum skipum kann eg nevna
Saltaire, Katrine, William Martin,
William Cloves og Nólsoyggin.
Blindur til sjós
Átta ár havi eg verið blindur á
Suðurlandinum. Tað eru 6 ár
síðan eg legðist uppi 77 ára
gamal, men enn havi eg líka
góðan hug at fara til sjós. Hvønn
morgun vakni eg klokkan fýra – til
útpurring – av gomlum vana. At
halda snøri og at draga, avhøvda
og hála sjógv í karið, hetta kundi
eg alt gera blindur. Tað bilaði bert
eitt sindur at egna.
Eg fór til Lamba og var
húskallur hjá Hálvdani bónda.
Hann hevði ein 6 marka garð og
nógv var at takast við. Eg luttók
í øllum fyrifallandi arbeiði og
gekk fjøllini saman við hinum
monnunum. Har er nógva staðni
ringt og vágaligt at ganga.
Eina ferð vit vóru á fjalli slapp
eg mær burtur úr fylginum. Eg
visti, at lundi átti eina staðni
niðri í berginum og hugurin dró
meg at granska hetta eitt nærri.
Eg klintraði varliga og spakuliga
niður í bergið. Heldur illa gekk at
fáa fótafesti, og uppi frá hæddini
skoðaði eg niður í hitt kolbláa,
øgismikla hav. Í øllum góðum
eydnaðist mær tó at koma niður
á ta lítlu rók, har eg vónaði at fáa
høvi til at taka lundar í holuni.
Men gakk. Uppaftur var ikki
hugsandi at koma. Vónirnar vóru
alt annað enn ljósar. Eftir at hava
sæð, hvussu statt var, og hvussu
vónleyst tað var at klinrta upp
aftur, legði eg meg niður og lat
alt í Guds hond. Og brátt sveiptist
myrkrið um land og hav, og hin
trølsliga náttin hvíldi yvir øllum.
Soleiðis lá eg “fortaptur” niðri í
berginum til næsta morgun, tá
tað endiliga eydnaðist monnum,
ið vóru farnir at leita eftir mær, at
hála meg upp við línu.
Ljós á miðju nátt
Lamba er brimpláss, og tað er
tí mangan torført at rógva út
haðani. Eg kann minnast eina
hættisliga ferð norð á hav.
Útróðurin var óførur í teirri
tíðini. Og hendan dagin høvdu
vit fiskað heilt væl, vit vóru 8
manns á báti. Men vit hildu ov
leingi á, og náttin var komin yvir
okkum, áðrenn vit reiðuliga góvu
okkum far um, hvussu seint tað
var vorðið. Ættin lá inn á landi.
Í myrkrinum vóru vit illa staddir,
og vit drivu nærri og nærri at
landi. So við eitt fyltist báturin av
sjógv og slongdist inn í urðina.
Ein maður druknaði, meðan vit
sjey vórðu kastaðir uppá land av
aldunum. Eg skolaðist uppá eina
hellu. Eg dugdi onga bjarging
at síggja. Brimið rótaði, og
aftanfyri meg var hin steyrrætti
fjallaveggur.
Tá var tað, sum eitt undur
hendi. Knappliga gjørdist alt ljóst
í eygum mínum. Tað var klárt
sum á degi í nøkur sekund. Eg
fekk passað eitt óløgi og varð
bjargaður.
Fyrr í tíðini vóru so óføra góð
fiskilíkindi í advent. Tá lógu
bátarnir oftast úti allar tær ljósu
næturnar. Tað var at taka línuna
upp og seta niður aftur, til báturin
var fyltur.
Okkurt um tvey ár búði eg í
Oyndarfirði og róði á Norðhavið
saman við oyndfirðingum. Tá á
døgum var fiskiskapurin undir
Føroyum av tí mesta. Eingir vóru
trolararnir til at oyða grunnarnar.
Vit vóru sum oftast átta mans
á báti og royndu allar seks
dagarnar, bert veður var til tað.
Ikki vóru vit vanir at hava meira
enn 8 stykki av línu, og enntá var
tað ov nógv viðhvørt.
Til Havnar
at selja torv
Tað eru átta gomul hús her í
Rituvík, og av teimum átta monn
um, ið bygdu bygdina
eru tríggir á lívi
umframt meg sjálvan.
Hesaferð lýsa vit tveir áhugaverdar syðrugøtumenn, sum fóru av bygdini og vóru við at skapa søgu í Rituvík
og Skála. Hesar greinir geva eitt sera gott innlit í bæði vinnuviðurskifti og í viðurskifti hjá »vanligum fólki«
seinna partin av 19. øld og fyrra partin av 20 øld
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
➘
Johanna og Jóan Jakku vóru millum fyrstu niðursetufólkini í Rituvík
Minnisvarðin yvir teir, sum bygdu Rituvík. Jóan Jákup og kona hansara
Johanna var millum teirra
Frásøgn frá 1934:
Tveir brandar úr Syðrugøtu