mikudagur 23. september 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 181 - 23. september 2009
- Við nýggju hølunum
fáa vit nógv betri
umstøður at gera
ein størri part av
arbeiðunum liðug
inni. Í fleiri ár hava
vit leigað okkum
inn, men tá noyðist
tú at laga teg eftir
øðrum, sum kanska
bíða eftir at sleppa
inn. Nú verður nógv
lættari hjá okkum
at leggja arbeiðini
til rættis, sigur
Helgi Johannessen,
sum saman við
bróðrinum, Benn,
eigur byggifyritøkuna
KBH á Toftum
Handverk
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Byggivirkið sp/f KBH á
Toftum,
sum
brøðurnir
Helgi og Benn Johannessen
eiga, fær nú munandi betri
umstøður til sítt virksemi.
Felagið hevur bygt ein
600 fermetra stóran og
snotuligan
virkisbygning
innanfyri
Oyrarnar
á
Toftum. Sjálvt arbeiðshølið
er umleið 500 fermetrar, og
síðan er pláss lagt av í syðra
enda á bygninginum til
fimm skrivstovuhøli, stóra
kantinu og trý wc’ir við
brúsu. Eitt fjórða wc verður
eisini við brúsu, sum liggur
upp at sjálvum arbeiðs
hølinum.
Lágorkubygningur
Tað er Helgi Johannessen,
sum er útbúgvin byggi
frøðingur, ið hevur teknað
og projekterað bygningin,
og KBH hevur keypt ymiskt
tilfar, eitt nú sperrur, klædn
ing, veggelementir, dekk
elementir, tak, hurðar og
vindeygu
frá
ymiskum
veitarum.
Hetta er ein lágorku
bygningur, sum er ógvuliga
væl bjálvaður og at kalla
viðlíkahaldsfríur uttan. Her
er einki, sum skal málast.
Bygningurin er bygdur upp
av bjálvaðum betongele
mentum, og allir avslutn
ingar eru gjørdir úr alumini
um. Vindeyguni eru úr
plasti og hurðarnar úr
aluminium. Vit hava soleið
is lagt stóran dent á, at
bygningurin skal vera bílig
ur í rakstri, bæði til hita og
viðlíkahald, sigur hann.
Helgi væntar, at bygn
ingurin stendur liðugur at
taka í nýtslu um einar 23
mánaðir, og kostnaðurin fer
at liggja millum 4 og 5
miljónir krónur .
Hitin er faktist komin,
og elarbeiði fer í gongd
nú, samstundis sum vit fara
at skildra tann partin sund
ur, har skrivstovur, kantina
og wc’ini skulu verða.
Hann sigur, at bygningurin
í fyrsta lagi skal gera tað
lættari hjá byggivirkinum
at planleggja og gera tey
arbeiði, ið felagið hevur og
kemur at fáa.
Við nýggju hølunum fáa
vit nógv betri umstøður at
gera ein størri part av
arbeiðunum liðug inni. Í
fleiri ár hava vit leigað
okkum inn, men tá noyðist
tú at laga teg eftir øðrum,
sum kanska bíða eftir at
sleppa inn. Nú verður nógv
lættari hjá okkum at leggja
arbeiðini til rættis.
Leiga seg inn
KBH ætlar eisini, at byggi
feløg
og
handverkarar
annars skulu kunna leiga
seg inn í høllina at arbeiða,
tá arbeiðshøli er tøkt. Hetta
kunnu teir gera ímóti ávís
um gjaldi, og tá umstøðurnar
eru góðar, hava teir, ið leiga
seg inn, kanska eisini møgu
leikan at gera arbeiðini
skjótari,
Longu nú – og áðrenn
bygningurin er liðugur
hevur eitt felag verið inni
og hevur smíðað eini hús.
Helgi sigur, at tá KBH
seinastu 10 árini hevur tikið
sær av bæði stórum og
smáum, eigur felagið ein
hóp av góðum amboðum til
næstan øll verðins arbeiði
og endamál.
Haraftrat kemur, at um
støðurnar í nýggju arbeiðs
hølunum verða ógvuliga
góðar við eitt nú kom
pressarum og luftskipan
kring um í arbeiðshøllini til
ymisk
luftamboð,
sum
kunnu brúkast til at skjóta í
bæði timbur, betong og stál,
sum hann tekur til.
Felagið hevur eisini truck
í høllini, sum kann brúkast
til at flyta elementir og
tungar lutir við.
Fimm skrivstovur
Tá
bygningurin
stendur
liðugur, fer KBH eisini at
hava einar 23 skrivstovur
til yvurs, sum høvi verður
hjá áhugaðum at leiga.
Her
verða
góðar
umstøður til skrivstovuhald,
tá kantinan er stór, og vit
fara at hava trý wc’ir við
brúsu uppat skrivstovunum.
