Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 • týsdagur • 20. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Leygardagin høvdu fótbóltsfeløgini í Føroyum árliga eftirmetingarfundin, har farna kappingar- árið var á skránni FÓTBÓLTSFUNDUR Jákup Mørk Flestu av feløgunum høvdu sent umboð til fundin, men tað má tó metast sum stórt spell, at ikki øll feløgini eru umboðað á slíkum fundi, sum á ein hátt er ein lítil upphiting til aðalfundin, soleiðis at málini, sum væntandi verða fyri á hes- um, kunnu fáa eitt slag av óformaligari viðgerð, áðr- enn nakað víðari verður gjørt. Einki formansprát Tá tosið fellur inn á kom- andi aðalfundin, er ein av spurningunum sjálvsagt, hvør skal loysa Torleif Sig- urðsson av í formansstólin- um, men hetta var als ikki eitt samrøðuevni leygar- dagin. Fyrst og fremst varð fundurin nýttur sum ein eftirmeting av kappingar- árinum, og her vóru tað ser- liga tvær hendingar, sum fingu stóra rásarúmd, og báðar snúðu tær seg um sama dyst. Nevnliga tann í Havn millum HB og NSÍ. Her var nevnliga rok bæði áðrenn, undir og eftir dystin. Áðrenn dystin var tað seinkaða heimferðin hjá HB, sum fekk ilt í runavík- ingarnar, tí teir høvdu ong- an hug at flyta dystin. Í HB var misnøgdin eisini stór, tí FSF hevði sett felagið at rinda runavíkingunum 10.000 kr., og tað høvdu havnarmenninir so ongan hug at rinda, og teir vístu eisini sína misnøgd um hetta á fundinum. Fleiri dómaraspurningar Undir sjálvum dystinum var annars eitt reytt kort givið, sum skuldi vísa seg at fáa drúgva umrøðu í vik- unum sum komu. Sonevnda Jóhannis-Joensen málið tykist veruliga hava fingið øði í dómarafelagið, og á fundinum varð spurningur- in reistur um, hví tað var neyðugt hjá dómarum at senda inn frágreiðingar, um støða ikki varð tikin til hes- ar kortini. Einki svar fekst um hetta leygardagin, men uttan iva verður hetta nakað, sum verður á skránni, tá dóm- arafelagið komandi viku- skiftið fer at hava sín árliga fund. Dómaranevndin hjá FSF umrøddi í hesum sambandi at broyta kappingarreglurn- ar, tá talan er um revsing fyri reyð kort. Í Føroyum er tað so, at eingin avgerð verður tikin, fyrr enn allar frágreiðingar í málinum eru innkomnar, men í londun- um kring okkum, verður hesin arbeiðsháttur ikki nýttur. Har verður støða tikin alt fyri eitt út frá dóm- arafrágreiðingini, og um partarnir eru ónøgdir um úrskurðin, kann hesin kær- ast. Hetta vildi ivaleyst ver- ið ein gongd leið, tí tað man vera rættiliga sjáldan, at frágreiðingarnar frá ymsu pørtunum veruliga gera nakran mun í slíkum málum. Í hesum sambandi er eis- ini vert at nevna, at FSF framvegis arbeiðir við spurninginum, um hvørt sonevndar disciplinær-regl- ur skulu setast í gildi í Før- oyum. Spurningurin varð umrøddur á seinasta aðal- fundi, og tá varð ætlanin, at eitt uppskot skuldi fyri- liggja til komandi aðalfund. Enn er ikki komið somikið langt í hesum, at eitt upp- skot kundi umrøðast á fundinum við feløgini, men roknað verður framvegis við, at eitt uppskot verður lagt fyri aðalfundin í febru- ar. Skotbrá til tey smáu Eftir at kappingarárið hjá teimum vaksnu hevði fing- ið sína viðgerð, varð tosað nakað um yngru deildirnar. Sum so tykist stór semja vera millum feløgini um, at leisturin sum yngru kapp- ingarnar verða lagdar eftir, er hin rætti, men tað tykist tó sannlíkt, at