Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. september 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 181 - 23. september 2009 Tað 63. haldið fyri 14. sept. 1946 er júst farið aftur um bak við buldur og brak frá tjóðveldis­ monnum. Tað sum upp­ runaliga var ein skeiv útlegging av fólkaatkvøð­ uni, er síðan blivið til eina mytu fyri síðan nú at vera blivin til ”sannleikan” Í bløðunum hevur Heini O. Heinesen grein hann kallar Sannleikin aftanfyri fólkaatkvøðuna 14. sept. 1946. Hóast Heini bert var 8 ára gamal (føddur í ´38 samb. heimasíðuni hjá Løg­ tinginum), tá fólkaatkvøðan fór fram, og tí neyvan hevði fingið politiskt medvit, heldur hann seg til at siga, hvør sannleikin er um fólkaatkvøðuna! Sjálvur kenni eg ikki sannleikan av teirri ein­ føldu grund, at eg ikki var føddur tá, men til ber at kanna í gomlum skjølum og søgubókum, eins og Heini hevur gjørt. Bert 32% atkvøddu fyri loysing Allir partar eru nokk samd­ ir um, at av øllum avgivn­ um atkvøðum, atkvøddu 47,2% fyri stjórnaruppskot­ inum, 48,7% fyri loysing, 4,1% av atkvøðunum vóru ógyldar [1] og atkvøðu­ luttøkan var 66,4% [2]. Einføld matematisk útrokning grundað á henda veruleikan gevur, at av samlaðu møguligu atkvøð­ unum í Føroyum tá, at­ kvøddu 31% fyri stjórnar­ uppskotinum, 32% fyri loysing, 33% atkvøddu ikki og 4% av atkvøðunum vóru ógyldar. Hetta er nokk eisini breið semja um. Fólkaatkvøðan bert leiðbeinandi Men Heini vil vera við, at fólkaatkvøðan skuldi vera bindandi. Sum tað fram­ gongur av løgtingstíðind­ um, var semja millum flokk­ arnar um, at fólkaatkvøðan bert skuldi vera vegleiðandi (....folkeafstemning ...vælg­ erfolket bør få lejlighed til at udtale sig.... [3] og .... fyri at fáa leiðbeining..... almenna atkvøðu­ greiðslu....[4]) Eisini er ósemja um, hvørt talan skuldi vera um kvalifiserað, simpult ella vanligt fleirtal, men av tí at fólkaatkvøðan bert var veg­ leiðandi, var hesin spurn­ ingur ikki av týdningi. Tó er tað áhugavert at lesa, at sjálvur loysingarhøvdingin Thorstein Petersen, sum bæði var løgtingsformaður og formaður fyri Fólkaflokk­ in (Tjóðveldi var sum kunnugt ikki stovnað), und­ an fólkaatkvøðuni í blað­ grein 10. sept. 1946 krevur, at stjórnaruppskotið skuldi hava kvalifiserað fleirtal, um tað skuldi blivið góð­ tikið (...stjórnaruppskotið er felt, um tað ikki..... hevur helvt av øllum, ið hava rætt at stemma í Føroyum – og tað er gravlagt, um tað hevur helvt av øllum stemm­ um, sum kunnu avgevast í Føroyum móti sær....[5]). Amtsráð útrópar suverenan stat Men bert 8 dagar seinni letur Th. Petersen løgtingið tann 18. sept. 1946 útrópa Føroyar sum suverenan stat, grundað á, at loysingin fekk 1% fleiri atkvøður, men ikki fleirtal, hvørki kvalifiserað, vanligt ella simpult fleirtal! Og enntá av einum løgtingi, sum ikki hevði lóggevandi vald, men bert var at meta sum eitt amtsráð við ráðgevandi valdi. Føroyingar ynsktu ikki loysing Tí gjørdi statministarin tað einasta rætta við eini fráboð­ an 24. sept., har hann segði frá, at kongur sendi løgting­ ið til hús og útskrivaði ný­ val. Og hetta góðtóku allir flokkar. Bert ein ekskluder­ aður tinglimur mótmælti. Úrslitið av valinum 8. nov. 1946 vísti, at føroy­ ingar ikki ynsktu loysing. Fólkaflokkurin misti ikki minni enn 3 tingmenn og harvið fleirtalið í løgting­ inum og alt tos um loysing var tept [6]. Mest at meta sum statskvett Løgtingstíðindini frá hesi tíðini eru sera áhugaverdur lesnaður og sigur týðuliga frá, hvussu hart stríðið millum loysing og samband hevur verið. Men tú situr eftir við eini kenslu av, at royndin at loysa Føroyar frá Danmark mest var at líkna við eina statskvetsroynd, sum tíbetur miseydnaðist. Hetta er ikki sannleikin um fólkaatkvøðuna, men bert nakrir sannleikar, eg havi funnið í niðanfyri­ nevnda keldutilfari. Um so er, at onkur heldur, at eg eri farin skeivur, hevði verið áhugavert at fingið eina rættleiðing. Haldi, tað hevur ein ávísan týdning, at eisini vit, sum ikki hava upplivað fólkaatkvøðuna, fáa at vita, hvat veruliga fór fram. Keldur: [1] Løgtingstíðindi 1946: vanlig tingseta 1946: 13. Fólkaatkvøðan síða 49. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > B.Eykatingsetan apríl­mai 1946 og vanliga tingsetan 1946 > 49) [2] Anja Andreasen, søgu­ frøðingur: Sambandsflokkurin í 100 ár síða 229 [3] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl­mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnarskipan Føroya síða 2. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 164)) [4] Løgtingstíðindi 1946: eykatingseta apríl­mai 1946: skjal 8 Nevndarálit Stjórnarskipan Føroya síða 3­4. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > D. Skjøl > 165 og 166) [5] Løgtingstíðindi 1946: vanlig tingseta 1946: 13. Fólkaatkvøðan síða 49. (logting.fo > løgtingstíðindi > løgtingstíðindi vel eldri > 1946 > B.Eykatingsetan apríl­mai 1946 og vanliga tingsetan 1946 > 49) [6] Anja Andreasen, søgufrøð­ ingur: Sambandsflokkurin í 100 ár síða 232 »Sannleikin« hjá Heina O Johan Petersen Í Dimmalætting seinasta vikuskifti hevur Árni M. Dam, skrivari í Føroya Reiðarafelag eina grein, har hann leggur harðliga eftir Hjalta í Jákupsstovu, stjóra á Havstovuni – fyrr Fiski­ rannsóknarstovuni. Í skund­ inum fær hann tikið mest­ sum allan stovnin við, tí hann skjýtur bæði í eystur og vestur við øllum møgu­ ligum slag av lóðuri sosum makreli, fiskidagaskipan, fyrilestur í Íslandi og hvat veit eg. Eg kann ikki vera meira ósamdur við Árna um hetta. Og sum eg skilji eru tað ikki allir bólkar í Før­ oya Reiðarafelag, sum eru líka fegnir um hesa atsókn. Mín tilgongd til at leggja meg ímillum her er fyrst, at eg sum allir aðrir føroying­ ar smb. Lógini um vinnu­ ligan fiskiskap eri meðeig­ ari av føroyska tilfeinginum á sjónum og síðani, at eg í uml. 10 ár havi luttikið í sínámillum samráðingum um teir pelagisku stovnar­ nar – saman við Hjalta í Jákupsstovu og Jan Arge Jacobsen og “strategunum í Fiskimálaráðnum”. Eg havi verið við í so at siga øllum samráðingunum um sildina, makrelin og svartkjaftin og haldi meg vita eitt sindur um, hvat ið skal til av tíð og kreftum fyri at fáa slíkt upp á pláss. Fyri mær at síggja hava teir, ið nú rópa um at slíta hesar sáttmálar lítið innlit í, hvat ið hevur gingið fyri seg og hvørjar fylgjur­ nar kunnu gerast – ein katastrofa. Sjálvandi vilja vit øll standa upp fyri tí sum er rætt, men hvat er rætt? Ger Føroya Reiðara­ felag ella Árni Dam tað av? Teir persónar úr Hav­ stovuni, sum mest hava luttikið í arbeiðinum fyri at fáa so góðar sáttmálar sum gjørligt um pelagisku fiska­ stovnarnar og luttikið í sjálv­ um samráðingunum hava fyri tað mesta verið Hjalti í Jákupsstovu og Jan Arge Jacobsen. Til samráðingar vóru vit ofta ikki sørt ernir av at hava hesi bæði umboð­ ini við. Vit merktu ta virð­ ing, sum teir góvu okkara sendinevnd yvir fyri hinum pørtunum. Og okkara strategar høvdu ofta verið lítið verdir, um teir ikki høvdu hesar fakliga væl ílætnu frøðingarnar undir liðini. At Hjalti so onkuntíð hevur kent seg noyddan sjálvur at spæla strategur er einki at siga hann ringan fyri. Man kann t. d. spyrja seg sjálvan um, hvar vit høvdu endað við svart­ kjaftinum, um ikki Hjalti hevði gjørt sítt væl kenda modell og sjósett tað á fyrsta svartkjaftafundinum í Oslo í 2000 hugsi eg tað var. Tíverri hevur tað í nógv ár staðið illa til við strateg­ um á hesum økinum og nú, tá ið man endiliga hevði funnið eina við nógvum førleikum og góðum evn­ um, skuldi hon brúkast sum ífylla í nýggja uttanríkis­ kassanum. Annars tosaði eg ofta sjálvur sum formaður í Felagnum Nótaskip innan­ hýsis um at leggja trýst á myndugleikarnar fyri at fáa ein samráðingarstovn uttan fyri aðalráðini, sum kundi brúkast til alt møguligt, men hetta kom ongantíð víðari. Eg haldi at nøkulunda semja hevur verið í Felagn­ um Nótaskip gjøgnum árini, at vit hava havt eina væl virkandi og poltiskt óhefta Fiskirannsóknar­ stovu. Hon hevur verið holl í ráðum og ofta av sínum eintingum vent sær til okkara part av vinnuni við tilboðum av ymiskum slag sosum fyrilestrum, rapport­ um, hagtølum o.