Hann heldur, at onkur,
sum hevur sítt virksemi í
sjóvinnuni, onkur bókhalds
stova ella, hvør tað nú kann
vera, skuldi kunnað leigað
seg inn her dygst við
sjóvarmálan.
Bygningurin er snøggur á
at líta, og Helgi sigur, at nú
byggingin skuldi fremjast
beint omanfyri bátahavnina
í Oyrunum, hugsaði hann
um, at bygningurin kundi
hava okkurt sermerki.
Suðurendin er tí teknað
ur og bygdur í sniði sum
stevnið á einum báti ella
skipi. Hurðin í suðurend
anum gongur innundir eina
altan, sum eisini gevur lívd,
tá illfýsið er, sigur hann.
Helgi sigur, at tað eru
eini 23 ár síðan, at KBH
byrjaði at arbeiða við byggi
ætlanini.
Tá søktu vit um byggi
øki, og í fjør summar varð
verkætlanin sett í ”ordra”,
sum hann tekur til.
10 ár á baki
Pápi Helga og Benn, Karl
Johannessen,
arbeiddi
í
nógv ár sum timburmeistari,
og hann gjørdist eisini part
ur av KBH, sum teir tríggir
saman stovnaðu fyri júst 10
árum síðan.
Benn og eg vóru báðir
burtur í nøkur ár, og eitt nú
smíðaði
Benn
bæði
í
Danmark og Týsklandi. Eg
las til byggifrøðing í Dan
mark, og tá vit báðir saman
við familjum okkara fluttu
heimaftur í 1999, stovnaðu
vit KBH. Tá var pápi faktist
givin sum timburmeistari,
men byrjaði aftur og gjørdist
partur av nýggja felagnum.
Helgi sigur, at fyri 34
árum síðan keyptu hann og
bróðirin pápan, sum í dag
er 72 ára gamal, út, men
kortini hevur pápin verið
tøkur til ymiskar uppgávur,
tá heitt hevur verið á hann.
Tað vóru soleiðis vit
tríggir, sum byrjaðu KBH
(KarlBennHelgi), og sum
tíðin leið, fingu vit onkran
at smíða hjá okkum. Karl,
sonur Benn, sum eitur eftir
abbanum, var fyrsti lærling
ur hjá okkum. Vit hava havt
lærlingar alla tíðina, síðan
Karl byrjaði at læra, og í
løtuni hava vit fimm lær
lingar, harav tann eini
verður liðugur seinast í
hesum mánaðinum.
Hann sigur, at teir hava
havt góðar lærlingar. Hetta
hava verið ungir og raskir
menn, sum at síggja til hava
trivist væl hjá felagnum.
Stórar verkætlanir
KBH hevur framt nógvar
stórar verkætlanir hesi 10
”
... hetta er ein lágorkubygningur, sum
er ógvuliga væl bjálvaður og at kalla
viðlíkahaldsfríur uttan. Her er einki,
sum skal málast...
Helgi Johannessen
Gadaffi heimleysur
Millum luttakararnar á STaðalfundinum í New York er libyski
forsetin, Moammar Gaddafi. Hann kemur til New York í dag, og
á hesari eins og øðrum uttanlandsferðum hevur hann sítt serliga
ferðatjald við sær. Trupulleikin hesaferð er bara, at hann hevur
einki tjaldingarstað í New York. Amerikanskir fjølmiðlar siga, at
libyska sendistovan hevði leigað eitt stað frá ríkmanninum
Donald Trump at seta tjaldið hjá Gaddafi á. Starvsmenn hjá
sendistovuni vóru byrjaðir at seta tjaldið upp, men myndugleik
arnir góvu teimum boð um at taka tað niður. Ein ætlan at flyta
tjaldið til New Jersey ístaðin fyri bleiv heldur ikki góðtikin.
Nógv kokain til Evropa
Rúsevnasmuglarar í Kolombia og Meksiko hava vent eygunum
ímóti Evropa heldur enn USA. Tað er serliga kokain, sum verður
flutt til Evropa, og orsøkin er, at smuglararnir fáa meiri fyri
kokainið á tí evropeiska marknaðinum enn á tí amerikanska.
Kokainið verður tó ikki flutt beinleiðis til Evropa, men fer fyrst
ígjøgnum lond í Vesturafrika. Amerikonsku myndugleikarnir
siga, at nógv av kokaininum verður flutt ígjøgnum Guinea
Bissau, tí tað er so sum so við løgreglu og øðrum eftirliti har.
Sagt verður, at kokainnýtslan í Evropa er trífaldað tey seinastu
árini, samstundis sum hon er minkað eina helvt í USA.
KBH 10 ár á baki og
nýggjan virkisbygning