mikudagur 23. september 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 181 - 23. september 2009
árini, fyritøkan hevur verið
virkin.
- Størsta einstaka byggjar-
íið er ivaleyst tey 24
sethúsini, vit í samtakinum
Sp/f Vist hava bygt omanfyri
Røktar-og
Ellisheimið í
Runavík. Vist er eitt samtak,
sum KBH, Fuglø Arkitektar
og Falkon eru saman um –
Falkon sum entreprenørar
og KBH sum byggifyritøka.
Aftrat okkum trimum, sum
eru saman um verkætlanina,
hava so eisini verið aðrir
undirveitarar.
Helgi sigur, at tey seinastu
húsini av hesum 24 vórðu
latin eigarunum í vár.
- Hesi húsini vórðu fakt-
iskt øll seld, áðrenn bygg-
ingin byrjaði, og prísirnir
vórðu avtalaðir. Vit vórðu
tarnaðir nakað við eitt nú
loyvum til lendið, men tey,
ið skuldu hava hesi húsini,
fingu tey uttan nakrar prís-
hækkingar. Vit hava skilt, at
fólk, sum heild eru fegin
um hetta avrik, ið samtakið
hevur gjørt.
Hann sigur, at húsini
vórðu seld fyri millum
slakar 800.000 krónur og
upp í slakar 1,2 miljónir
krónur fyri hvørt – alt eftir
stødd. Tað vóru bæði yngri
og eldri fólk, ið her ognaðu
sær eini nýggj hús í góðum
umhvørvi, har stutt er oman
í miðbýin, og hagin kortini
liggur beint við.
- Vit bygdu og seldu hesi
24 húsini fyri umleið 24
miljónir krónur. Vinningurin
gjørdist ikki tann stóri, men
vit eru til reiðar at fremja
eitt byggistig aftrat.
10 hús til sølu
Helgi Johannessen sigur, at
pláss er fyri 23 húsum í 2.
byggistigi, men í fyrstu
syfti er ætlanin at byggja 10
hús aftrat, og hesi kunnu nú
bíleggjast hjá Meklaranum
í Saltangará.
- Vit vænta, at hol verður
sett á 2. byggistig í vetur,
leggur hann aftrat.
Hetta er soleiðis fyrstu
ferð, at KBH hevur verið í
so neyvum samstarvi um
eina byggiverkætlan, men
felagið hevur í aðrar mátar
samstarv við aðrar fyritøkur,
veitarar og undirveitarar.
Í 2002 varð apotekið í
Runavík tikið í nýtslu og í
2004
eldrasambýlið
á
Toftum, sum KBH í báðum
førum læt úr hondum.
- Millum onnur stór
arbeiði, sum vit hava gjørt,
er eisini virkisbygningurin
hjá Zachariasi Leitistein á
Rituvíkarhálsi og bilaverk-
staðurin og bygningurin hjá
BBR Service á Lambareiði,
sigur Helgi.
Eisini tað smáa
Eitt, sum sermerkir KBH,
er, at felagið ongantíð hevur
sagt nei til tey smáu
arbeiðini, ið fólk hava tørv
á at fáa gjørd.
- Vit siga ongantíð nei til
at gera eitt arbeiði, tá fólk
heita á okkum. Hava vit
nógv um at vera, kann tað
taka tíð, áðrenn vit kunnu
koma. Vit søgdu heldur ikki
nei, tá mest var at gera, og
vit høvdu stórar verkætlanir
at taka okkum av. Tíðir
broytast, og tá kann vera
gott, at vit eisini í góðu tíð-
unum góvu okkum stundir
til tey smáu arbeiðini, ið
kunnu hava stóran týdning
fyri
viðskiftafólkini
og
okkum sum fyritøku.
Helgi sigur, at 10 mans í
løtuni eru knýttir at KBH-
fyritøkuni, men tá mest var
at gera, og byggingin av
raðhúsunum í Runavík stóð
upp á, vóru teir 15 í tali.
- Byggivirksemi er mink-
að, og nú er tað mest ymisk-
ar umvælingar, ið fólk
spyrja um. Tó er líkt til, at
gongdin er við at broytast
nakað og fólk, vit tosa við,
eru ikki so svartskygd
longur um sethúsabygging.
Hann sær eisini sína fyri-
tøku sum eina tænastufyri-
tøku, sum eigur at vera
teimum til tænastu og
hjálpar, ið hava brúk fyri at
fáa ymiskt gjørt.
- Tað kann vera so lítið
sum eitt rotið vindeyga –
ella ein rútur, sum skal
skiftast. Í slíkum føri er
gott, at vit hava fólk knýtt
at virkinum, sum kunnu
átaka sær nógvar ymiskar
uppgávur, smáar sum stórar,
sigur Helgi Johannessen.
”
... vit eru eisini ein tænastufyritøka,
sum eigur at vera teimum til hjálpar, ið
hava brúk fyri at fáa ymiskt gjørt. Tað
kann vera so lítið sum eitt rotið vindeyga
– ella ein rútur, sum skal skiftast...
Helgi Johannessen
Nýggi bygningurin hjá KBH er snøggur á at líta, og Helgi
Johannessen sigur, at nú byggingin skuldi fremjast beint omanfyri
bátahavnina í Oyrunum, hugsaði hann um, at bygningurin kundi
hava okkurt sermerki. - Suðurendin er tí teknaður og bygdur í
sniði sum stevnið á einum báti ella skipi, sigur hann
Fjaldi lík í seks ár
Í amerikanska statinum Florida hevur ein kvinna í
sekstiárunum fingið eitt árs fongsul fyri at hava fjalt líkið
av mammu síni heima við hús í heili seks ár. Myndug-
leikar og trygging vistu einki um, at mamman var deyð,
og hon fekk tí pensjón øll árini umframt pensjón hjá
manninum, sum hevði arbeitt í herinum. Talan var um
tilsamans 230.000 dollarar, sum dótturin so gjørdi sær
dælt av, skrivar AP. Í rættinum gjørdi dómarin av, at
kvinnan skal sita eitt ár í fongsli, og harafturat skal hon
rinda hvønnj einasta dollara aftur - við rentum.
Flýggja til Avstralia
Avstralska sjóverjan hevur tikið umleið 100 flóttafólk upp
av einum skipi í Indiska Havinum. Alt fleiri flóttafólk
royna at sleppa til Avstralia við báti ella skipi, og higartil
í ár hevur avstralska sjóverjan steðgað 26 bátar og skip
við umleið 1.400 flóttafólkum. Tey flestu flóttafólkini eru
úr Irak, Sri Lanka, Afghanistan og Iran, men tey sleppa
ikki í land í sjálvum Avstralia. Ístaðin fyri verða tey flutt
til avstralsku oynna Christmas Island, sum er einar 1.400
fjórðingar úr avstralska meginlandinum, skrivar Reuters.