onkrar broyt- ingar verða í steypakapp- ingunum til komandi ár. Hetta tí kappingarnar í ár byrjaðu nógv fyrr enn van- ligt, og spurningurin tykist vera, hvussu skilagott hetta er, tá talan er um tey yngru liðini. At enda kunnaði FSF fel- øgini um arbeiðið við nýggju UEFA-reglunum. Hetta eru reglurnar fyri, hvørjar treytir feløgini skulu lúka, um tey eisini framyvir skulu taka lut í europeisku kappingunum. Nakað av iva hevur tikið seg upp um, hvørji krøv skulu galda fyri minnu londini, tí fleiri petti í hes- um reglum er skrivað til europeisk stórfeløg, og hes- um treytum hava føroysku liðini ongan møguleika at møta. Arbeitt verður í løtuni við at greiða UEFA frá, hvørji krøv kunnu setast feløgum hjá smærri tjóðum, og fyri fyrst hevur UEFA gjørt av, at ígildissetanin av reglun- um verður útsett í eitt ár. Annars skilst á lagnum, at talan var um ein ógvuliga siðiligan fund, sum fyrst og fremst var kunnandi, so- leiðis sum hesin eisini eigur at vera. Feløgini fundaðust Tá farna kappingarár var til umrøðu, snúði stórur partur av hesum seg um dystin millum HB og NSÍ 19 18 Nr. 224 - 20. november 2001 Fólkatingsval 20. november 2001 Fólka- flokkurin A Sambands- flokkurin B Javnaðar- flokkurin C Sjálvstýris- flokkurin D Tjóðveldis- flokkurin E Mið- flokkurin H 2001 1998 2001 1998 2001 1998 2001 1998 2001 1998 2001 1998 Norðoyar 1. Árnafjørður 9 5 4 4 13 2. Fossánes 77 42 27 14 38 3. Haraldssund 2 1 2 0 26 4. Hattarvík 4 3 1 0 2 5. Húsar 1 3 10 0 6 6. Kirkja 0 2 1 7 0 7. Klaksvík 681 234 448 196 527 8. Kunoy 3 0 3 0 2 9. Mikladalur 8 3 13 3 9 10. Svínoy 13 6 1 0 9 11. Syðradalur 1 1 1 1 2 12. Viðareiði 87 12 25 2 28 Tilsamans 886 312 536 227 689 Eysturoy 13. Eiði 57 79 51 16 57 14. Elduvík 1 11 6 0 2 15. Fuglafjørður 213 128 138 21 163 16. Funningsfjørður 0 8 8 2 15 17. Funningur 12 10 11 9 10 18. Gjógv 7 10 4 0 15 19. Glyvrar 189 175 77 84 132 20. Gøta 136 103 92 42 65 21. Hellurnar 2 4 5 0 4 22. Lamba 7 23 8 9 9 23. Leirvík 149 48 89 23 105 25. Oyndarfjørður 19 22 28 3 11 26. Oyrarbakki 30 108 37 9 23 27. Rituvík 10 65 15 22 29 28. Selatrað 7 18 6 3 14 29. Skála 38 85 72 33 58 30. Skálafjørður 11 6 9 5 14 31. Strendur 56 184 53 39 54 32. Søldarfjørður 79 25 12 67 20 33. Toftir 72 285 47 24 76 34. Æðuvík 14 0 0 11 7 Tilsamans 1109 1397 768 422 883 Norðstreymoy C M Y K 18 Persónliga atkvøðubýtið Listi A Listi A. Hin Føroyski Fólka 2001 1998 flokkurin (Radikalt Sjálvstýri) 5561 Listin 205 Óli Breckmann 3961 Bergur Bærendsen 77 Bjarni Djurholm 274 Deirdre Hansen Kjartan I. Joensen 76 Anfinn Kallsberg 342 Jógvan við Keldu Jógvan á Lakjuni 183 Leila á Lofti Jørgen Niclasen 103 Jóanis Nielsen Ingi Olsen Jákup Olsen Rúna Sivertsen 126 Jógvan Sundstein Ingimar Tór Thomsen Eyðun Viderø 30 Listi B 2001 1998 Sambandsflokkurin 4506 Listin 696 Annfinn Brekkstein Johan Dahl Marjus Dam Súsanna Dam 92 Terje Davidsen 64 Olav Enomoto Finnleif Guttesen 75 Atli Hansen 99 Maria Hansen 56 Edva Jacobsen Eivind Jacobsen Sune Jacobsen 108 Alex Jespersen Edmund Joensen 931 Betta Joensen Jákup Joensen 65 Jóhan Petur Johannesen Kaj Leo Johannesen Jákup Lamhauge Gunnar Nattestad Bárður Nielsen Alfred Olsen Marjun Olsen Joen Peter Petersen Lisbeth L. Petersen 468 Birgir Thomsen Listi C 2001 1998 Javnaðarflokkurin 4686 Listin 295 Thomas Arabo 84 Jóannes Eidesgaard 1895