Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 10 nr. 181 • 23. september 2009 Nevni­li­ga Per, Dánjal Pauli­ og Hans Pauli­ Højgaard, i­ð alli­r eru brøður. Per er nú elsti­ maður, o.u. 85 ár. Vi­t fóru ti­l kongsbóndan og bóðu um loyvi­ ti­l at seta okkum ni­ður her, og vi­t fi­ngu straks játtandi­ svar. Tá vi­t komu hi­gar var alt oyði­ð og deytt og kundi­ mest samanlíknast vi­ð ei­n stóran hamara. Ri­tuvík er ti­lti­ki­ð bri­mpláss, fjøran her er ógvuli­ga ri­ng. At gera ei­n sti­ga ti­l at ganga upp og ni­ður í var tí nakað, sum vi­t alt fyri­ ei­tt fóru í holt vi­ð. Tað var i­kki­ altíð tespuli­gt á náttartíð at taka sti­gan upp fyri­ ódnarveðri­. (Nógv ár aftaná gjørdu statur og løgti­ng efti­r áhei­tan brúgv oman á róki­na.) Ei­tt tað fyrsta arbei­ði­ð, vi­t fóru undi­r, var at laga upp garðarnar. Síðan varð vi­ð ídni­ dri­vi­ð á at arbei­ða upp á jørði­na. Nógv torv varð skori­ð í gerðunum, og mógvuri­n var sera góður. Tá varð ofta fari­ð ti­l Havnar og aðrar staði­r vi­ð torvi­. Ikki­ var altíð so lagali­gt at arbei­ða, og sjáldan vóru vi­t mei­ra enn tvei­r mans í ei­num 8-mannafari­ fullum av torvi­. Fyrst var at bera torvi­ð í leypum tann ofta drúgva veg frá krónni­ oman ti­l báti­n. Og tá i­ð vi­t komu ti­l Havnar var at blaka alt torvi­ð upp úr báti­num ti­l hvønn ei­nstakan, i­ð vi­ldi­ hava torv Tað var i­kki­ altíð ei­ns hugnali­gt at føra torv hi­ðani­ frá ti­l aðrar bygdi­r. Veðri­ð var ofta óálítandi­, og mangar hætti­sli­gar og vanda- mi­klar ferði­r hava vi­t havt gjøgnum tíði­rnar. Eg fór ei­na ferð ei­nsamall- ur ti­l Klaksvíkar í ei­num fýramanna- fari­ fullum av torvi­. Tað var ei­n drúgvur tei­nur at rógva, motorar høvdu vi­t jú i­kki­, men eg kom tó í øllum góðum fram báðar vegi­r. Ei­na aðru ferð vóru vi­t tvei­r, i­ð skuldu ti­l Havnar vi­ð torvi­. Tá vi­t komu hálvan vegi­n, fi­ngu vi­t knappli­ga sterkan mótvi­nd (útsynni­ngsveður). Vi­nduri­n vaks í hvørjum og hótti­ vi­ð at hvølva báti­n. Tað var i­kki­ annað at gera enn at seta segl á báti­n og si­gla ti­l Kollafjarðar, har vi­t seldu torvi­ð. (Ri­tuvíki­ngar fóru um aldarski­fti­ í “torvverkfall” fyri­ at fáa mei­ra fyri­ torvi­ð. Tað endaði­ vi­ð, at prísuri­n fyri­ leypi­n fór frá 40 uppí 42½ oyru fyri­ leypi­n. Hetta mettu havnarmenn at vera ei­n okursprís!) Lagt inn so við og við Alt hetta stóra strekki­, i­ð nú útgerð Ri­tuvík, hava vi­t gomlu lagt i­nn so vi­ð og vi­ð. Dúgli­ga varð arbei­tt upp á jørði­na, og vi­t veltu nógv korn. Ei­tt ári­ð hevði­ eg sjey tunnur av korni­ og harti­l nógv av eplum. Sornhús høvdu vi­t, og meðan konufólki­ð turkaði­, lótu vi­t av vi­ð tei­mum. Solei­ði­s hevur Ri­tuvík so vi­ð og vi­ð vaksi­ð seg fram ti­l ei­na bygd, i­ð nú telur um 30 hús. Stórur framburður er hendur her í tí farna tíðarskei­ð. Nú á døgum má unga mann- fólki­ð fara ti­l ski­ps. Her hava veri­ð hei­ma í summar bert 11 manns, alt gamli­r menn frá 40-50 ár og uppefti­r. Strævin útróður Um veturi­n kann bri­mganguri­n vera óførur í Ri­tuvík. At tað i­kki­ altíð hevur veri­ð líka tídli­gt at rógva hi­ðani­ – serli­ga áðrenn brúgvi­n kom – si­gur seg sjálvt. Ei­na ferð vóru vi­t norðuri­ í havi­. Eg var sjálvur sætti­ á báti­. Knappli­ga ski­fti­st veðurlagi­ð, og brátt lei­kaði­ landsynni­ngsódn vi­ð mi­klum veldi­. Og harðan fi­ngu vi­t andróður. Tað var so, vi­t knarvaðu upp land og komu á Oyndarfjørð. Vi­t løgdu okkum undi­r landi­ð fyri­ at royna at eta ei­n bi­ta. Eg kølnaði­ tá so brádli­ga av tí knappli­ga steðgi­num, at tað var sum at hi­ti­ i­kki­ kom aftur í kroppi­n. Tvei­r fjórði­ngar róðu vi­t nú, ti­l vi­t komu har hús vóru. Eg