mikudagur 23. september 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 23. september 2009
15
Í
bilteiginum í Sosialinum
mikudagin 09-09-09 var ein
frásøgn um ein eldrivnan last-
bil, sum gartnarar hjá Tórshavn-
ar kommunu hava brúkt í mið-
býnum í Havn í summar. Greitt
verður frá, at bilurin er so at
siga ljóðleysur, kann koyra upp
til 50 km um tíman og 60-80
km upp á eina løðing. Haraftur-
at er CO2 útlátið 0,0 gram fyri
hvønn koyrdan kilometur. Og
so kann hann vippa sum ein
ordiligur lastbilur.
Í Føroyum verður elektrisitet
í høvuðsheitum gjørt við at lata
vatn renna ígjøgnum el-turbin-
ur, og við at spræna tungolju
inn í motorar á kraftverkum.
Tað hevur mangan verið ført
fram, at 55% av elektrisitetin-
um verður framleitt við tung-
olju og 45% við vatni ella vindi
í miðal. Í 2008 var hetta lutfall
tó nærri 60 og 40% sambært
ársfrágreiðing frá SEV.
Halló Tórshavn!
Gartnarnir í Havn hava helst
brúkt henda lítla elektriska
lastbilin nógv í summar. Sum
flestum kunnugt hevur summar-
ið verið sera turt og stilt, so
elframleiðslan úr vatni og vindi
hevur helst verið á einum lág-
marki ein stóran part av tíðini.
Vatnorkuverkini hava helst bert
verið í gongdi nakrar fáar tímar
mitt um dagin, tá lítli elektriski
lastbilurin hevur tralla í Havnar-
gøtum. Tá vatnturbinurnar eru
støðgaðar, hevur hann verið
settur at løða – við elektrisiteti
framleitt úr tungolju?
Kom fram á ein faldara um
hesar fittu lastbilarnar. Eftir
øllum at døma er tað, tað størra
modellið, sum verður umrøtt í
Sosialinum. Hann brúkar einar
10-12 kWh til eina løðing. Tað
svarar til umleið eitt kg av
tungolju. Men tá bara góð 40%
av orkuni í oljuni blívur til
elektrisitet á verkinum á Sundi,
skal hetta eina kilo faldast við
2,5. Tað vil siga, at ein løðing
av lítla elektriska lastbilinum
brúkar 2,5 kg av tungolju, ella
kanska nakað minni.
Siga vit, at hesin fitti bilurin
koyrir 75 km upp á eina løðing,
koyrir hann sostatt umleið 30
km fyri hvønn litur av tungolju.
Tá eitt kg av tungolju verður
sprænt inn í tungoljumotorar-
nar, verður tað millum annað til
góð 3 kg av CO2. Tað vil siga,
at hesin lítli elektriski lastbilur-
in letur upp til 7,5 kg av CO2
út fyri hvørja løðing, ella 100
gram av CO2 fyri hvønn km,
hann koyrir. Hetta er ikki ser-
liga gott fyri ein so lítlan bil.
Sum flestum kunnugt er
tungolja ein rættuliga dálkandi
orkukelda. So umframt CO2 er
hesin elektriski lastbilurin eisini
orsøk til, at SO2 og tungmetal
verða latin út. Eg veit ikki,
hvussu nógv, men skjóti upp á
eini 20 g SO2 í hvørjari løðing.
Harafturat verða NO, NO2 og
onnur evni eisini latin út í
atmosferina, tá tungolja verður
sprænd inn í motorarnar. Flestu
vanligu bilarnir hava katalysa-
tor, sum minkar um útlátið av
hesum evnum. Á føroysku kraft-
verkunum er tó eingin katalysa-
tor av hesum slag, mær vitandi.
SO2 verður til svávlsýru,
sum súrgar mold, áir og vøtn.
NO2 hevur meira enn 300 ferð-
ir størri ávirkan á upphitingina
av atmosferini enn sama nøgd
av CO2. Fleiri av tungmetalun-
um hópa seg upp í føðini, t.d. í
grind.
So tað er synd at siga, at
hesin lítli, fitti lastbilurin, sum
enntá kann vippa, hevur verið
serliga grønur í summar. Nei,
heldur tvørtur ímóti, ein rættu-
liga dálkandi bilur í mun til
støddina, tíverri. Men útlátið
var ikki í havnargøtum, tað var
inni á Sundi, so kanska....
Halló Jóhan Dahl!!!
Jóhan Dahl, landsstýrismaður,
hevur í bløðum og útvarpi nú
um dagarnar boðað frá, at hann
hevur bílagt sær ein stóran fram-
komnan elektriskan bil úr USA.
Pure electric - Zero emissions?