ø. Sam­ starvið hevur verið gott og gevandi fyri báðar partar. Embætisfólk arbeiða undir ábyrgd og kunnu ábyrgdast fyri at lata nakað, sum vísir seg at vera ein skeivleiki, fara framvið. Árni heldur tað verða skeivt, at í hesum føri Hjalti í Jákupsstovu sum embætismaður úttalar seg kritiskt um okkara fiski­ dagaskipan og vísir til, at í Skotlandi hevur man for­ boðið tílíkum embætis­ monnum at úttala seg um nakað sum helst. Vit kunnu so bert gleðast um ikki at vera skotar ella hava skotska lóg sum fyrimynd fyri okkara lóggávu. Havstovan er m.a. sett á Jørðina fyri at ráðgeva okkara myndugleikum – og okkum øllum annars ­ um m. a. støðuna hjá okkara fiska­ stovnum. Um tað nú vísir seg, at hesir eru í hættisligari minking, so hevur Havstovan ella stjórin sjálvandi eina skyldu til at vísa á møguligar grundir til fyribrigdi og hvussu man møguliga kann rætta uppaftur. Og heldur stjórin, at fiskidagaskipanin ikki virkar eftir síni uppruna­ ligu ætlan, tí at onkrar for­ treytir eru broyttar og at hann heldur hetta vera atvoldina til niðurgongdina í stovninum, so er tað hansara skylda at gera vart við hetta. Hann arbeiðir undir ábyrgd og kann møguligvís ábyrgdast fyri ikki at gera vart við hetta. Sum tað framgongur omanfyri havi eg ofta veri errin av okkara Havstovu og tí fólki, sum hevur sína dagligu gongd har. Við dugnaligari leiðslu hevur stovnurin ment seg nógv hesi seinnu árini og akku­ mulerað eina stóra vitan, sum meira og meira kemur okkum øllum til góðar – bæði her heima í vinnuni og í okkara altjóða samstarvi. Men stovnurin má ikki bindast niður. Hann skal vera ein livandi partur av tí livandi tilfeinginum á landi. Ógvusligt álop á stjóran á Havstovuna av skrivaranum í Føroya Reiðarafelag – Stendur Reiðarafelagið aftanfyri hetta? atli hansen Nú arbeiðið upp á vegin til Rituvíkar endiliga er boðið út, vil eg nýta høvi til at takka fíggjarnevndini fyri, at 2 mió. vórðu settar av á fíggjarlógini 2009 og at játtanin varð hækkað til 5 mió. í eykajáttanarlógini fyri apríl í ár. Eisini vil eg takka løgtingslimunum í samgonguni og teimum 3 úr andstøðuni, sum atkvøddu fyri eykajáttanarlógini fyri apríl, tí veruleikin er nú einaferð tann, at verða pengar ikki játtaðir, kann arbeiðið ikki gerast. Natúrfriðingarnevndin fyri Eysturoy Eg fari somuleiðis at takka Nátúrfriðingarnevndini fyri Eysturoy, fyri teirra skjótu viðgerð av málinum, sum teir fingu frá Landsverk 19. august. Longu 27. august varð málið viðgjørt, soleiðis at kærufreistin (4 vikur) er úti nú hósdagin, og tí harmar tað meg, at Annika Olsen, í svari til Torbjørn Jacobsen upplýsir, at Lands­ verk sigur seg hava sent umsóknina longu 25.juni. Vegurin til Rituvíkar Fyrst í 1930unum fekk Ritu­ vík vegasamband heim í Heið­ arnar Vegurin varð lagdur eftir lendinum, og tað er hes­ in sami vegur, sum verður brúktur í dag, hóast Rituvík er blivin fleiri ferðir so stór sum tá, og veksur støðugt, fyri ikki at tala um øktu bil­ ferðsluna og støddina á akfør­ unum, so tíðin er langt síðani farin frá verandi vegi, sum snýr sær yvir til Rituvíkar. Fyri mær hevur Rituvík og fólkið har býr altíð verið nakað serligt, og tí fegnist eg um, at vegurin til Rituvíkar nú verður gjørdur, soleiðis at fólk kann búleikast á hesum pragtfulla stað, og grundarlag aftur skapast fyri fyritøkum og virkjum, sum hevur verið eitt av eyðkennunum fyri Rituvík upp gjøgnum tíðirnar. Í staðin fyri ein veg oman fyri Rituvík, fáa vit nú ein veg til Rituvíkar, og tað fegnist eg um, tí tað er henda veg, Rituvík hevur brúk fyri. Nú verður Rituvíkarvegurin gjørdur Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin alfred olsen viðmerkingar