fór ni­ðan í bygdi­na at fáa okkum hei­tt at drekka. Alli­r vóru i­lla komni­r, summi­r næstan mei­ra deyði­r enn li­vandi­. Sum eg gekk ni­ðan efti­r og nærkaði­st húsunum, glentaðu tenni­nar í høvdi­num á mær. Eg var væl fagnaður av húsfólki­num og fekk hei­tt drekka ti­l bátsfelagar mínar, i­ð tá skjótt mentust aftur. Vi­t høvdu fi­skað væl, men í óveðri­num mi­stu vi­t línuna, sum ei­ði­smenn tó bjargaðu okkum dagi­n efti­r. Ei­na aðra ferð vóru vi­t úti­ á havi­ um veturi­n, seks manns og nógv var at fi­ska. Tá kom hann eystan av vi­ndi­ og kava, og vi­t mi­stu burtur land. Veðri­ð ruskaði­, vi­t kundu i­kki­ koma i­nn á Ri­tuvík og máttu tí halda sunnanfyri­ Eystnes. Vi­t noyddust at kasta fi­sk út – ei­nki­ land at sjá – og veðri­ð versnaði­. Hann brast á vi­ð ræðuli­gum kavaroki­. Vi­t mettu okkum at vera komnar i­nn um Eystnes. Men nú vi­ð ei­tt setur ei­n av monnunum í ei­tt hart róp: “Land forút.” Rópi­ð var i­kki­ mei­ra enn tagnað, tá i­ð ei­n annar tekur ti­l at rópa enn harðari­ og andskræmi­li­gari­: “Sker forút.” Tá ski­ltu vi­t, at “landi­ð” var flesi­n útfyri­ (Hoyvíks)hólmi­n, og vi­t vóru klári­r yvi­r, hvussu nær vi­t høvdu veri­ð deyðanum. Nátti­n var nú komi­n. So dánt vunnu vi­t ti­l Havnar og avrei­ddu har. Tað var nú klárnað í, og frá Havn var straks fari­ð ti­l Nes, har vi­t drógu báti­n upp. So varð gi­ngi­ð ti­l Ri­tuvíkar, so skjótt vi­t vóru føri­r fyri­ at ganga. At gleði­n har var stór yvi­r at síggja okkum aftur ski­lja øll, serli­ga av tí, at fólk vóru fari­n at bera ótta fyri­, at vi­t i­kki­ skuldu spyrjast aftur í aftur. Hevði ikki tíð til at bjarga sjónini Kona Jóan Jákup, Johanna, var av Nesi­. Tað er i­kki­ longur síðan enn í summar, at Jóan Jákup ei­nsamallur gekk efti­r koyri­vegnum frá Ri­tuvík ti­l Salt- angará og hei­maftur. Sjálvur var hann vi­ð ti­l ar arbei­ða uppá vegi­n, hóast bli­ndur kundi­ hann bora og annað ei­ns og aðri­r. Og Johannu ger enn sum áður alt i­nnanhýsi­s arbei­ði­ ei­nsamøll, og torv ber hon nú sum fyrr. Hon hevur veri­ð og er manni­num ei­n góður og trúgvur stuðul. Sjey børn fi­ngu tey, seks syni­r og ei­na dótti­r. Ei­n sonur er deyður, meðan ei­n annar, Adri­an, er gi­ftur í Havn. Hi­ni­r fýra hava bygt í Ri­tuvík og si­ta á stykki­num hjá pápanum. Dótti­ri­n gi­fti­st ti­l Oyndarfjarðar. Tað eru 18 ár síðani­ Jóan Jákup byrjaði­ at verða bli­ndur. Undi­r krígnum fór hann ei­tt ári­ð vi­ð gamla Smi­rli­ ti­l Keypmanna- havn og lá tá tríggjar vi­kur á ríki­shospi­tali­num. Men sjálvt tei­r kønu læknarni­r har kundu i­kki­ hjálpa honum. Hei­m aftur komi­n ti­l Føroyar dró hi­n mi­kli­ sjóhuguri­n hann av nýggjum ti­l ski­ps. Hann varð fyrst bli­ndur á tí vi­nstra eyganum. Úti­ á havi­num kundi­ hann tá leggja mi­ð, bøla o.a. Men so byrjaði­ sjóni­n at hvørva ei­si­ni­ á høgra eyga. Ei­tt ári­ð var hann norðuri­ í Klaksvík, og ráddi­ lækni­n honum ti­l at fara ti­l danska læknan Metz, i­ð tá vi­rkaði­ í Suðuroy. Hr. Metz ætlaði­ ei­si­ni­ at fara í holt vi­ð eyga, men av tí at tað vi­ldi­ taka so langa tíð, helt Jóan Jákup seg at enda undan. Hann kundi­ i­kki­ so lei­ngi­ forsøma arbei­ði­ð fram fyri­ “behandli­ngi­na”. Og hann gjørdi­st tí starbli­ndur. Her kann nevnast, at tað hevur í hvussu er veri­ð ei­n annar bli­ndur fi­ski­maður, og tað var Dánjal Chri­sti­ansen í Nýggjubúð í Skálavík. Byggingin av Rituvík var eitt megnar avrik Jóan Jacob var við Sprite saman við Niclas á Trappuni Fyrstu niðursetufólkini Per og Nicolina Højgaard Ommu- og abbadøtur Per og Nicolinu. Hesar eru tilsamans 330 ár. Tvíburarnir t.v. Antona og Petra standa. Frammanfyri sita Nena og Mona