Men í Føroyum fer hesin lekri
bilur helst at verða orsøk til, ein
litur av tungolju verður sprænd-
ur inn í motorarnar á Sundi fyri
hvørjar 25 km, hann koyrir um
summarið. Og hesir bilar skulu
hava nógvar fyrimunir, so vit
fáa so nógvar sum gjørligt.
El-bilar í Føroyum
Í Svøríki, Noregi og Íslandi eru
el-bilar helst eitt gott hugskot,
tí so at siga alt elektrisitet verð-
ur framleitt úr vatni, jørðhita
ella kjarnorku. Men soleiðis er
støðan ikki í Føroyum.
Vatnorkuverkið við Eiðisvatn
framleiðir í miðal einar 10
tímar um samdøgrið, helst væl
minni um summarið og meira
um veturin. Framleiðslan er
mest um dagin, tá tørvurin á
elektrisiteti er størstur, og tá
flestu el-bilar helst eru til
arbeiðis. Men Jóhan helt, at teir
kunnu løða gratis um dagin (ein
løðing av amerikanska bilinum
kostar umleið 80-90 kr bara í
elektrisiteti)?
Skulu elbilar geva nakra
serliga meining í Føroyum, skal
nógv meira elektrisitet fram-
leiðast úr vatni, vindi, sjóarfalli,
aldu, biogassi úr aldum tara,
tøðum og ruski, sólarljósi ella
kjarnorku, soleiðis at henda
orka er tøk sum elektrisitet í
ríkiligum máti allan sólarringin.
Grøn orka?
Elektrisitet úr vatni og vindi er
eftir øllum at døma tað, sum
liggur fyrst fyri. Skal hetta gera
mun, verður sjálvsamt at síggja
eina á renna niðan fyri 150-200
metra hædd úr sjóvarmálanum.
Bert smáir løkir, sum onkran
áarførisdag vísa eitt sindur av
sínum gamla lagi.
Fossá, Heljareyga og Gassá í
Vestmanna eru køvdar, og lendi
lagt undir vatn fyri hálvari øld
síðani.
Hovsá í Hovi er horvin.
Stóra áin norðuri í Dali í
Borðoynni er horvin.
Eiðisvatn var bygt upp, og
Breiðá løgd turr fyri eini 20
árum síðani.
Norðuri í Lýknum er turt
meginpartin av árinum.
Áirnar norður ímóti Rivtanga
liggja turrar.
Áirnar frá Funningi suður til
Vesturdalsá sunnan fyri tunnils-
munnan eystanfyri liggja turrar.
Áirnar frá Eiðisvatni og suður
til Markrá millum Svínáir og
Norðskála liggja turrar.
Nú standa Tippisá og Skálá
við Norðskála, og allir smáir
løkir har á leið fyri tørni.
Síðani Stórá á Oyri og Breiðá,
sunnan fyri Oyri. Hendan seinna
er serliga sjónsk á Eysturoyar-
landinum í áarføri, tá koyrt verð-
ur Streymoyarmegin. Hetta eru
perlur í føroyskum umhvørvi.
Seinni verða t. d. Sandá á
Selatrað og Øksnagjógv norðan
fyri Skálabotn tiknar við.
Síðani verður farið yvir um
Sundið, Fossá og Kluftá norðuri
í Vík, og tað sum harímillum er.
Eftir tað verður helst farið
vestur í Vágar, áirnar fram við
Fjallavatni.
Ella til áirnar við Kalbaks-
fjørð, Tíggjará og Høgadalsá,
fyri at halda seg í Streymoynni?
Summi kalla hetta fyri grøna
orku. Jú, summar av áunum
grógva til og verða grønar. Fyri
mær er orkan grá, líka grá sum
tær turru áarræsirnar og
betongið til vatnslokurnar.
Íløgur og CO2-útlát
Vatnorkuútbygging seinkar
vøkstrinum, og í síðsta enda
minkar um CO2-útlátið, men
t.d. kostar Eiði2 einar
250.000.000 kr, og minkar
útlátið einans 1,6% . Krevur tað
so 3.000.000.000 kr - 3 milliard-
ir - at minka útlátið 20%?
Spurningurin er, um hetta er
bíligasti mátin at útbyggja
elorkuna uppá í mun til mink-
ingina av CO2-útláti? Tað hevði
verið sera áhugavert at sæð eina
uppgerð yvir ymsar el-orkuíløg-
ur í mun til minking í CO2-
útláti. Eisini samanborið við,
hvat CO2-kvotur kosta í okkara
grannalondum.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Skýggj fyri sólskinssøgu
– um útlát frá elbili
Tíðargreinin
tíðargreinin
Ingvard Fjallstein